mikudagur 1. desember 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 1. desember 2004
7
hava verið í heimurin sein-
astu áratíggjuni.
– "Sáttmálin millum ætt-
arliðini" snýr seg um, at vit
virða tey, sum vóru undan
okkum. Vit skulu ikki oyði-
leggja tað, sum ættarlið
undan okkum hava bygt, tí
vit liva bara einaferð, og
eftir okkum kemur eitt nýtt
ættarlið. Tekur tú eitt nú
umhvørvispurningin,
so
síggja vit umhvørvið sum
eitt náttúru virði, ið vit hava
fingið
frá
okkara
forfedrum. Velja vit til
dømis fullkomiliga eirinda-
leyst at kapitalisera allan
fiskin, verður einki hjá
komandi
ættarliðum
at
fiska, og tá virða vit ikki
sáttmálan millum ættar-
liðini sigur Per Stig Møller.
Spurdur, hvørji høvuðs-
mál konservativir flokkar
eiga at seta sær í framtíðini,
svarar uttanríkisráðharrin
málið eigur at vera at
samantvinna individuella
frælsið við sosialari ábyrgd.
– Vit skulu hava eitt sam-
felag, har staturin skal vera
nóg sterkur til at taka sær
av teimum veiku, men ov
veikur at knúgva tey sterku.
Samfelagið skal seta treytir
fyri borgararnar, men vit
skulu samstundis eisini
virða individuella frælsið.
Fyritøkur mugu sleppa at
virka frælst, tí tær eru
lokomotivið í okkara væl-
ferðarsamfelag. Konservat-
isman vil taka sær av teim-
um veiku í samfelagnum,
og fyri at gera tað, mugu vit
hava pengar í kassan til at
gera íløgur í pensjónir og
útbúgving. Pengarnir í okk-
ara kassa skulu fyritøk-
urnar tryggja okkum við at
útflyta teirra vørur, vísir
Per Stig Møller á.
Floksskipanin
Seinastu 30 árini hava
sonevndu virðisløddu økini
verið gróðrarbotnur fyri
fleiri nýggjum flokkum í
Evropa.
Í Danmark komu Krist-
ligu demokratarnar í kjalar-
vørrinum av liberalisering-
ini av porno, og tú kanst
eisini av røttum siga, at
Dansk Folkeparti hevur
sínar røtur í innflytara-
trupulleikanum í Danmark.
Á sama hátt hava eitt nú
Teir Grønu í Týsklandi
vunnið seg fram millum
størstu flokkar í Týsklandi í
kjalarvørrinum av um-
hvørvistrupulleikunum.
Spurdur,
um
størri
áherðslan á nýggju evni
sum eitt nú yvirgangur,
harðskapur og menningar-
hjálp fara at leggja lunnar
undir nýggjun flokkar í
framtíðini, svarar Per Stig
Møller:
– Tað veldst um, hvussu
meira klassisku flokkarnar
fara at duga at yvirtaka
nýggju evnini. Vit hava
longu nú fingið fleiri flokk-
ar, ið hava sítt grundarlag í
evnum,
sum
klassisku
flokkarnir ikki megnaðu at
taka til sín. Persónliga
minnist eg, at eg talaði
ímóti, at vit Konservativu
fóru ov sterkt út í kjakið um
innflytararnar í Danmark,
men tað var kanska eitt
mistak, tí Dansk Folkeparti
hevur sanniliga útnytta
henda trupulleikan til fuln-
ar. Hinvegin, so varð um-
hvørviøkið ongantíð til ein
flokk í Danmark, tí vit
Konservativu tóku økið til
okkum alt fyri eitt, tá
umhvørvistrupulleikarnir
tóku seg upp í áttatiárun-
um, vísir Per Stig Møller á.
Danski
uttanríkisráð-
harrin leggur afturat, at tað
kann væl hugsast, at gamla
styrkisbýtið við Radikala
Vinstra,
Vinstra,
Kon-
servativu og Javnaðarflokk-
inum, sum hevði sín upp-
runa í ídnaðarsamfelag-
num, fer at broytast, tá nú
onnur mál eru farin at
stinga seg upp í politiska
kjakinum. Dansk Folke-
parti er eitt frálíkt dømi um
hetta, tá flokkurin broytti
gamla
styrkisbýtið,
tá
flokkurin óvæntað gjørdist
triðstørstur á fólkatings-
valinum í 2001.
Nýtt snið
Gud, kongen og fædre-
landet. Hesi trý hugtøkini
vóru sambært konservat-
ismuni grundarlagið undir
gamla
ídnaðarsamfelag-
num. Í tráð við alsamt størri
globalisering er grund-ar-
lagið undir ídnaðarsam-
felagnum burtur, tí nýggjar
skipanir hava tikið seg upp.
