Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BARNALIST Í RIBARHÚSI Mánadagin 4. mars fer næsta barnalistin, sum hekk i Gamla skúla í Fuglafirði,upp at hanga í Ribarhúsi. Nú hevur tann fyrsta hingið uppi í eina viku. Hetta er sanniliga ein dýrdarkossur í liti og skapi, sum hevur sagt sína søgu, hvussu børn kunnu lata skapini í - seta tey saman og fáa henda gróður at tosa sítt stumma mál sínámillum. Tað er eingin list á Guðs grønu jørð, ið ber so fagran, óspiltan gróður við sær sum barnalistin. Myndirnar hanga uppi alla næstu viku og eru til skjals, meðan Piddasa handil er opin. Hesa sýningar eru eisini í samband við at Varmakeldu málningaframsýningin verður fimmti ár í ár. Henry Jarnskor, á Strond­um andaðist fríggj­a­dagin 1. mars á Klaks­vík­ar sjúkrahúsið 85 ára gamal. Poul Hansen, sakførari úr Havn, andaðist mikumorgun 27. febru­ ar, 64 ára gamal. Rebekka Maria Anda, fødd Rasmussen, ættað frá Norðskála, búsitandi á Klepp í Norra, andaðist týsmorgunin 26. febru­ ar, 91 ára gomul. Leif Knudsen, føddur á Argjum, fyrrverandi yv­ir­lækni á Klaksvíkar sjúkra­húsið, andaðist í Keyp­mannahavn, sunnu­dagin 24. februar Edith í Jansagerði Eg­holm, Miðvágur, and­aðist á Lands­sjúkr­a­ hús­i­num mánadagin 25. februar, 74 ára gomul. Lars Petur Skogan Hjelm, ættaður úr Vági, búsitandi í Keypmannahavn, andaðist á Rosenlund leygardagin 23. februar. Elina Poulsen, fødd Klein, ættað úr Funningi, búsitandi í Klaksvík andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi sunnudagin 24. februar, 95 ára gomul. Edith í Jansagerði Egholm, Miðvágur, andaðist á Lands­sjúkr­a­ hús­i­num mánadagin 25. febr­uar 74 ára gomul. Kristina Ólavsdóttir Clementsen, fødd Jacobsen, vanliga nevnd Kristin, ættað úr Skálavík, búsitandi í Skop­un, andaðist leyg­ar­dagin 23. februar 76 ára gomul. Minna á Hædd, ættað úr Klaksvík, búsitandi í Leynum andaðist leygarmorgunin 23. ferbruar í heiminum hjá dóttrini í Rødovre, 76 ára gomul. Sofía Grønagarð, fødd Bjartalíð vanliga nevnd Fía, ættað úr Klaksvík, búsitandi í Havn, andaðist á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimið í Runavík leygardagin 2. februar, 78 ára gomul. ANDLÁT NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Vælkomið Bestu ynskir lítla barn Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku við barninum, og vit vilja fegin siga frá hesum í teiginum “Føðingar”. Send teldupost til: barn@sos.fo Upplýs: Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.), navn foreldranna/systkin og bústað. Send mynd við Øll børn, sum koma í blaðið, fáa ein bamsuklút sendandi frá Sosialinum Framtakið hev­ ur kunngjørt tvey valevni til løg­tings­ vali: Hjalmar Zach­ar­iassen og Re­bekku Vest­er­gaard Rebekka Vestergaard, sum í 2011 stillaði upp fyri Javn­að­ ar­flo­kkin, er nú listanum hjá Framtakinum at verja rættin velja medisinskt kannabis, og hon sigur soleiðis um seg sjálva: »Eg eiti Rebekka Vest­er­ gaard, eigi tvey børn og eri ped­agogur. Eg havi búð og arbeitt í Ís­landi, Skotlandi og Norra. Har havi eg arbeitt við fiski, og síðani havi eg lisið til pedagog í Danmark og ar­ beiði nú í barnagarðinum á Tvør­oyri. Eg velji at stilla upp við Fram­takinum, tí eg taki und­ ir við rættinum til at velja med­isinskt kannabis. Eisini stilli eg upp fyri at gera nak­ að við bú­stað­ar­pol­i­tikk­in í Før­oyum, ið eg meini skal líkj­ast tí í Danmark. Serliga vil eg hjálpa upp á bú­stað­ ar­støð­una hjá einligum for­ eldr­um og øðrum einligum og lág­lønt­um. Hetta má fá­ast í lag í Føroyum - ikki í morg­ in, men skuldi verið komið í lag fyri 100 árum síðani.« Rebekka Vestergaard gjørd­ist nummar 34 á list­a­ num hjá Javn­aðarflokkinum t­il løg­tings­valið í 2011 við 23 at­kvøðum. Framtakið at verja rættin at velja medisinskt kannabis hevur nú kunngjørt tvey valevni, Rebekka stillar upp fyri Framtakið VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN Hildigunn Lützen og Bergur Lützen, fingu 25. februar 2019 ein beiggja, 53 cm, 3990 gr., . Fríggjadagin andaðist Henry Jarnskor á Strondum Henry Jarnskor var ættaður úr Gøtu, sonur Palla Jarnskor og Poulinu Jarnskor. Hann var giftur við Jó­ honnu av Strondum, og tey áttu fýra børn. Henry Jarnskor byrjaði sum so mangur annar ung­ l­ingi á sjónum 14 ára gamal. Fyrsti túrurin var við trolar­ a­num, Tróndi í Gøtu. Hann var víða, sum fiski­ mað­ur. Seinni sigldi hann við trol­ar­unum hjá Kjølbro, við týsk­um trolarum og mong­ um øðrum. Tá ið Bygdaleiðir fóru at koyra var Henry Jarnskor ein teirra, sum fekk sær buss og koyrdi fyri bygdaleiðir. Men hann hevur eisini lut­tik­ið í mongum felags­ ar­ beiði. Bæði í arbeiðar­a­rørsl­ uni og innan Javnað­ar­flokk­ in. Ikki er tó at gloyma hans­ ara virksemi innan ítróttin. Í mong ár var hann formaður í Stranda Ítróttarfelag. Hann stríddist dúg­liga við at fáa pen­ing til felagsarbeiðið, mill­um annað skipaði hann fyri hópin av konsertum við al­tjóða kendum tónleika­ nøvn­um. Men Henry Jarnskor var gøtu­maður og í fótbólti iv­ aðist eing­in í, hvar hjarta hansara var. Øll árini við GÍ var hann trúgv­ur viðhaldsmað­ur og stuð­ul hjá leikarum og fel­ ag­, og síðani Víkingur í 2008 bleiv felagið hjá Gøtu og Leir­vík, hevur hann eisini stuðl­að teimum. Tað gav at bíta, tá ið hann var søguliga túrin við í Tromsø, tá ið Víkingur spældi Evropa­dyst heilt uppi í Norð­ur­noreg og komu víð­ ari í kappingini. Henry Jarnskor var al­tíð góður at hitta – tíð­inda­fróð­ ur og vælvitandi um øll sam­ felags­viðurskifti. Jarðarferðin verður úr Gøtu ­kirkju mikudagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Henry kunnu lata bú­fólk­u­ num á Heiða­stovu á Eyst­ur­ oyar Ellis- og Røkt­ar­heimi eina peningagávu á konto í Betri Banka. Henry Jarnskor deyður Gøtumaðurin á Strondum, Henry Jarnskor, andaðist fríggjadagin 85 ára gamal