mánadagur 4. mars 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
G DAGLIGA HOYRT
CEBOOK
borgari inn á facebook bólk
in, sigur Elin.
Talan er um enn ein
borgara, ið kærir sína neyð.
Ferðslan á bólkinum er stór.
Hann er bara ein av fleiri
borgarum, ið skrivar. Nógv
skriva inn á bólkin dagliga,
og tí fær Elin eisini úr at gera.
– Eg royni at lesa alt, sum
fólk skriva. Tað er ofta, at eg
ikki nái tað, tí tað eru alt ov
nógv, ið skriva. Men tað er
bara gott, tí tað er sera týdn
ingarmikið at vit fáa eitt
breitt og drúgt kjak um bú
staðarviðurskiftini í Føroy
um, og at so nógv sum gjør
ligt luttaka í kjakinum, sigur
Elin avgjørd.
Núverandi bústaðartil
boð eru ofta óvirðilig
Elin hevur búð í fleiri um
førum uttanlands, har hon
hevur roynt fjølbroyttar bú
staðir. Hon heldur, at tað er
løgið, at Føroyar ikki hava
fleiri tilboð um fjølbroyttari
bústaðarmøguleikar. Sum til
dømis fleiri íbúðarbygningar
við almennum og privatum
leiguíbúðum, eigaraíbúðum,
lutaíbúðum, býlingum við
smærri húsum og annars alt
ernativum búfelagsskapum.
– Hetta er bæði óinteres
sant, ókreativt, ófjølbroytt
og ikki minst ófrælst, vil Elin
vera við.
Elin hevur eisini sjálv følt
inn á bein, hvussu tað er at
mangla bústað her í Før
oyum. Hon minnist, at hon
í onkrum føri hevur verið
noydd til at ringt til fólk fyri
at vita, um teirra leiguíbúð
var tøk, tí tað simpulthen
ikki var nakað at finna. Har
afturat vísir hon á, at tað
eisini kemur fyri, at bústað
artilboðini eru óvirðilig. Hon
minnist aftur á einaferð, har
hon flutti inn í eitt kjallara
kamar í Havn, sum var 7,5
kvadrat metur.
– Tað var ræðuligt. Har
var bara pláss til eina mad
rass og eitt kuffert. Átta fólk
leigaðu hvør sítt kamur í
kjallaranum, og veggirnir
vóru so tunnir, at alt hoyrd
ist ímillum. Felags køkurin
var pinkalítil, og har var
bara ómálað betong gólv og
so nøkur skáp og ein hálvur
ovnur. Einki borð ella stólar
at sita á. Mitt í køkinum stóð
brúsan, sum øll 8 fólkini
skuldu nýta. So umstøðurnar
vóru ikki nøktandi, hvørki so
ella so, greiðir Elin frá.
Úrslitið varð eisini, at Elin
flutti út aftan á stutta tíð og
fór til Danmarkar, sum hon
hevur gjørt meiri enn eina
ferð – vegna ónøktandi bú
staðarmøguleikar í Føroyum.
Tak yvir høvdið er ein
so grundleggjandI
Elin heldur framvegis ikki,
at føroyski bústaðarmarkn
aðurin er nakað fyri hana, ið
ikki ynskir at keypa eini stór,
dýr hús.
– Eg eri als ikki tann ein
asta, ið havi hesa hugsan.
Tað eru fleiri dagliga, sum
skriva út á facebook bólkin
og til mín privat um sínar
hugsanir og kæra sína neyð.
Hetta eigur ikki at vera so,
tí tak yvir høvdið er ein so
grundleggjandi partur í ein
um vælferðarsamfelag. Ein
bústaður er ikki bara eitt
ítøkiligt stað, men tað gevur
eisini tryggleika og fortreyt
fyri at liva ein støðugan ger
andisdag og eitt virðiligt lív.
Elin heldur, at tað hevur
stóran týdning at fáa eitt
kjak um evnið. Onkursvegna
at gera eina kollvelting, tí nú
má okkurt henda, vil hon
vera við.
