Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 22 mars 2019 1 DANSKA BØRSSKRÁSETTA BYGGIFYRITØKAN MT HØJGAARD HEVUR Í LØTUNI NÓGV VIRKSEMI Í FØROYUM OG ÆTLANIN ER AT STYRKJA UM STØÐUNA Á FØROYSKA MARKNAÐINUM. Árni Gregersen -Føroyar eru partar av norðuratlantisku deildini hjá okkum, sigur Jóannes Niclassen, sum er stjóri fyri deildini í MT Højgaard samtakinum.. Hann stendur fyri tí, sum fyritøkan arbeiðir við her norðanfyri. Í løtuni eru teir við í kappingini um at hgera nakrar kanningarstøðir norðanfyri Polarringin fyti amerikansku stjórinina. -Hetta eru stórar uppgávur, sum vit arbeiða við. Vit vita ikki enn um vit fáa arbeiðið, men vit noyðast at halda okkum klárar, sigur Jóannes Niclassen Hann sigur, at hetta slagið av arbeiði krevur, at hugt verður fleiri ár fram í tíðina. Fyrireikingin krevur eisini verkfrøðingar av øllum handa slag, tí hetta eru ógvuliga krevjandi uppgávur. Fyritøkan arbeiðir nógv í Grønlandi umframt at uppgávur verða gjørdar í Íslandi. MT Højgaard byggir á tvær fyritøkur í byggi­ vinnuni, sum løgdu saman. Talan er um Høj­ gaard og Schultz og Monberg og Thorsen. Í dag er umsetningurin hjá fyritøkuni góðar sjey millj­ardir krónur. Í Føroyum MT Højgaard arbeiðir víða um í heiminum, men hevur eisini í mong ár arbeitt í Føroyum. Størsta arbeiðið er nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum, har 1. Byggistig var latið byggiharranum í seinastu viku, fýra mánaðir fyri avtalað tíð. Betongarbeiðið har kostaði 92 milljónir krónur. Fyritøkan skal eisini ger arbeiðið á Hagaleiti fyri IRF. Talan har er um arbeið fyri einar 20 milljónir. MT Højgaard skal eisini gera skúlan í Fuglafirði. Har skal nógv gerast bæði uttanfyri og inni og tað verður medtt at kosta millum 36 og 37 milljónir krónur. Í Havn skal høvuðssætið hjá SEV umvælast og nýmótansgerast. Tað skal fyritøkan eisini gera. -Vit fáa eisini hópin av fyrispurningum, kanska tí vit hava eina langa søgu í Føroyum, sigur Jóannes Niclassen. Nýggjur háttur Danska byggifyritøkan er frammalaga, tá ið ræður um tøkni í byggivinnuni. Til dømis kann nevnast, at áðrenn farið var undir at byggja H-bygningin, var bygningurin bygdur og vístur digitalt. Talan er um eina skipan, sum nevnist VDC – Video Design and Construction. Skipanin ger, at tilber at gera veerkætlanir á telduskermi. Skipanin ger so, at bæði byggiharri og onnur, sum varða av verkætlanini, sleppa at síggja, hvussu verkætlanin fer at síggja út. Allar konstruktiónir síggjast eisini. -VDC ger, at bæði vit og øll onnur, sum eur partar av einari verkætlan, sleppa at síggja, hvussu tað fer at síggja út. Tað ger tað nógv lættari hjá øllum at síggja møgulig mistøk, sum so kunnu rættast áðrenn farið verður í gongd við byggiarbeiðið. Júst hendan skipanin var nýtt í samband við byggingina av H-bygninginum. Harvóru allir partar – eisini bygginevndin – boðin við at síggja verkætlanina í VBC-skipanini. Høvuðssæti í Keypmannahavn MT Højgaard arbeiðir kring allan heimin, men høvuðssætið er í Søborg. -Tað er umráðandi, tá ið ein arbeiðir í einari fyritøku í byggivinnuni, at ein fylgir væl við hvat hendir á økinum. Menningin er ógvuslig og allatíðina koma nýggir arbeiðshættir fram, sigur Jóannes Niclasen. MT Højgaard stórt virksemi