Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 19 mars 2019 1 tað, sum hevur størstan týdning í mun til prísin. Vit kundu saktans keypt okkum til nógv bíligari rávørur uttanlands, og vit kundu eisini brúkt ymisk haldførisevni, tí so høvdu vit spart tilfar, tíð og arbeiðsmegi. Men tað er ikki ordiliga ein partur av okkara konsepti, og tað tíma vit ikki, sigur Høgni Hammer, sum stendur fyri fíggjarliga partinum av virkseminum. Byrjaði sum ein hobby Kirstin Hammer hevur altíð brent fyri at gjørt sjokulátur, bomm og annað til ta søtu tonnina. Í byrjanini framleiddi hon vørurnar heima, sum blivu seldar til jólasølur, festivalar og onnur tiltøk. Frítíðarítrivið vant uppá seg, og í 2015 fóru tey í holt við nýtímans sjokulátaframleiðslu í gamla bakarínum hjá Alla í Klokkaragøtu í Havn. Fyrsta føroyska konfekteskjan kom á marknaðin til Mentanarnáttina 12. juni 2015. So skjótt sum tíðindini um føroyska konfekt frættist, byrjaðu telefonirnar at ringja. Blómuhandlar og onnur kring landið spurdu seg fyri, um tað bar til at selja sjokulátuna hjá Gómagott. - Tað var fantastiskt, at áhugin var so stórur. Fólk hava verið ótrúliga stuðlandi og jalig, sigur Kirstin Hammer. Næsta stopp: Steinatún Men tað bar ikki til at nøkta tørvin við leysasølu av sjokulátu í verandi kørmum, og tí fluttu tey í 2016 framleiðsluna í gamla Bank Nordik bygningin í Steinatúni, har tey halda til í dag. Her hava tey bæði kafé og framleiðslu undir sama taki. - Í staðin fyri at hava framleiðsluna og kaféina hvør sítt stað, vildu vit hava alt okkara virksemi sama stað. Uppá hendan mátan kann kundin koma inn og síggja framleiðsluna, sigur Høgni Hammer. Gjøgnum vindeyguni sær mann týðiligt, hvat gongur fyri seg inni í Gómagott. - Hugskotið er, at fólk skulu vita og síggja, at alt verður framleitt her. Tað er meira autentiskt uppá onkran máta. Ferðafólk eru altíð forvitin og tora serliga væl at stilla seg at hyggja og taka myndir, flennir Kirstin Hammer. Yvir allar forvæntningar Dreymurin hjá Hammer hjúnunum var at kunna liva av at gera tað, sum tey hildu vera so stuttligt. Í dag eru 20 høvd knýtt at virkseminum, og har eru eini fimm, sum arbeiða fulla tíð, umframt nakrar skúlagentur. - Vit høvdu ongantíð væntað, at Gómagott fór at blíva so stórt. Eg minnist, at eg helt tað vera ótrúliga stórt, fyrstu ferð, eg kundi seta eina gentu í starv at hjálpa til. Síðan tá hevur tað bara gingið slag í slag, og vit hava næstan ikki kunnað fylgt við, so tað er ótrúliga stuttligt, sigur Kirstin Hammer. Útlendskur áhugi Hóast Gómagott ikki selir sínar vørur uttanlands, so er áhugin frá útlendingum til staðar. Um summarið plaga ferðafólk altíð at støkka inn á gólvið, og tey lata sera væl at. Harumframt verður Gómagott eisini selt umborð á flogførunum hjá Atlantsflogi, - Vit fáa nógvar afturmeldingar frá útlendingum, sum spyrja seg fyri um sjokulátuna hjá okkum. Tað eru fyrispurningar frá eitt nú USA og Onglandi, sum spyrja, um vit selja og senda uttanlands, fortelur Høgni Hammer. Vit taka eitt fet í senn Dreymurin fyri framtíðina er at kunna vaksa so mikið nógv um konseptið, at tey kunnu koma út um landoddarnar við Gómagott. - Tað er eingin ivi um, at tað hevði verið ein marknaður fyri tí, men vit klára ikki ordiliga at fylgja við í núverandi løtu, sigur Kirstin Hammer. Høgni Hammer greiðir frá, at tey hava ikki ordiliga torað at farið í holt við útlendska marknaðin enn. - Um vit fáa samstarv í lag við ein útlendskan handil, sum skal hava eina fasta vørusending, so kemur tað at standa á hjá okkum her í Føroyum. Spurningurin er, um vit yvirhøvur høvdu kunnað klárað at framleitt alt, um sølan uttanlands verður stór, sigur hann. Men tey spæla við tankan. - Vit eru spent uppá fyrispurningarnar, sum koma uttanlands frá, og tað er sera uppmuntrandi. Sjálvsagt vilja vit vaksa enn meira, men fyrst og fremst mugu vit hava eitt størri framleiðsluhøli, so vit taka eitt fet í senn, siga tey bæði Høgni og Kirstin Hammer. pature@sosialurin.fo størstan týdning Nakrar av mongu konfektunum, sum verða skaptar í Steinatúni Kreativa Kirstin Hammer hevur altíð dámt væl at gjørt bomm, sjokulátu, brendar mandlur og mat yvirhøvur