Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 16 mars 2019 1 Denmark fíggja við góðum 200 millión­um um árið og starvast um 100 fólk í samtakinum. Til samanbering starvast 10 fólk hjá Visit Faroe Islands, og harvið er føroyska ferðavinnuráðið millum tey minstu í heiminum. Ferðaráðið hevur haft millum eina og tvær milliónir til at menna seinastu trý átøkini, og av hesum vóru tvey tey fyrstu eisini fíggjað av Atlantic Airways. Við so knappum resursum er ikki pláss fyri mistøkum, men samstundis er ongin garanti fyri góðum úrsliti, sigur Tór Verland Johansen. Hann er stjóri í sam­skiftisfyritøkuni Sansir, sum hevur virka sum kreativur og strategiskur sam­starvs­felagi hjá Visit Faroe Islands og verið við til at byggja ferðavinnubrandið hjá Før­oyum upp frá byrjan. Tað er ótrúliga avbjóðandi at arbeiða við tílíkum PR-átøkum, har endamálið er, at fáa søguna í heimsins størstu miðlar. Tað er ongin uppskrift man kann fylgja. Nógv fyrihalda seg til tær stóru PR- kampanjurnar sum eydnast, og so sær tað út sum at alt ber til. Men man sær jú ikki øll tey PR-átøk sum eru miseydnað, hóast hesi kanska hava kostað fleiri milliónir at framleitt, sigur han, og heldur fram. Um nakað gongur galið, tá eitt tílíkt PR- átak verður sett í verk, so eru pengarnir brúkt­ir. Uttan gjølla strategiska fyrireiking, neyva framleiðslu og røttu timing fer alt tað harða arbeiði, sum liggur aftanfyri fyri skeyti. Man hevur bara eitt skot í byrsuni. Um miðlarnir ikki bíta á, ella ein onnur stór søga kemur fram í miðlunum akkurát tann dagin, so hendir lítið og onki. Tí liggur tað sjálvsagt altíð eitt stórt trýst á okkum tá eitt tílíkt átak fer av bakkastokki og tíðindaskriv verða send runt til heimsins miðlar. Hesum tekur Súsanna Sørensen undir við, og leggur dent á, at trýstið eisini kemst av stóru ábyrgdini, sum liggur á herð­unum hjá teimum sum ferðaráð. Ferðavinnan hevur fingið vaksandi týdn­ing í Føroyum, og tí mugu vit ikki fara ov lætt um tað álit, sum okkum er givið. Onki má fara fram av tilvild, og vit fyri­halda okkum altíð sera kritisk áðrenn vit taka hugskot og ráðgeving til okkum. Vit eru uttan iva ein strævin kundi hjá lýsingafyritøkunum, men alt noyðist at vera uppá pláss. Tað er ein tilgongd har vit allatíð endurskoða og rætta minni og størri lutir til fyri at fáa alt at rigga áðrenn vit gera eitt átak. Týdningarmikið at hava føroyingar við Spurdur um hví átøkini hava eydnast so væl, heldur Tór Verland, at tað er kreativ nýhugsan, samstarvshugur og stuðulin frá føroyingum, sum er nakað av tí, sum hevur haft týdning. Vit hava tað stuttligt saman. Kemiin og sam­starvshugurin millum partarnar hevur allan vegin ígjøgnum verið har. Vit hava sera kreativ fólk á Sansum, umframt góðar og dugnaligar samstarvfelagar. Eitt nú er samstarvið við Rune Hørslev frá danska Mensch sera gott, umframt at samstarvið við føroyska Kovboyfilm hevur verið fyrimyndarligt líka frá byrjan. Samstundis hava Visit Faroe Islands og Atlantic Airways verið djarvir samstarvsfelagir, og tey hava tora at satsa uppá nøkur skeiv hugskot, sigur Tór Verland. Á Sansum eru vit sjálvandi sera glað og errin um at sleppa at marknaðarføra Før­oyar, men tað er samstundis um­ ráð­andi at vísa á, at tað hava verið so ómeta­liga nógv onnur fólk uppi í eisini. Bæði sjónleikarar, tónleikarar, umsetarar, myndafólk, bøndur og sjálvt løgmaður hevur verið við. Sambært Súsannu Sørensen hava før­ oy­ingar sum heild stuðla átøkunum væl, og tað er av almiklum týdningi at stuðulin heldur á fram. Vit eru sera tilvitað um týdningin av at hava føroyingin við í tí vit gera. Tað sum vit fyrst og fremst virka fyri er, at ferðavinnan skal koma so nógvum føroyingum sum gjør­ligt til góða, og at tey, sum vilja sleppa at fáa ein part í vinnuni hava møgu­leika fyri tí. Vit hopa, at føroyingar fara at taka væl ímóti og stuðla teimum menn­ingar­ætlanum sum standa fyri framman. oluva@sosialurin.fo Levi Hanssen, samskiftisleiðari í Visit Faroe Islands Fleiri ferða­ vinnu­tilboð vera stongd Guide to Faroe Islands, sum er savn­ingarstað fyri føroysk ferða­ vinnu­tilboð, skipar fyri einum líkn­andi varðveitandi tiltakið, har útlendsk ferðafólk saman við før­ oy­ingum savna upp rusk upp fram við føroyskar strendur. Átakið hevur onki beinleiðis samband við átak­ið hjá Visit Faroe Islands, men er sam­ bært Guide to Faroe Islands sett í verk fyri at stuðla uppundir eina burðardygga ferðavinnu. Meira kann lesast um hetta átakið á heimasíðuni: www.guide­ to­faroeislands.fo Við teimum báðum fyrru átøkunum, var endamálið at seta Føroyar á heimskortið. Hesa ferð er átakið ment í samstarvið millum menningardeildina og marknaðar­ føringsdeildina hjá Visit Faroe Islands, og tí er ikki talan um eitt lýsingaátak burturúr Levi Hanssen