Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26 Hin 1. mars byrjaði Jenny Jónsdóttir Nielsen at arbeiða í Fuglafjarðar læknadømi. Hon er lækni og er í holt við at útbúgva seg sum kommunulækni. Tað er nógvur fiskur at fáa Í løtuni er trolbátur á veg til lands fullur undir lúkurnar, og í seinastu viku rokaðust menn rættiliga við snellu á útróðri Vilmund Jacobsen Seinastu dagarnar hava teir smáu trolbátarnir havt góðan fiski­skap. Í løtuni siglir Skálafossur inn við fullari last, 55.000 pund­um. Teir byrjaðu túrin seinasta mánadag har norðuri í geiranum, teir rópa. Ætlanin hjá teimum var at fara vestur um Suðuroynna at fiska havtasku, og her hava teir so roynt teir seinastu dag­ arnar á túrinum og havt hampi­ligan fiskiskap. Sum skilst, hava onkrir trol­ bátar ligið norðan fyri og fiska tosk og hýsu, og aðrir hava fiskað havtasku á Skeiva­ banka. Sagt verður frá góðum fiski­ skapi. Í vikuni koma helst fleiri av trolbátunum inn at landa, og sum nevnt er Skálafossur á veg til lands, fullur undir lúk­ urnar. Góður útróður Seinastu tíðina hava snellu­ bátar havt rættiliga góðan fiski­skap. Frætt er um góðar dagar bæði vestan fyri og norðanfyri. Herfyri høvdu snellubátar úr Sørvági onkrar heilt góðar dagar, og í seinastu viku rok­ aðust bátar av Sandi rættiliga. Bátar, sum rógva út við snellu av Sandi, høvdu so mikið góðar dagar í síðstu viku, at bilurin hjá Høj Flutn­ ingi hin eina morgunin kom úr Sandoynni við ikki færri enn 27 kørum av fiski. Henda dagin hevði ein bátur við einum manni 4.500 pund, og ein annar snellubátur hevði 4.000 pund. Aðrir bátar høvdu eisini væl av fiski. Nógvir snellubátar rógva út av Eiði, og eisini her hava menn gjørt góðar dagar. Kanska 20 dagar Hetta eru alt smáir bátar, sum skjótt verða ávirkaðir av veðri. Teir, sum regluliga plaga at fiska torrafisk og gýtingarfisk, siga, at tá várið eydnast væl, fáa teir kanska einar 20 dagar, men tá er eisini neyðugt at liggja fram við og taka allar teir dagar, tað viðrar. Margáir boðið út Vilmund Jacobsen Timburarbeiðið í samband við víðkan og broytingar av felagshúsinum við Marg­ áir í Streymnesi er nú boðið út í almennari lisita­ tión. Arbeiðið fevnir um inni­ lok­an av nýggjum tilbygn­ ingi og nýggja takkon­ struk­tión yvir bygning og skýlið. Um heimasíðuna – www. sunda.fo – sæst, hvussu møguligir bjóðarar fáa fatur á útbjóðing­ar­til­fari, og her sæst eisini, at tilboð skulu verða skriv­stov­uni hjá Sunda komm­unu í hendi í seinasta lagi hin 25. mars klokkan 13. Lisitatión verður sama dag, sum tilboðini skulu verða inni, og hetta verður klokkan 13.05, har bjóðandi arbeiðstakarar kunnu verða hjástaddir. - Vit tilskila okkum rætt til at velja millum inn­kom­ in tilboð ella ongum at taka av, siga tey í Sunda komm­unu. ÓKEYPIS: Umsjónarmaðurin hjá Vestmanna kommunu hevur skorið træstammur sundur í pinnabrenni. Tilfarið er reint træ og er vælegnað at brenna. - Borgarar kunnu heinta hetta ókeypis á bingjuplássinum, sigur kommunan. Eftirløn á aðalfundi Á aðalfundi hjá Maskinmeistara­felagnum verður kunning um eftirlønarviðurskifti Vilmund Jacobsen Maskinmeistarafelagið fer at halda aðalfund leygardagin 16. mars. Á skránni verður eitt nú val av nevndarlimum og til­ taks­limum. Tá freistin at stilla upp var úti, vóru tvey valevni upp­stillaði. Tey eru verandi nevnd­arlimur og næst­for­ mað­ur, Regin Olsen, sum starv­ast á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi og Berit Hovsgarð, sum starv­ast hjá Vágsverkinum hjá SEV. Sitandi nevndarlimur, Hans Ingvard Joensen, hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur hesaferð. - Uppskot til nevndarlimir kunnu eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum, siga tey í Maskin­meistara­felagn­ um. Umframt tey vanligu ting­ ini, sum sambært reglunum verða á skránni, verður eisini ein fyrilestur um eftir­løn­ar­ viðurskifti, og her verður høvi hjá limum í Maskin­ meist­ara­felagnum at seta spurn­ingar.