mánadagur 4. mars 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26
Gongur væl á Viðareiði
og í Hvannasundi
Tað er ikki eiti á so stórur, sum inntøkuvøksturin
higartil í ár hevur verið í Viðareiðis
kommunu og Hvannasunds kommunu
Vilmund Jacobsen
Hóast
tunlarnir
eru
trongir og soleiðis eru
stórur fótongul, bæði hjá
vinnu og fólki, so hevur
vøksturin higartil í ár í
kommunuskattinum kort
ini verið óvanliga stórur í
Viðareiðis kommunu og
Hvannasunds
kommunu.
Hagstova Føroya veit
at siga, at talið av løntak
arum ongantíð áður hev
ur verið so høgt sum nú,
og talið av arbeiðsleysum
hevur ongantíð verið so
lágt sum nú.
Sáttmálaásettar lønar
hækkingar og reguler
ingar í øðrum veitingum
hava eisini verið.
Hesin veruleikin man
vera ein partur av frá
greiðingini til ógvusliga
vøksturin, men tað sæst
sjálvandi eisini væl aftur,
at virksemið í alivinnuni
er stórt í økinum, og at
tað gongur væl í útróðri
og fiskiskapi sum heild.
Í februar var skatta
inntøkan
í
Viðareiðis
kommunu 43,24 prosent
hægri, enn hon var sama
mánað í fjør. Inntøkan
var 1.471.033 krónur, og
vøksturin
var
soleiðis
444.032 krónur.
Í februar var skatta
inntøkan í Hvannasunds
kommunu 20,99 prosent
hægri, enn hon var sama
mánað í fjør. Inntøkan
var 1.292.016 krónur, og
vøksturin
var
soleiðis
224.110 krónur.
Higartil í ár er vøkst
urin í Viðareiðis komm
unu heili 28,32 prosent,
og
í
Hvannasunds
kommunu er hann 26,33
prosent.
Í báðum kommunun
um eru skattaprosent og
barnafrádráttur óbroytt
í 2019 sammett við 2018.
Í Viðareiðis kommunu
er skattaprosentið 20,5,
og barnafrádrátturin er
7.500 krónur.
Í Hvannasunds komm
unu er skattaprosentið
19,75, og barnafrádráttur
in er 7.000 krónur.
Miðal vøksturin í øll
um kommununum í Før
oyum fyri januar og febr
uar er 12,14 prosent.
Hin 19. mars byrjar
samrøðubólkur fyri
fólk, ið hava mist
makan av krabbameini,
og tað er Krabbameins
felagið, sum skipar fyri
samrøðubólkinum.
Taka hond um
ferðslutrygdina
Økt vinnuligt virksemi á
havnalagnum gevur Vágs
kommunu avbjóðingar
Vilmund Jacobsen
Næstu tvær vikurnar –
og frá í dag, mánadagin 4.
mars at rokna – fer Vágs
kommuna í eini roynd
artíð at skipa skúlapatr
ulju við vestaru inn
gongdina til Vágs Skúla á
Vágsvegi.
- Við øktum vinnulig
um virksemi á havnar
lagnum er ferðslan á
Vágsvegi um morgnarnar
økt seinastu mánaðirnar.
Fyri at bøta um ferðslu
trygdina
við
skúlan,
verða nú sett í verk
ferðslutrygdarátøk
við
Vágsveg.
Í Vágs kommunu siga
tey, at frá í morgun at
rokna og tvær vikur fram
verður skúlapatrulja við
inngongdina á Vágsvegi
við Vágs kirkju.
- Patruljan verður í
økinum frá klokkan 7.30
til klokkan 8.30 frá mána
degi til fríggjadag. Roynd
artíðin
verður
eisini
brúkt til at heinta inn
hagtøl um ferðsluna til
skúlan, bæði í bili, súkklu
og til gongu.
Vágs kommuna heitir
á foreldur um at fara frá
húsum í góðari tíð.
- Heitt verður eisini á
foreldur í vestara parti
av býnum, vestan fyri
FAST, sum koyra børn í
skúla, um at seta tey av
við inngongdina á ovara
vegi, Toftavegi.
Lagt verður aftrat, at
umframt
skúlapatrulj
una, hevur kommunan
eisini bílagt nýggj blunk
andi
ferðsluljós,
sum
skulu setast upp við
gonguteigin við vestaru
inngongd til Vágs skúla á
Vágsvegi.
Fleiri til
arbeiðis
og meira
skattur
Vilmund Jacobsen
Í øllum kommununum í
Sandoy hevur vøksturin í
kommunuskattinum tveir
teir fyrstu mánaðirnar í ár
hægri enn miðal vøksturin
í kommunuskattinum
í Føroyum sum heild.
Sambært Hagstovu Før
oyar var miðalvøksturin
í kommunuskattinum
fyri januar og februar
samanlagt 12,14 pro
sent, men í teimum fýra
kommununum í Sand
oynni var vøksturin
í hesum tíðarskeiði
hægri enn so.
Nógv tann størsti vøkst
urin var í Sands komm
unu, har hann fyri januar
og februar var heili 26,45
prosent. Skattainntøkan
hesar mánaðirnar var
2.689.195 krónur, sum
er ein meirinntøkan
á 562.439 krónur.
Í Skálavíkar kommunu
var vøksturin 19,35
prosent. Skattainntøkan
var 991.364 krónur,
og meirinntøkan her
var 160.762 krónur.
Í Skopunar kommunu
var vøksturin 14,96
prosent. Skattainntøkan
var 2.358.563 krónur, og í
Skopun var meirinntøkan
306.925 krónur.
Í Húsavíkar kommunu var
vøksturin 14,77 prosent.
Her var skattainntøkan
488.901 krónur, sum
er ein meirinntøkan
á 62.920 krónur.
Hyggja vit eftir Sandoyar
sýslu, sum eisini fevn
ir um Skúvoy, var
vøksturin í Skúvoyar
kommunu, undir miðal.
Vøksturin í skatti fyri
januar og februar var
9,91 prosent. Inntøkan
hjá Skúvoyar kommunu
var 180.124 krónur, og
meirinntøkan fyri hesar
báðar fyrstu mánaðirnar
var 16.240 krónur.
Í nevndu kommunum
eru skattaprosent og
barnafrádráttur óbroytt
sammett við 2018.
Sambært Hagstovuni
minkaði arbeiðsloysið í
Sandoynni úr 1,8 og niður í
1,4 prosent í tíðarskeiðnum
frá desember 2017 og
fram til desember 2018.
Hagstovan leggur aftrat,
at hóast fólkatalið
í Sandoy er minkað
seinastu fimm árini, so er
løntakarafjøldin vaksin.
Lutfalsliga er fólkatalið
í Sandoy minkað við
fýra prosentum seinastu
fimm árini, men talið á
løntakarum er vaksið
við 14 prosentum
árini 2013 til 2018.
MÁLMENNING: Býráðið
í Sunda kommunu
hevur gjørt av at lata
øllum børnum í 1.-4.
flokki eitt árshald av
barnablaðnum Píka7.
- Vónandi kann hetta
skapa varandi lesigleði
og hjálpa til at broyta
hugburðin til lesing,
siga tey í kommununi.
Myndin er av Hans Jákupi Kallsberg, borgarstjóra í Viðareiðis kommunu