Gamlar siðvenjur og virðir
takka fyri seg, meðan nýggi
post modernaði heimurin
gevur okkum nýggjar um-
støður
og
fortreytir
í
gerandisdegnum
Hvat leggur tú í hugtakið
Gud, kongen og fædre-
landet í dag?
– Eg haldi framvegis, at
hasi hugtøkini eru kjarnan í
okkara samfelag, men tey
skulu nútímansgerast. Gud
stóð fyri religón og religi-
ónsfrælsi, og í fluttari
merking kann tað í dag
standa fyri tollyndi, har
fólk í okkara samfelag
skulu hava frælsið til at
hava eina religión, sum tey
kenna seg væl í.
– Leiklutin hjá kongi
kann í dag flytast til okkara
rættarsamfelag, har vit øll
skulu fylgja somu lógum.
Vit skulu ikki hava eitt
uppbýtt samfelag, har tú t.d
í Tórshavn hevur nakrar
lógir, meðan tú eitt nú í
Vágum hevur Sharialóg-
gávuna, tí tað gongur snøgt
sagt ikki. Vit mugu hava
felags lógir í einum sam-
felag, sum øll verða noydd
at halda.
– Fædrelandet vil eg
yvirføra til tjóðina, sum við
sínum siðvenjum og virð-
um hevur ein týðandi part í
okkara samfelag. So sum
sagt er Gud, kongen og
fædrelandet
framvegis
galdandi í konservativum
politikki, men bara í einum
broyttum sniði.
National staturin
Herðnaðarmál
og
geo-
politikkur. Undir stórum
pørtum av kalda krígnum
vóru hetta økini, sum nati-
onal staturin mátti góð-taka
vórðu viðgjørd á altjóða
stigi. Hinvegin hevði nati-
onal staturin fullan ræðis-
rætt yvir fíggjarmálum,
vinnumálum, lógarmálum,
umhvørvismálum os. fr.
Hetta býtið millum natio-
nalan og altjóða politikk
hoyrir í dag eini fortíðini
til. Rákið seinnu árini hevur
verið, at national staturin
hevur latið størri og størri
lut av sínum avgerðarrætti
til altjóða felagsskapirnar.
At ES, WTO, NATO og
ST hava yvirtikið fleiri av
uppgávunum hjá national
statinum, hevur varpað
nýtt ljós á national statin
sum skipan í altjóða sam-
felagnum.
Vit hava spurt Per Stig
Møller, hvørjar uppgávu
konservativir
politikarar
halda, at national staturin
skal røkja í einum heimi,
har yvirnationalu felags-
skapirnir fáa størri og størri
ávirkan.
– Hóast menniskjur og
vørur flyta so skjótt sum
ongantíð áður, so er tað
ómetaliga týdningarmikið,
at vit ikki ímynda okkum
ein heim uttan national
statirnar. Tað ber snøgt sagt
ikki, at vit taka týðandi av-
gerðir uttan nationalu stat-
irnar. Vit fara altíð at hava
okkara uppruna í mentan
og siðvenjum, sum er knýtt
at national statinum. Eftir
mínum tykki skal national
staturin vera byrjanarstøðið
fyri tí globala, ella sum eg
plagi at siga: Tað nationala
er tað basala í tí globala, tí
annars verður einki skil í.
Hvørjar uppgávur eigur
nationalstatinum at lyfta?
– Eg haldi, at fremstu
uppgávurnar hjá national
statinum skulu vera á sosi-
ala økinun, innan útbúgv-
ing og á mentanarøkinum,
svarar Per Stig Møller stutt
og avgjørt.
nini eru ein gáva til okkum
Navn: Per Stig Møller
Føddur: 27. august 1942
Útbúgving: Studentur 1961. Mag. art á Købenshavns
universitet 1967. dr. Phil 1973
Starvsroyndir: Mentanarredaktørur á Danmark Radio
1973-74. Souschef í mentanar- og samfelagsdeildini
1974 og aftur 1976-79. Programleiðari 1979-84. Lektor á
Sorbonne í París 1974-76. Arbeiddi á Berlingske
Aftenavis og Berlingske Tidende 1969-72.
Bókmentaredaktør á B.T. 1967-69
Politiskar royndir: Valdur í Fólkatingið í 1984.Formaður
í Konservativa flokkinum 1997-98.Limur í Evroparáðnum
1987-1990 og frá 1994.Umhvørvisráðharri 1990-1993.
Uttanríkisráðharri 2001-
FAKTA