hósdagur 28. februar 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
mars 2019
1
Landbúnaðurin
skal á føtur og geva
íkast til búskapin
LANDSSTÝRISMAÐURIN VIÐ LANDBÚNAÐARMÁLUM,
HØGNI HOYDAL, KEMUR VIÐ EINARI FRÁGREIÐIN
GTIL AÐALORÐASKIFTI Í TINUNUM Í MARS
Árni Gregersen
Føroyski landbúnaðurin hevur flutt seg nakað
síðani endan av sjeyti-árunum, men bæði fólk
í vinnuni og í politisku skipanini halda, at tað
eru nógvir møguleikar eftir at troyta í vinnuni.
Stóru broytingarnar í matgerð í norðurlond
um, har stórur dentur verður lagdur á at nýta
tað tilfeingið, sum náttúran á okkara leiðum
gevur, ger at vit eiga at gagnnýta tað, sum vit
hava í Føroyum.
Sum støðan er í dag, er størsti partur av
landbúnaðinum knýttur at mjólkneytahaldi ella
seyðahaldi. Nakað av eplum verður sjálvandi
velt, men bert ein lítil partur við vinnuligum
endamáli.
Hetta skal broytast, sigur landsstýrismað
urin við landbúnaðarmálum.
Á landbúnaðarstevnuni íKlaksvík herfyri,
boðaði hann frá, at ein frágreing er á veg, sum
er ætlað sum grundarlag undir einum aðal
orðaskifti í tingunum um landbúnaðin kom
andi árini.
Á
stevnuni
segði
landsstýrismaðurin
millum annað, at:
Landbúnaðarpolitikkurin skal tryggja og
skapa grundarlag fyri, at landbúnaðurin í
Føroyum:
•
er umhvørvisliga, vistfrøðiliga, sosialt,
búskaparliga og mentanarliga burðar
dyggur,
•
er eitt vaksandi og týðandi íkast til sam
felagsbúskapin, vinnumøguleikar, ferða
vinnu, gastronomi og atgongd til dygdar
vørur hjá øllum fólkinum í landinum,
•
kann skapa virðing fyri og virði úr øllum
tilfeinginum í landbúnaði og at alt til
feingið verður gagnnýtt,
•
ger okkum sum tjóð í størsta mun sjálv
veitandi við dygdarlandbúnaðarvørum,
stuðlar undir matfullveldi í Føroyum og
tryggjar kappingarføri fyri føroyskar dygd
arvørur á heimamarknaði og til útflutnings
•
kann lynna undir spjadda búseting, lokalt
virksemi, vinnu, inntøkur og trivnað kring
landið
•
byggir á mest framkomnu vitan, gransking
og tøkni, og hvílir samstundis á bestu sið
venjur og royndir frá undanfarnum ættar
liðum í at røkta landið úr fjøru til fjals,
•
skal skipa hóskandi javnvág millum land
búnað sum fulltíðarvinnu, partvísa vinnu
og sum ítrív og og íkast í gerandislív og
húsarhald kring landið alt.
Eini 150 fólk luttóku á búnaðarstevnuni í
Klaksvík, sum Símun Gullaksen, bóndi skipaði
fyri.