Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 15 mars 2019 1 Faroe Islands at tað eru ferðafólk gjarna vilja koma og bjóða seg fram at hjálpa. Hesum síggja vit nógvar møguleikar í, sum vit kunnu arbeiða víðari við frameftir. Vóna at veðrið verður tilvildar Nógv arbeiði liggur enn fyri framman, tí í apríl koma so tey ferðafólkini, sum hava bjóða seg fram at umvæla og varð­veita summi av teimum mest vitjaðu ferðavinnumálunum í Føroyum. Í hølunum á teimum koma eisini útlendsk tíðinda­fólk, sum hava hóma eina góða søgu. Vit hava fingið nógvar áheitanir frá út­ lendskum miðlum, sum ynskja at koma hendan vegin í apríl og vera við meðan vit umvæla. Tað eru vit sjálvandi glað um, men vit hava ikki umstøður til at taka okkum av so nógvum miðlum í senn og ynskja heldur ikki, at tað skal vera ov nógv fokus á miðlar, hetta er eitt arbeiðsvikuskifti. Harafturat kann tað órógva arbeiðið hjá okkum, um tíðindafólk ganga allastaðni. Vit eru tíbetur í teirri hepnu støðu, at vit sjálvi kunnu velja hvørjir miðlar vit lova inn á gátt, greiðir Levi Hanssen frá. Meðan forvitin miðlafólk kunnu haldast fyri dyrnar, er tað verri við veðurgudunum. Sambært Súsannu Sørensen eru tey tó klár at handfara tær avbjóðingar, sum kunnu standast av føroyska veðrinum. Vit fyrireika tey sjálvbodnu uppá, at veður­líkindini her um leiðir eru skiftandi, og at veðurforsøgnirnar kunnu vera óálít­ andi. Vit arbeiða uppá eina sokallaða plan B, men tað skal rættiliga ringt veður til áðrenn vit seta aðra ætlan í verk. Duga at fáa nógv burturúr lítlum og ongum Hóast seinasta átakið hevur eitt øðrvísi endamál, so hava átøkini "Google Sheep View", "Faroe Islands Translate" og "Closed for Maintenance" tað til felags, at talan er um átøk, sum eru gjørd burtur úr lítl­um og ongum, um samanborið verður við hvat onnur lond og fyritøkur brúka av pen­ingi og tímaverkum fyri at fáa tílíka um­røðu. Til samanbering verður eitt nú Visit­ Fyrst vóru vit stúrin fyri um nakar yvirhøvur fór at tekna seg. Vit ivaðust í um ferðafólk veruliga fóru at tíma at keypa ein flogseðil og koma allan vegin til Føroyar fyri at arbeiða. Tí vóru vit heilt tikin á bóli tá so nógv teknaðu seg Súsanna Sørensen Tór Verland Johansen, stjóri í Sansum Súsanna Sørensen, leiðari fyri marknaðarføring og PR í Visit Faroe Islands Nøkur ferðafólk vórðu ørkymlað Fyrr í viku var Visit Faroe Island fyri atfinningum av tí at lýsingaátakið kundi tulkast soleiðis, at ferðafólk ikki sleppa inn í landið í døgunum 26.-27. apríl. M.a. kom fram, at fleiri ferða­fólk, sum longu høvdu ella ætlaðu at bóka sær ferð, høvdu vent sær til føroysku ferðaskrivstovurnar, tí tey vóru í iva um hvussu tey skuldu fyrihalda seg til átakið, og hvørt tey enn vóru vælkomin til Før­ oyar. Í Degi & Viku mikukvøldið, vísti stjór­in í Visit Faroe Island, Guðrið Høj­gaard, atfinningunum partvís aftur. Hon greiddi m.a. frá, at tað snúði seg um heilt fá ferðafólk, sum høvdu vent seg við ivamálum í sam­ band við átakið. Sambært Guðrið Høj­gaard náddu tey hjá Visit Faroe Islands ikki at kunna øll áðrenn miðlarnir høvdu tikið søguna upp. “Vit vóru tikin á bóli, tí at reak­ tión­in var nógv størri enn vit høvdu droymt um,” segði hon í Dagur & Viku. Fakta um Closed for Maintenance átakið Fríggjadagin 26. apríl og leygardagin 27. apríl, verða ávís støð í Føroyum stongd fyri almenninginum vegna umvæling. 100 sjálvboðin ferðafólk sleppa hetta tíðarskeiðið at taka lut í varðveitandi verkætlanum á hesum støðum: Mykines, Gásadalur, Trælanípan í Miðvági, Kirkjubøur og Oyndarfjørður/Elduvík. Visit Faroe Islands gjalda fyri visthald, meðan kommunurnar standa fyri útgerð v.m. 3.500 sjálvboðin úr øllum heiminum náddu at tekna seg til áðrenn tilmeldingin stongdi. Handan átakið standa Visit Faroe Islands, Sansir (FO), Mensch (DK), Kovboyfilm (FO), Travel PR (UK), Ehrenberg Kommunikation (DE) og MGA (US). Samstarv er eisini við ferðaskrivstovur og kommunur kring landið.