Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 21 mars 2019 1 fara út og byggja ringarnar á staðnum, og hetta hevur riggað væl. Jóannes Mørkøre sigur, at í fleiri ár eru øll jarnbesløg til aliringarnar hjá KJ fram­ leidd í Rumenia, har virksemið hevur sína søgu og sín uppruna í Føroyum. - Í fjør fóru eisini fýra serstakir aliringar til Kenya, og hetta var úrslit av søluarbeiði, sum Vónin hevur gjørt. Hesir ringar, sum vit rópa Vónin-ringar, eru smáir og hava besløg úr plasti. Sum eg havi skilt, verða teir brúktir til tunfisk, sum verður veiddur og sleptur í ringarnar, sigur Jóannes Mørk­ øre. Fingið góðkenning Aliringarnar hjá KJ Hydraulik hava nú fingið sína Norsk Veritas góðkenning, sum kann koma at fáa stóran týdning fyri hetta virksemið hjá felagnum, bæði her heima og uttanlands. - Við tað, at við ikki hava havt hesa góð­kenning, hevur ikki verið møguligt at selja okkara ringar í Noregi, sum er ein velduga stórur marknaður innan aliútbúnað. Við góðkenningini liggja fleiri møguleikar opnir – ikki bara í Noregi, men eisini í eitt nú Skotlandi og Íslandi. Góð­ kenningin er ein stór íløga, og slíkt arbeiði tekur tíð. Men, nú er góðkenningin komin í hús, og tað eru vit fegin um. Jóannes Mørkøre er spentur eftir at síggja, hvat góðkenningin fer at merkja, men hon letur í øllum førum upp fyri nýggjum møguleikum. - Eg vænti, at eftirspurningurin eftir okkara aliringum úr útlandinum fer at veksa, men vøksturin skal bara ikki koma í ár, nú vit longu hava so nógvar bí­leggingar, sigur sølumaðurin brosandi. Plastarbeiði á Strond Í samband við aling annars hevur KJ gjørt nokso nógv plastarbeiði fyri Bakkafrost, nú felagið byggir velduga stóra smoltstøð norðuri á Strond. - Vit levera og sveisa plastrør inni á smolt­støðini og rør, sum ganga til og frá støðini. Vit seta eisini pumpur upp á smoltstøðini, sigur Jóannes Mørkøre, sølu­maður hjá KJ. stórar aliringar KJ skal byggja tríggjar nýggjar tvíkiljur KJ HEVUR Í LØTUNI SÁTTMÁLAR UM NÝGGJAR TVÍKILJUR TIL ALIFELØG BÆÐI Í FØROYUM OG HETLANDI Vilmund Jacobsen Í løtuni hevur KJ Hydraulik tvær nýggjar tvíkiljur í gerð. Hetta eru bygginummur ávikavist 51 og 52. Harumframt er sáttmáli júst undir­ skrivaður um enn eina tvíkilju, so­ leiðis at KJ nú hevur sáttmálar um tríggjar tvíkiljur, sum skulu latast før­ oyskum og útlendskum ali­feløg­um. - Bygginummar 51 er ein nýggj tvíkilja til alifelagið Hiddenfjord, sum verður 15,5 metrar long og sjey metrar breið. Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ, sigur, at bygginummar 52 skal latast alifelagnum Grieg Seafood í Het­landi og skal leverast í summar. - Skrokkurin til tvíkiljuna hjá Grieg Sea­food kemur til Føroyar skjótt, og hendan verður 16 metrar long og átta metrar breið. Umframt tvíkiljurnar til Hidden­ fjord og Grieg Seafood, hevur KJ júst skrivað undir sáttmála við Bakkafrost um eina nýggja tvíkilju, sum verður 15,5 metrar long og sjey metrar breið. Nøgdsemi uttanlands Jóannes Mørkøre sigur, at Grieg Sea­food fingu eina nýggja tvíkilju frá KJ tíðliga í fjør summar, og har vóru tey so væl nøgd, at tey vildu hava eina aftrat. - Vit hava eisini leverað tvíkiljur til alifelagið Cook Aquaculture, sum hava eina í Hetlandi og eina í Orkn­ oyggjunum. Hann vísir á, at samstarvið við ali­feløginin í Hetlandi og Orkn­ oyggjun­um eisini fevnir um aliringar. - Tað var Cook Aquaculture, sum fekk tveir aliringar frá okkum í fjør, og nøkur ár herfyri keypti Grieg Seafood 13 føroyskar aliringar, sigur Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ. HP Jarn ger aliringar fyri KJ Hydraulik, og umframt HP Jarn, er eisini PE Plast undirveitari hjá fyritøkuni á Kambsdali