Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 17 Mars 2019 1 Sjógæti heldur fram við góðum sjómati - ÆTLANIN ER AT SKILJA VIRKSEMIÐ SUNDUR, SOLEIÐIS AT VIT KUNNU HAVA ALT TAÐ HVÍTA Á VIRKINUM Á EIÐI, OG SÍÐAN VERÐUR LAKSURIN EFTIR Á VIRKINUM VIÐ NORÐSKÁLA, SIGUR HANS MARIUS Í BYRGI Vilmund Jacobsen Sjógæti við Norðskála hevur í fleiri ár selt nógvar ymiskar fiskavørur til føroyingar, og tað virksemi fer at halda fram sum higartil, hóast felagið nú fer undir eina størri verkætlan á Eiði, har tey hava fingið menningarkvotu av makreli og sild og í nógv størri mun enn áður fara at leggja seg eftir at royka. Tað sigur Hans Marius í Byrgi, stjóri í felagnum. - Vit fara framvegis at hava virksemi í virk­ in­um hjá Sjógæta við Norðskála, men nøkur av tingunum verða sjálvandi flutt til Eiðis, nú vit fáa heilt aðrar umstøður har. Stjórin sigur, at tað er stævið at hava eitt lítið virki og gera nógvar vørur, og tí fara tey, sum tíðin líður, at royna at gera virksemi hjá felagnum meira einfalt. - Ætlanin er at skilja virksemið sundur, soleiðis at vit kunnu hava alt tað hvíta, sum hann rópar tað, á virkinum á Eiði, og síðan verður laksurin eftir á virkinum við Norðskála. Eru takksom Hans Marius í Byrgi sigur, at alt virksemið, sum Sjógæti hevur í dag, og sum ikki minst før­oy­ ingar eru so glaðir fyri, fer at halda fram, og fyritøkan fer eisini, sum áður, at selja sínar fjøl­ broyttu fiskavørur og fiskaúrdráttir um landið. - Vit eru einaferð um mánaðin í Suðuroy og Vágum, og hvønn fríggjamorgun frá klokkan 10-14 eru vit í Vágsbotni. Haraftrat hava vit bilin við fisk & kips, sum koyrir kring landið í fastari rutu frá mánadegi til leygardag. - Umframt fisk & kips, hevur bilurin eisini nakað av fiskavørum við, sigur Hans Marius í Byrgi. Hann vísir á, at Sjógæti júst hevur fingið nýggjan bil, og eftir at hin gamli hevur verið á verkstað, fer nú gongd at koma á aftur reglu­ ligu koyringina hjá bilinum. - Vit eru sera fegin um ta móttøku, sum okkara fiskavørur øll árini hava fingið á før­ oyska marknaðin, og vit eru eisini sera fegin um, at fólk kring landið taka væl ímóti, tá vit koma um landið at selja, sigur Hans Marius í Byrgi. Vitjan á Sjógæta Mikudagin var vinnublaðið, sum er í Sosialinum í dag, ein túr inni á gólvinum hjá Sjógæta við Norðskála. Her vóru fólk í holt við ymiska framleiðslu og pakking. Ein ung kvinna stóð og skar lyppur, og ein tilkomin maður stóð og skar smáa hýsu. - Mær dámar væl at arbeiða her. Tað var eitt sindur serstakt í byrjanini at standa og skera lyppur, men nú gongur betri, segði unga kvinnan. Tilkomni maðurin við smáu hýsini og hvassa knívinum skar fleiri vøkur og leskilig hýsufløk, meðan vit stóðu og prátaðu. - Eg vildi ynskt, at eg kundi arbeitt meira uttan at tað ávirkaði pensjónina – ikki minst, nú líkt er til, at tørvur er á arbeiðismegi kring um landið, segði hann.