hósdagur 28. februar 2019síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
20
mars 2019
1
Vilmund Jacobsen
Síðan fjør heyst hevur KJ Hydraulik havt
rættiliga nógv leveringar av aliringum, ser
liga til Hiddenfjord, og nú verða fleiri ali
ringar framleiddir til Bakkafrost.
Tað er í fyrsta lagi hesi bæði alifeløg,
sum keypa føroyskar aliringar, og hetta
merkir eisini virksemið hjá KJ og teimum
undirveitarum, sum fyritøkan á Kambsdali
samstarvar við um aliringarnar.
Men, KJ letur eisini gera aliringar til
útlendsk feløg, og nú felagið herfyri
fekk Norsk Veritas góðkenning til
sínar aliringar, eru vónirnar stórar um,
at útlendski marknaðurin fer at veksa,
kanska serliga í Noregi, Skotlandi og
Íslandi.
- Henda góðkenning hevur verið ein
treyt fyri at koma inn á norska marknaðin,
og góðkenningin er eisini eitt gott
vørumerki í øðrum londum, eitt nú í Skot
landi og Íslandi.
Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ,
sigur, at tað serliga var í fjør heyst og í
vetur, at aliringar vórðu gjørdir til Luna, og
í ár skulu fleiri gerast Bakkafrost.
- Hetta eru viðskiftafeløg, sum hava
keypt okkara aliringar gjøgnum fleiri ár,
sigur hann.
Talan er alt um stórar aliringar, sum
KJ Hydraulik hesa seinastu tíðina hevur
latið Hiddenfjord og Bakkafrost, nevniliga
ringar, sum flestu eru 160 metrar í ummáli.
- Hetta eru aliringar, sum hava pláss
fyri nógvum fiski og sum klára seg væl
í sjónum – eisini móti opnum havi. Teir
liggja væl í sjónum og klára seg væl í
stórari aldu, sigur Jóannes Mørkøre.
Størsti aliringurin, sum KJ Hydraulik
hevur latið gera, er 200 metrar í ummáli,
men tað mest vanliga er, at teir stóru ring
arnir eru 160 metrar í ummáli.
- Hin fyrsti aliringurin á 160 metrar varð
gjørdur til Gulan hjá Bakkafrost fyri eini
átta árum síðan, leggur Jóannes Mørkøre
aftrat.
Undirveitarar
KJ Hydraulik hevur tvær fyritøkur – ella
tveir undirveitarar – sum gera aliringar.
Hesir eru HP Jarn, sum samstarvað hevur
verið við í eini níggju ár og PE Plast, sum
KJ hevur samstarvað við síðan 1998.
- Sum er, hevur Bakkafrost bílagt
einar 36 aliringar, sum skulu gerast í
ár, og hetta kemur so oman yvir allar
teir, sum vit hava gjørt fyri Hiddenfjord í
heyst og í vetur.
Jóannes Mørkøre heldur seg minnast,
at eitt tað størsta talið av aliringum, sum
KJ hevur latið í eitt er, hevur verið um 60.
- Men, tá hava ikki allir verið líka stórir.
Eg trúgvi, at rúmmálið í ringunum, sum vit
skulu lata í ár, er størri enn nakrantíð áður,
sigur hann.
Í fjør læt KJ eisini fýra aliringar til Fin
lands, tveir til Orknoyggjarnar og tveir til
Íslands, og hetta var í samstarvi við Vón
ina.
- Tað eru undirveitarar hjá okkum, sum
KJ hevur sáttmála um
- AT OKKARA ALIRINGAR NÚ ERU GÓÐKENDIR HJÁ NORSK VERITAS, LETUR UPP FYRI NÝGGJUM MØGULEIKUM, SIGUR JÓANNES MØRKØRE,
SØLUMAÐUR HJÁ KJ, SUM SIGUR, AT FYRITØKAN Á KAMBSDALI Í LØTUNI HEVUR SÁTTMÁLA UM 36 NÝGGJAR ALIRINGAR