Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 14 mars 2019 1 Óluva Nattestad Í síðstu viku kunngjørdi løgmaður Aksel V. Johannesen, at Føroyar verða stongdar í døgunum 26.-27. apríl 2019 vegna umvælingar. Heitt varð á sjálvboðin ferðafólk at koma hendanvegin at hjálpa til við at umvæla nøkur av teimum mest vitjaðu støðunum í Føroyum, sum í hesum tíðarskeiðnum verða stongd fyri onnur. Afturfyri fáa tey sjálvbodnu ókeyp­ is vistahald, men ferðina skulu tey sjálvi gjalda. Kunngerðin hjá løgmanni var partur av nýggjasta átakinum hjá Visit Faroe Islands, sum fyri triðju ferð á rað hevur megna at vunnið Føroyum altjóða um­ røðu í nær sagt øllum stórum miðlum í heimi­num. Hini bæði átøkini vóru Google Sheep View og umsetingarskipanin Faroe Islands Translate, sum flestu før­ oy­ingar munnu kenna. Málið við nýggja átakinum var at fáa 100 sjálvboðin at tekna seg, men eftir fáum døgum mátti Visit Faroe Islands steingja talgildu tilmeldingina, tí fleiri enn 3.500 fólk høvdu tekna seg. Súsanna Sørensen, er mark­naðar­ føringsleiðari í Visit Faroe Islands og hevur ábyrgdina av miðlasamskifti, og hevur verið við til at ment føroysku ferða­ vinnuna síðan 2007. Sambært henni kom stóri áhugin heilt óvart á tey. - Fyrst vóru vit stúrin fyri um nakar yvirhøvur fór at tekna seg. Vit ivaðust í um ferðafólk veruliga fóru at tíma at keypa ein flogseðil og koma allan vegin til Føroyar fyri at arbeiða. Tí vóru vit heilt tikin á bóli tá so nógv teknaðu seg, sigur hon. Visit Faroe Islands hevur eisini fingið fleiri fyrispurningar frá kommunum, sum hava verið áhugaður í at verða partur av átakinum, men ikki hevur borið til at eftir­líka tann áhugan, sigur Súsanna Sørensen. - Av tí at hetta er fyrstu ferð vit royna hetta, vilja vit ikki gloypa um for stóran bita, og vit fokusera heldur á tær verk­ ætlanir sum vóru við í upprunaligu ætlanunum. Allar kommunur eru tó bidnar um at senda inn uppskot til okkum, sum kunnu takast upp seinni. Tey sjálvbodnu ferðafólkini, sum ikki sloppu við hesa ferð, fáa møguleika fyri at koma á ein bíðilista um átakið verður endurtikið næsta ár. Fleiri hava longu vátta, at tey vilja gjarna koma eina aðru ferð. Ikki bara enn eitt lýsingarátak Í nýggju menningarætlanini hjá Visit Faroe Islands fram ímóti 2025 stendur, at ferðaráðið sum nakað nýtt hevur fingið ábyrgd av at menna ferðavinnuna lokalt. Tað ber við sær, at marknaðarføringin fram­yvir skal hava eitt meira sjónligt menn­ingarendamál, sum tað eitur í menni­ngarætlanini. Sjálvt um Closed frá maintenance kanska líkist enn einari marknaðarføringsherferð, so er tað í líka stóran mun eitt menningarátak, sigur Levi Hanssen, ið hevur starvast sum samskiftisleiðari hjá Visit Faroe Islands síðan 2014. Við teimum báðum fyrru átøkunum, var endamálið at seta Føroyar á heims­ kortið. Hesa ferð er átakið ment í sam­ starvið millum menningardeildina og mark­naðarføringsdeildina hjá Visit Faroe Islands, og tí er ikki talan um eitt lýsingaátak burturúr, sigur Levi Hanssen. Í menningarætlanini stendur eisini, at man vil hava fleiri ferðafólk, sum vilja steðga longur og leggja meira eftir sær. Eisini skulu tey hava “virðing fyri landinum”. Hetta hevur stóran týdning fyri at varð­veita Føroyar sum eitt burðardygt ferða­vinnumál. - Um vit vilja halda fast í at vit eru un­ spoiled, unexplored og unbelievable, so noyðast vit at liva upp til tað lyfti. Hetta átakið, halda vit, stuðlar uppundir ta visjónina, og sendur vónandi eitt signal til tey ferðafólkini, sum vit vilja hava fleiri av, sigur Levi Hanssen. Eitt hugtak sum liggur undir átakinum er voluntourism, ið er ein samanrenning millum orðini ferðavinna og tað at vera sjálv­boðin. Átakið hjá Visit Faroe Islands er ein heilt nýggjur máti at brúka hetta fyribrygdi, sum ikki er sæddur aðrastaðni fyrr. Vit vita ikki onnur sum hava gjørt nakað líknandi fyrr. Um hetta eydnast væl, so er hugsandi, at tað verður eitt aftur­vendandi tiltak. Áhugin fyri átakinum hevur undir øllum umstøðum staðfest tað sum vit hildu frammanundan, nevniliga, Hattrikk til Visit FYRI TRIÐJU FERÐ Á RAÐ ERU FÓLKINI HANDAN GOOGLE SHEEP VIEW OG FAROE ISLANDS TRANSLATE EYDNAST VIÐ AT SETA FØROYAR Á HEIMSKORTIÐ. SÍÐST Í APRÍL VERÐA FLEIRI ÚTVALD FERÐAVINNUMÁL STONGD FYRI ALMENNINGINUM VEGNA UMVÆLING, SUM SKAL FREMJAST AV SJÁLVBODNUM FERÐAFÓLKUM SAMAN VIÐ FØROYINGUM. CLOSED FOR MAINTENANCE - OPEN FOR VOLUNTOURISM ER HEITIÐ Á NÝGGJA ÁTAKINUM HJÁ VISIT FAROE ISLANDS, SUM JÚST ER FARIN AV BAKKASTOKKI Um nakað gongur galið, tá eitt tílíkt PR-átak verður sett í verk, so eru pengarnir brúktir. Uttan gjølla strategiska fyrireiking, neyva framleiðslu og røttu timing fer alt tað harða arbeiði, sum liggur aftanfyri fyri skeyti Tór Verland Johansen Google Sheep View Closed for Maintenance - Open for Voluntourism Faroe Islands Translate