mánadagur 4. mars 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VOLKSWAGEN HELDUR STØÐUNA
Aftur í februar og eisini higartil í ár er Volkswagen mest seldi
bilur í Føroyum. Tað vísa hagtøl frá Akstovuni, sum hevur gjørt
upp støðuna, nú fyrstu tveir mánaðirnir eru farnir av árinum.
Volkswagen, sum var mest seldi bilur í Føroyum í fjør, liggur á fyrsta
plássið við 63 seldum bilum. Á øðrum plássi kemur Renault við 55
og Toyota á triðja plássi við 50 seldum bilum.
Rættuliga fitt av fólki hevði
leitað sær í Gamla Seglhúsið í
gjár, tá listaframsýningin við
Arnold Vegghamar lat upp.
Hanna Jensen, landsstýr
iskvinna bar fram eina røðu,
sum her verður endurgivin:
»Arnold Vegghamar, fødd
ur í 1937, vaks upp á vøkrum
stað, eitt stað, sum er grund
in, hann byggir sína list á
– bæði tað fysiska staðið,
men eisini andaliga jørðildið,
hann sprettur úr – hesi hevur
hann vovið inn í málningar
sínar á bæði livandi og still
an, men víðgongdan hátt
fram til hendan dag:
Hamrarnir,
hagagrótið,
bátarnir, Fugloy, mølin í Eiðs
vík, húsfólkini, drýlurin, hug
burður og handalag teirra, ið
sleptu, lokala jarðarferðin,
grindadrápið, havið, hagin
og ljósið, lýsið og litirnir, so
leiðis sum hesi hava fest seg
í hansara djúpt listarligu sál.
Arnold var fyrst sjómaður
og lærdi so handverk, men
eg og mong við mær kenna
hann best sum listamann,
sum hann jú eisini er fyrst
og fremst. Og hóast eg yndi
hansara lyst, so er dagurin
í dag og framsýningin her
í Seglhúsinum mítt fyrsta
høvi at hitta listamannin. Tí
eri eg enn meira takksom at
kunna siga nøkur orð til hesa
fernisering.
Sambært bókini um Vegg
hamar, sum kom út á Lista
savni Føroya í 2010, og sum
Dagmar Warming skrivaði,
so hevur Arnold mest sum
ongan av heimsins stóru
myndlistamonnum sæð við
egnum eygum, tó hann er
ein av teimum sjálvur. Eg
hugsi sjálvandi um kendu
málningarnar eftir Van Gogh
og t.d. fronsku impressionist
arnar, sum ferðafólkahópar
nir valfarta til á hvørjum ári í
Washington, New York, París,
Amsterdam og aðrastaðni.
Hetta er fyri mær eitt
prógv um, hvussu sterk
list er, og hvussu hon ikki
fornoktar seg sjálva, men
spríkir fram í teimum, sum
eru borin til at bera hana
fram. Tí hvør kundi spátt,
at hesin Norðoyasonur, sum
eins og hinir fór til sjós um
fermingaraldur, skuldi gerast
so sannførandi amboð list
arinnar? Tó, móðurin kendi
viðkvæma sinnið, sum tykist
vera treyt fyri at kunna lata
upp á víðan vegg fyri sannari
skapan.
Longu í 1957 sýndi Vegg
hamar fram í Havn á ólav
søkuframsýningini, og her
standa vit í Klaksvík ein fagr
an sunnudag í mars í Harrans
ári 2019. Viðareiðismálarin
hevur sostatt verið virkin al
ment í skjótt 62 ár!
Og tá hann búði burturi í
Keypmannahavn og í Havn,
kom hann nógv meira saman
við listafólki í dagsins verki
og nógv minni út til fram
sýningar; og tað tykist sum
hann heldur seg til skap
anina, hann er kallaður til
- heldur hondini á plónni og
hyggur ikki aftur um seg, og
rundan um seg, men fram!
Og kom fyri 20 árum síðani
aftur til heimbygdina at
búgva og virka.
Hann hevur fingið undir
vísing og hevur havt atgongd
til heimsins list og listasøgu,
serliga gjøgnum bókaverk og
samskifti, men hann er ann
ars einastandandi – bæði
meðan hann arbeiðir og í
m.a. sínum litavali, har hann
endurskapti føroyska lands
lagsmálningin, og livir í fleiri
týdningum tætt at sínum
myndevnum og sínum verk
um.
Menniskju eru fá í hans
ara samlaða listaverki – tey
nærmastu og onkrar serligar
hendingar í bygdini, eins og
fuglaveiða, fiskiveiði , grind
og berjadagar, sum eru fólk
alív, eru við, men annars eru
tað grótið, bátarnir og húsini
á løriftinum, sum spæla leik
lutin sum persónligheitir.