– Eg elski Føroyar. Álvara,
eg ELSKI Føroyar, ger Elin
greitt. Tó eru tað ikki nóg
nógvar ábendingar um, at
tað eru rúm fyri slíkum sum
mær og mongum øðrum, ið
ikki ynskja at taka eitt stórt
lán og keypa eini hús. Um
tað ikki gongur skjótari við
at gera bústaðarmarknaðin
fjølbroyttari, kann eg ikki
búgva í tí landinum, eg elski,
sigur Elin.
Aftur tøgn. Nú skrivaði
aftur onkur til Elina.
– Er tað aftur á bólkinum,
at tað verður skrivað?
– Ja, tað er tað. Hesaferð
er tað ein eldri kona, sum
greiðir frá, at hon pínist av
at hús hennara forfara... Hon
er einkja og hevur eini stór
hús. Hon skrivar, at hon so
fegin hevði unt eini familju
við børnum húsini, men tað
kann hon ikki. Hon má jú eis
ini búgva onkustaðni sjálv.
Hon ynskir sær at búgva í
einum búfelagsskapi í einum
kamari ella íbúð við felags
køki og øðrum hentleikum
saman við øðrum, men slíkir
búfelagsskapir finnast ikki í
Føroyum - enn, greiðir Elin
frá.
Mest umrødda evnið
seinastu árini
Soleiðis verður Elin ofta av
brotin í gerandisdegnum.
Tvey ára gamli bólkurin er
sera virkin. Dag og dagliga.
Stór ferðsla av neyðarrópum.
Harafturat er Elin eisini
nevndarlimur í tvey ára
gamla
áhugafelagnum
“Búgva”, sum arbeiðir fyri
fjølbroyttari bústaðarmøg
uleikum.
– Bæði tey í nevndini
í Búgva og sera nógvir av
limunum í Búgva eru sera
stuðlandi við at varpa ljós
á væntandi bústaðarmøg
uleikarnar í Føroyum. Tey
eru einki minni enn fant
astisk, og eg eri sera takk
som fyri, at vit eru so mong,
sum hava sama mál – at
fáa fjølbroyttari bústaðar
møguleikar í okkara heim
landi. Bæði til okkum sjálvi
og til okkara eftirkomarar,
sigur Elin.
Elin vísir á, at tey, ið hava
tørv á einum bústaði, eru úr
ymiskum samfelagsbólkum
og eru ymsa staðni á lívs
leiðini. Ein av hesum bólku
num eru einligar mammur
og láglønt. Til dømis stóð ein
kvinna fram í Degi og Viku
og kærdi sína neyð, nú hon
bleiv heimleys.
Kvinnuhúsið hevur víst á
trupulleikan við, at kvinnur
nar, ið gista har í eina tíð, ikki
kunnu fara út í samfelagið
aftur. Orsøkin er, at tað er ov
trupult hjá teimum at fáa ein
bústað.
Harafturat vísti Bank
Nordik eisini á, at kundarnar
oftari fáa noktandi svar, tá
teir biðja um lán til sethús.
Orsøkin er, at húsaprísurin
er hægri enn lønarinntøkan.
Bara í hesum árinum er set
húsaprísurin hækkaður átta
prosent.
Men nú tikkaði aftur hjá
Elini. Facebook boð um, at
onkur aftur hevur skrivað á
bólkin.
Bústaðarneyð og kjak
bólkurin,
sum
Elin
fyri
tveimum árum síðani setti á
stovn, er blivin eitt tað mest
umrødda evnið seinastu ár
ini – og verður tað helst eina
góða tíð afturat – tí enn er
trupulleikin langt frá loyst
ur.
Tað eru
fleiri dag
liga, sum
skriva til
mín privat
um sínar
hugsanir og
kæra sína
neyð
Elin Hentze, sum hevur stovnað Facebook-bólkin »Fjølbroyttari
bústaðarmøguleikar í Føroyum« heldur, at tað er løgið, at Føroyar ikki
hava fleiri tilboð um fjølbroyttari bústaðarmøguleikar