hósdagur 28. februar 2019síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
18
mars 2019
1
Pætur Hjalmar Evensson
Í hjartanum í Havn liggur ein heilt serlig
perla, har føroyskar hendur framleiða alt
møguligt til ta søtu tonnina. Staðið eitur
Gómagott. Hetta er kaffistovan, sum
veruliga hevur givið Steinatúni nýtt lív og
nýggjan samleika, síðan virksemið flutti
inn í gamla bankabygningin í november
2016.
Eigararnir eru hjúnini Kirstin og
Høgni Hammer, og tey hava úr at gera
við hjartabarninum, Gómagott. Hóast
fyrispurningar skulu svarast, kundar skulu
røkjast og konfektir skulu gerast, so hava
tey bæði gjørt sær stundir til eitt prát um
frítíðarítrivið, sum uppá stutta tíð bleiv
teirra lívsverk og gerandisdagur.
Vit sita við eitt borð í kaféini, har tey
hava bjóðað mær ein heitan kaffimunn.
Á borðinum standa tvær lítlar fittar skálir,
sum eru fyltar við konfektum. Lakreskúlur,
marcepan við cognac, sjokulátanøtir og
ein flott skínandi appelsinkaramell, sum
er so fullkomin, at tað næstan er synd at
bíta í hetta meistaraverkið.
Ein vaksandi føroysk
sjokulátumentan
Nógvir gestir hava funnið seg til rættis
í lítlu, hugnaligu kaféini, her kakur,
føstulávintsbollar, siroppar, sjokuláta og
konfektir av alskyns slag prýða diskin
og hillarnar. Bakgrundsprátið gongur,
meðan kaffikopparnir klirra. Huglagið er
onkursvegna stórbýarkent, men kortini
heimligt, fjálgt og serføroyskt.
Høvdu teir gomlu vitað. Nakað høvdu
teir sagt um gongdina, at vit í 2019 fara út
á kafé at eta konfekt og fløtabollar. Men
hetta er veruleikin um allan heimin, og við
Gómagott á odda er rákið nú av álvara
komið til Føroya, og Gómagott hevur
vunnið hjørtini á føroyingum. Eigararnir
halda, at hugburðurin hjá føroyingur er
broyttur seinastu árini.
- Eg haldi, at føroyingar hugsa meira
um at stuðla føroyskari framleiðslu,
samstundis sum mann er blivin nógv
meira tilvitaður um góðsku. Tað eru ikki
øll, sum halda, at eitt Twix er sakin longur.
Fólk vilja heldur njóta eitt lítið og gott petti
av onkrum, sum smakkar av meira, sigur
Kirstin Hammer og er skjót at avbróta seg
sjálva:
- Men altso vit eru ikki blivin so
snobbut, at vit ikki kunnu eta aðra
sjokulátu. Vit bæði eru sjálvandi enn líka
glað fyri Mini Eggs og annað hjá Cadbury,
flennir hon og hyggur á Høgna, sum
gevur henni rætt.
- Góðskan hevur størstan týdning
Vørurnar hjá Gómagott eru hondgjørdar,
og tey royna at brúka so nógvar føroyskar
rávørur, sum gjørligt. Hetta veri seg
mjólkavørur, egg og smør, og so brúka
tey íslendskt mjøl, fyri at framleiðslan
kemur so tætt uppat norðurlendska
samleikanum
sum
møguligt.
Allar
rávørurnar eru gjølla útvaldar, og tí fáa tey
eisini sjokulátu úr Belgia, sum er heimsins
sjokulátunalvi.
- Eitt av okkara aðalmálum hevur síðan
fyrsta dagin verið ikki at ganga uppá
kompromis við góðskuna. Góðskan er
Føroysk konfekt:
- Góðskan hevur
- TAÐ ERU IKKI ØLL, SUM HALDA, AT EITT TWIX ER SAKIN LONGUR. FÓLK VILJA HELDUR NJÓTA EITT LÍTIÐ OG GOTT
PETTI AV ONKRUM, SUM SMAKKAR AV MEIRA, SIGUR KIRSTIN HAMMER, SUM SAMAN VIÐ MANNI SÍNUM HØGNA
HAMMER EIGUR OG REKUR FÓLKAKÆRU KAFFISTOVUNA OG SJOKULÁTUFRAMLEIÐSLUNA, GÓMAGOTT
Høgni og Kirstin Hammer standa her uttan fyri Gómagott í Steinatúni