hósdagur 28. februar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
23
skipað spælið á miðvøllinum.
Venjarin vil tó ikki siga so nógv
um uppstillingina.
-Vit royna at finna bestu
loysnina, so fáa vit at síggja
sunnudagin hvussu tað verður.
Kropsliga eru vit ókey fyri, men
vit mugu halda fram at arbeiða
við tí taktiska og betra tað, sigur
Heimir Guðjónsson.
Ein annar nýggjur spælari er
Pætur Petersen, sum er komin
úr EB/Streymi. Hann hevur
spælt á báðum kantunum í upp
startinum.
-Tað er sannlíkt, at Pætur
Petersen kemur at spæla frá
byrjan. Hann roynir at passa inn
og skilja hvørjar uppgávur hann
hevur, sigur venjarin hjá HB.
Felagið hevur seinastu
vikuna verið á venjingarlegu í
Turkalandi. Íslandski venjarin
letur væl at ferðini.
-Vit høvdu eina góða ferð. Tað
er altíð gott at fáa samlað liðið
í eina viku. Vit fingu vant tvær
ferðir um dagin og arbeitt við tí,
sum er neyðugt. Umstøðurnar
vóru góðar og vøllinir vóru á
eini leið. Vónandi hevur hetta
hjálp okkum, sigur Heimir Guð
jónsson.
HB er favorittur
Tað er ringt at koma uttanum,
at HB er favorittur. Liðið hevur
longu vunnið VFF-Cup og bara
tann eina dystin var liðið undir
miðal. Liðuppstillingin sigur seg
næstan sjálvt. Størsta ivamálið
er sentrali miðvøllurin, har
Tróndur Jensen er skaddur og
ongin líknandi spælari er í hópi
num.
B36 hevur fleiri skaðar og
fleiri broytingar á liðnum. Tað
kann koma at taka eina løtu,
áðrenn vit síggja tað besta av
B36. Hinvegin, so hevur B36
havt takið á HB í seinastuni. Tí
kann eisini alt henda á Tórsvølli
sunnudagin.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
L
ions Club: Síðani
Fótbóltssamband
Føroya og Lions Club
í 2007 fóru undir
samstarv um stórsteypa
dystir í fótbólti, hevur talan
bara verið um ein árligan dyst
millum føroyameistararnar
og steypavinnararnar hjá
monnum, men nú verður
øðrvísi.
Tá ið stórsteypadystirnir
2019 verða spældir á Tórsvølli
sunnudagin 3. mars, verður
tað fyrstu ferð, at meistarar
og steypavinnarar hjá
bæði kvinnum og monnum
spæla dyst. Í fjør vann EB/
Streymur/Skála greipuna,
meðan HB vann silvur í
báðum kappingum, so tí
verður hesin fyrsti stór
steypadysturin hjá kvinnum
millum EB/Streym og HB.
Hjá monnum verður hann
millum HB, sum vann føroya
meistaraheitið í fjør, og B36,
sum vann kappingina um
Løgmanssteypið.
Eins og í øðrum londum,
har tey eisini hava slíkar
“Charity Shield”-dystir,
hava stórsteypadystirnir
tvinnanda endamál. Annað
er at síggja tey bæði liðini,
ið vunnu meistaraheitið og
steypakappingina undan
farna kappingarár, so ein
hóming kanska fæst av,
hvussu væl tey eru fyri í ár,
og hitt er at útvega pengar til
vælgerðarendamál.
Tí er upplagt, at Fótbólts
sambandið og Lions Club
býta uppgávurnar ímill
um sín, og allur ágóðin frá
dystinum fer til eitt gott
endamál, ið Lions Club velur.
Enn er ikki greitt, hvør fær
ágóðan í ár, men tað verður
kunngjørt í næstum.
Stórsteypadystirnir
verða sum sagt báðir á Tórs
vølli sunnudagin 3. mars, og
tá spæla kvinnurnar hjá EB/
Streymi og HB klokkan 14
og menninir hjá HB og B36
klokkan 17.
HB:
Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum,
Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson – Pætur Petersen,
Hørður Askham, Brynjar Hlöðversson, Símun Samuelsen –
Dan í Soylu og Ari M. Olsen
B36:
Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Andrias H. Eriksen,
Erling Jacobsen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Ragnar
Samuelsen, Lukasz Cieslewicz - Benjamin Heinesen, Árni
Frederiksberg – Brian Jakobsen
Bæði kvinnur
og menn
Vit gita: