Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 10 mars 2019 1 LANDSSTÝRISMAÐURIN VIÐ LANDBÚNAÐARMÁLUM, HØGNI HOYDAL, HEVUR SETT 12 MÁL UPP FYRI VINNUNA KOMANDI 10 ÁRINI Árni Gregersen Millum fólk í landbúnaðarvinnuni verður ofta sagt, at tað hendir ikki nokk á landbúnað­ar­ økinum. Talan er um eina vinnu, har ikki so nógv arbeiða við landbúnaði burturav, men hesi seinnu 20-30 árini er ein broyting hend, so landbúnaðurin í størri mun kann kallast ein vinna. Serliga eru Føroyar síðani seinastu árini í farnu øld vorðnar sjálvbjargnar tá ið tað snýr seg um mjólk og mjólkaúrdráttir, meðan summi í vinnuni liva av seyðhaldi. Nú er ætlanin, at vir skulu gerast meira sjálvbjargin við øðrum matvørum frá land­ bún­aðinum eisini og samstundis reka eina burðardygga vinnu, har vit gagnnýta alt, sum fæst úr vinnuni. Høgni Hoydal er landsstýrismaður við fiski­ vinnumálum, men hann er eisini lands­stýris­ mað­ur við landbúnaðarmálum. Á stóru búnaðarstevnuni, sum var í Klaks­ vík, boðaði hann frá, at helst nú í mars fer Løg­ tingið at hava eitt aðalorðaskifti um føroyska land­búnaðin og um hvønn veg, vit skulu ganga. Ein arbeiðsbólkur er í ferð við at gera eina frá­greiðing, sum skal vera grundarlag undir orðaskiftinum. Frágreiðingin er um at vera liðug, men landsstýrismaðurin hevur ikki fingið frá­greiðingina enn. 12 ítøkilig mál Landsstýrismaðurin hevur gjørt eina ætlan í 12 punktum, sum saman við vinnuni og politiska arbeiðnum skal broyta føroyska landbúnaðin. Fyrstas málið er at um eitt ár verða allir tarvskálvar, avleiddir av mjólkarvinnuni, gøddir undir hóskandi djóraetiskum umstøðum og gagnnýttir. Hetta er eitt ítøkiligt mál, sum hevur verið ein trupulleiki. Hjá teimum,s um hava mjólk­ neyt hava tarvkálvar verið eitt spill, sum ofta eru avlívaðir beinanvegin, tí tað hevur á ongan hátt verið til nakra nyttu at lata teir liva. Teeir eru dýrir at føða og ala til slaktineyt. Landbúnaðurin er komin eitt sindur longur nú. Í samband við insiminering so verður sáð brúkt í stóran mun, sum bert hevur sáð­kykn­ ur sum geva kvígukálvar. Hetta ber rættuliga langt, men framvegis verða ov nógvir tarv­kálv­ ar kálvaðir. Endamálið er altso, at hesir kálvar verða gøddir og seinni slaktaðir og brúktir sum mat­ vøra. Okkurt er gjørt á økinum, tí sum er verða 25 krónur latnar í studningi fyri hvørt kilo av fram­leiddum kálvakjøti Vanligt í Føroyum er, at tá ið talan er um land­búnaða, so verður tosað um neyta- og seyðahald. Landsstýrismaðurin sigur í sínari 12 punkts ætlan, at um trý ár, so skal eisini ferð vera sett á vinnuna við øðrum fenaði enn neyti og seyði. Her hugsar landsstýrismaðurin um grøn­metis­ fram­leiðslu umframt annað djóra­hald. Landsstýrismaðurin sigur eisini, at um fýra ár er øll føroysk landbúnaðarjørð lendis­skrá­ sett og dygdarmett – og við lóg er besta land­ bún­aðarjørðin vard og løgd av í eini samtyktari lendis­ætlan. Sum tað stendur, so verður hetta gjørt fyri at verja ta góðu landbúnaðarjørðina, so hon ikki verður brúkt til annað, men heldur till at gagn­nýta í landbúnaðarframleiðsluni. Hugsað verður eisini um, at hon eisini verð­ ur gagnnýtt. Tað er minni enn so, at alt verður sligið sum er – heldur ikki har atkomiligt er við mask­in­amboðum. Ein brúksskylda fer at gera, at inn­flutningurin av stráfóðri minkar. Korn og grønmeti Í ætlanini hjá landsstýrismanninum er eisini nýhugsan, sum fer at broyta partar av vinnuuni. Eitt av punktunum sigur, at um fimm ár skulu vit velta í minsta lagi 25 hektarar av korni í Føroyum. Korn er áður velt í Føroyum, sein­ ast undir seinna heimsbardaga, so tað ber til. Spurn­ingurin í dag er um hetta ber til at gera búskar­liga burðardygt – ella ein onnur loysn verður funnin. Um fimm ár skulu vit eisini sjálvi framleiða helvtina av allari grønmetisnýtsluni í Føroyum. Vit skulu gagnnýta jørðina og framleiða 200 hektarar av grønmeti, íroknað eplini, vit velta. Víst verður á, at vit eiga at framleiða tey ber og tær kryddarurtir, sum verða brúkt í matvøru­ fram­leiðsluni í Føroyum. Ætlanin er eisini, at um fimm ár er alt stráfóður føroyskt. Slóðað verður eisini fyri, at annað fóður eisini verður framleitt í Føroyum, eins og tøðframleiðsla eisini er her í landinum. Gongd er sett á eitt bioverk, har bøndurnir sleppa av við mykjuna og fáa tøð aftur, sum eru avgassað. Tey kunnu brúkast til taðing og sam­stundis slepst undan innflutningi av so nógv­um kunsttøðum, sum vit annars innflyta í dag. Velta nógv meira Við tí stóra vøkstrinum í sethúsabygging hesi mongu seinnu árini, er nógv av velta bønum brúkt til grundstykkir, bæði í sethúsabyggingini, men eisini til vinnulig grundstykkir. Nakað er sjálvandi velt afturat hesi seinnu mongu árini, men ætlanin er at ferða aftur av álvara skal setast á at velta haga til bø. Hetta er sett í verk Stráfóðurstuðul beinleiðis á fíggjarlóg og víðkaður til seyðabøndur (+4,5 mió) • Tarvskálvar – stuðul hækkaður við + 500.000 kr. (25 kr. kg. til kálvakjøt). • Afturbering av mvg til seyðakjøt hækkaður við 250.000 kr til 1.95 mió. kr. • Grønmetisstuðul + 800.000 kr. – Veltan gingið undan og góð úrslit • Ullamóttøka + 500.000 kr. – skal helst upp á 700.000 kr. • Basing av seyðasjúkum (ridluskriði) + 600.000 kr. • Búnaðargrunnurin sett stuðul upp úr 10,00 kr. m2, til 12,00 kr. m2 fyri velting og opnar veitir; og 15,00 kr. m2 fyri afturlatnar veitir og skipað veltingartoymi saman við Búnaðarstovuni • Skráseting av lendi og nýtslu av veltum lendi á Búnaðarstovuni - Landbúnaðarskeið – fígging til hvørt ár • Biogass-verkið sett í verk frá Bakkafrosti í samstarvi við aðrar partar • Stuðul til serføroysk húsdjór hækkað Fimm og 10 ára ætlan fyri føroyska landbúnaðin