Og júst tað gera tey: klóku
ella innhugsandi húsini við
fótin á Malinstindi, spelknu
bátarnir á Eiðsvík við mølini
í forsýni og Fugloy í baksýni,
teskandi hagagrótið í mongu
ævintýrkendu høgum lørifts
hansara, men eisini hin eins
ligi varðin – hvat er tað hann
sigur?
Viðareiði fostraði soleiðis
ein son, hvørs navn er tætt
knýtt
at
myndevnunum,
homrunum, sum hann hevur
málað úr ymiskari frásjón,
við ymsari tøkni og heilt
ymiskum
fangandi
litum
gjøgnum árini. Eina rødd
myndarinnar, sum viðhvørt
syngur duett við hin eisini
nýbrótandi
bygdamannin,
skaldið Chr. Matras. Eg hugsi
um orðini:
“Nú dimmir í blánandi
líðum”, “Og fjallið hvílist í
kvirru” og “Nú skýmir um
røkur og líðir”.
Eisini hugsi eg um tónan
og bygdalívið í yrkingini
“Einki er sum summarkvøld
við strendur”.«
Eftir hetta frumfamførdi
Rani Nolsøe spildurnýtt lag
og bjóðaðu vertirnir annars
lættari ábit og okkurt lesk
andi afturvið. Somuleiðis
kundu øll njóta høvi at skoða
teir 36 oljumálningar, sum
Arnold so hegnisliga hevur
greitt úr hondum.
Framsýningin,
sum
er
ókeypis at vitja, hongur uppi
í allan mars mánaða og er
opin mánadag til fríggjadag
frá 14:00 til 17:00 og sunnu
dagar frá klokkan 14:00 til
19:00.
Arnold Vegghamar – Listamaður
frá norðastu homrum Føroya
søkir eftir
journalistum
– at byrja skjótast gjørligt
í fulltíðarstarvi
UM STARVIÐ
Sum journalistur í Miðlahúsinum arbeiðir tú við at
gera tilfar til ymisku miðlar okkara, fyrst og fremst
Sosialin og in.fo. Tú dekkar tað, sum hendir og er
vakthundur í samfelagnum.
Tú verður partur av eini dynamiskari redaktión, sum
arbeiðir við tíðindum at kalla allan sólarkringin.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur journalistiska ella
aðra viðkomandi útbúgving. Tú skalt hava royndir
við tíðindaflutningi, og tú skalt tora at avdúka tað,
sum onnur vilja halda dult.
Tú skalt duga føroyskt væl og virðiliga bæði í skrift og
talu og duga at skriva lætt og livandi og gott føroyskt
mál.
Arbeiða í toymum
VIT VÆNTA:
•
at tú brennur fyri tíðindaflutningi
•
at tú hevur dirvi og áræði í tínum arbeiði.
•
at tú ert málsliga væl fyri
•
at tú hevur góðan telduførleika
•
at tú dugir og tímir at arbeiða sjálvstøðugt
•
at tú dugir at halda høvdið kalt
•
at tú hevur høgt trúvirði og góðan kritiskan sans
•
at tú dugir at arbeiða undir trýsti
•
at tú dugir at gera av, hvat er viðkomandi
tíðindaflutningur
•
at tú ert klár/ur, tá ein søga skal forteljast
VIT BJÓÐA:
•
Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss
•
Møguleika fyri í stóran mun at skapa tín egna
arbeiðsdag
•
Góðar starvsfelagar
•
Eitt spennandi og áhugavert starv, har eingin
dagur er líka
•
Eitt starv, sum gevur tær innlit í øll viðurskifti í
føroyska samfelagnum
•
Føroya bestu plasering – í Vágsbotni í Havn.
LØN OG SETANARTREYTIR
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt
sambært avtalu. Hevur tú spurningar kanst tú
ringja ella skriva teldupost til Eirik Lindenskov,
ábyrgdarblaðstjóra á Sosialinum á 216409 og eirikur@
sosialurin.fo
Umsóknir skulu sendast til eirikur@sosialurin.fo
Um Miðlahúsið
Sosialurin, sum er komin út síðani 1927, kemur út tríggjar
ferðir um vikuna, mándag, mikudag og fríggjadag. Mikudag
verður Sosialurin borin í hvørt hús í landinum. Tíðindi á FM1
verða send gerandisdagar klokkan 11, 12, 15, 16 og klokkan
17. Miðlahúsið hevur eisini drúgvastu roydir við tíðindum
á internetinum, sum hevur verið ein nátúrligur partur av
redaktiónini síðani 1997. Miðlahúsið eigur tíðindaportalin
in.fo, sum telist millum Føroya størstu tíðindasíður. Í
Miðlahúsinum starvast um 25 fólk.
Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúla- og undirvísingarmálum, setti framsýningina í
Gamla Seglhúsinum í Klaksík við málningum hjá Arnold Vegghamar