Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 11 Mars 2019 1 Í ætlanini hjá landsstýrismanninum verður sagt, at komandi 10 árini skulu 30 til 50 hekt­ arar veltast hvørt ár úr nýggjum. Alt skal sláast og gagnnýtast í landbún­að­ in­um. Nýíløgur skulu eisini gerast komandi 10 ár­ ini í nýmótans fjós og útgerð annars til vinnu­ lig­an landbúnaða skal vera fingin til vega. Samstundis skal seyðahaldið um 10 ár vera optimerað. Tað vil siga, at áseyðatalið skal vera lækkað munandi, meðan talið av lombum skal hækka. Við øðrum orðum skal tað vera so­leiðis, at lambatalið fyri livitíðina hjá hvørjari ær, skal hækka. Samstundis verður sagt, at um 10 ár skal alt av seyðinum gagnnýtast. Her er talan um kjøt, avroð, skinn og ull. Fleiri fólk í vinnuna Í beinleiðis framleiðsluni í landbúnaðinum starv­ast ikki so nógv fólk, men ætlanin er, at um 10 ár skulu minst 200 fólk starvast í vinnuni undir tryggum umstøðum og góðum arbeiðs­viðurskiftum og um 10 ár er útbúgving, gransk­ing og ein vitanarvinna kring landbúnað og fram­leiðslu á høgum altjóða stigi bygd upp í Føroyum. Hetta eru høg mál og nakrar fortreytir mugu til fyri at røkka hesum málum. Fyrst og fremst tørva hagtøl fyri at vita ná­ greini­liga hvar vinnan stendur í dag. Lands­ stýris­maðurin segði eisini á landbún­aðar­ stevnuni, at tann frágreiðingin, sum skal verða grundarlag undir aðalorðaskiftinum um land­ búnaðin, hevur nøkur ítøkilig boð um, hvussu málini kunnu røkkast. Hann nevndi eisini, at tað sjálvandi er neyð­ ugt at vit finna ein fíggjarleist, so til ber at flyta vinnuna fram á leið. 12 greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum komandi 10 árini 1. Um 1 ár verða allir tarvskálvar avleiddar av mjólkarvinnuni gøddir undir hóskandi djóraetiskum umstøðum og gagn­ nýttir. 2. Um 3 ár er gongd sett á vinnur við øðrum fenaði enn neytum og seyði 3. Um 4 ár er øll føroysk landbúnaðarjørð lendisskrásett og dygdarmett – og við lóg er besta landbúnaðarjørðin vard og løgd av í eini samtyktari lendisætlan 4. Um 5 ár verða minst 25 ha av korni veltir í Føroyum 5. Um 5 ár verða minst 200 ha av grønmeti veltir í Føroyum (epli íroknað), harundir ber og kryddurtir – og minst helvtin av grønmetisnýtsluni í Føroyum er føroysk framleiðsla 6. Um 5 ár er alt stráfóður føroyskt, og slóðað er fyri føroyskari framleiðslu av øðrum fóðuri/tøðum til landbúnaðin 7. Um 10 ár eru 30-50 ha árliga veltir úr nýggjum, og nær­um alt velt lendi verður sligið ella gagnnýtt til aðra land­bún­að­ ar­framleiðslu 8. Um 10 ár eru nýíløgur í fremstu fjós og útgerð til vinnuligan landbúnað framdar 9. Um 10 ár er seyðahaldið optimerað, t.e. áseyðatalið í høg­un­ um um veturin er munandi lækkað, meðan lambatalið fyri hvørja ær er munandi vaksið 1 10. Um 10 ár verður (nærum) allur parturin av seyðinum gagn­ nýttur (kjøt, avroð, skinn, ull) 11. Um 10 ár starvast undir tryggum arbeiðsumstøðum í minsta lagi 200 fólk við beinleiðis vinnuligari framleiðslu í før­oysk­ um landbúnaði 12. Um 10 ár er útbúgving, gransking og ein vitanarvinna kring landbúnað og framleiðslu á høgum altjóða stigi bygd upp í Føroyum