Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 23 Mars 2019 1 Føroyingur á odda fyri virkseminum hjá MTH NORÐURATLANTISKA DEILDIN HJ MT HØJGAARD HEVUR EIN FØROYING Á ODDA FYRI ARBEIÐNUM Á NORÐURLEIÐUNUM Árni Gregersen Hann hevur arbeitt í 19 ár hjá MT Høj­gaard og síðani 2012 hevur hann verið stjóri á deildini, sum tekur sær av virkseminum hjá fyri­ tøk­uni her norðuri á leiðunum. Jóannes Niclassen lærdi upp­ runa­liga til bygningssnikkara í Mið­vági, men hugurin var til meira og hann fór til Danmarkar at fáa sær úynúgving. Síðani tá hevur hann arbeitt um allan heim Hann hevur verið í Ísrael, Týsklandi, Svøríki og nógv ár í Grønlandi. Hann hevur eisini ar­beitt eina tíð í Íslandi. -Pápi fiskaði í Íslandi og ar­ beiddi í Grønlandi, so hetta hevur fallið mær rættuliga náttúrligt, at arbeitt í okkara grannalondum, sig­ur Jóannes, Niclassen. Nú situr hann í høvuðssætinum hjá MT Højgaard í Søborg, men tað er frramvegis virksemi norðanfyri, sum hann tekur sær av. Fyritøkan hevur nógv virksemi, bæði í Føroyum og í Grønlandi – og í løtuni ger teir fyrireikingar til ar­beiði norðan fyri Polarringin. Hetta eru kanningastøðir, sum am­ er­ikanski staturin skal gera. -Men vit fáa eisini nógvar fyri­ spurn­ingar úr Føroyum í løtuni sigur hann. Nýggjur maður Millum annað tí styrkir felagið um leiðsluna í Føroyum. Ewald Kjølbro, sum til fyri stutt­ um var stjóri á Landsverki, tekur í dag við sum stjóri í føroyska part­ in­um av fyritøkunu. Stóra virksemið er orsøkin til, at tað nú verður styrkt um ta lokalu leiðsluna. Í morgin Ewald Kjølbro við sum nýggjur deildarstjóri við ábyrgd fyri tí føroyska virk­sem­in­ um. Ewald Kjølbro er 54 ára gamal, hevur eina MBA og HD og er út­ búgvin akademiverkfrøðingur inn­- ­an bygging. Hann hevur verið stjóri á Landsverki frá apríl 2011 til des­emb­er 2018. -Vit vænta størri og størri útboð av byggi- og anleggsuppgávum her í Føroyum tey næstu árini, og okkara mál er at vaksa lokalt og at útinna meir og meir av hes­um upp­gávum sigur Jóannes Niclas­ sen. -Tað eru nógvar áhugaverdar verkætlanir á veg, har vit, við okk­ara arbeiðsháttum og tal­ gildu tólum, kunnu skapa stórt nøgd­semi fyri kundarnar, á sama hátt sum vit gera við Land­sjúkra­ húsinum. Frá sínum fyrr­ver­andi arbeiðum hevur Ewald Kjølbro stóra vitan um byggi- og an­leggs­ marknaðin í Føroyum, og vit eru errin av, at vit kundu fáa hann at koma til MT Højgaard. Hans­ara leiklutur verður at styrkja okkara støðu sum lokalur arbeiðs­takari og at vera við til at gera lang­tíð­ ar­ætlanina fyri, hvussu vit kunnu fáa okkara umsetning at vaksa og fáa fleiri starvsfólk,” sigur Jóann­es Niclassen, stjóri fyri Norð­ur­at­lant­ isku deildina hjá MT Høj­gaard. Núverandi leiðari hjá MT Høj­ gaard Føroyar, Gunnar Grækaris­ son, heldur fram við ábyrgdini fyri sølu og tilboðum í Føroyum. Har­umframt skal hann framyvir styrkja um tilboðsarbeiðið í allari Norðuratlantisku deildini. Tí verða tey, sum arbeiða í fyritøkuni van­liga kallað saman til kun­andi fundir í Keyp­manna­havn, hara øll vitan íf yritøkuni verður savnað. -Vit sum arbeiða í Norður­atl­ant­ isku deildini savnast eisini - annað­ hvørt í Keypmannahavn, Føroyum, Grøn­landi ella Íslandi. Hetta verð­ur sjálvandi eisini gjørt fyri at menna lykla­per­són­ar­nar í fyritøkuni, sigur Jóannes Niclassen. í Føroyum Jóannes Niclassen