Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á grækarismessu fer løg­ting­ið at við­gera uppskot frá Páll á Reyn­a­ túgvu, løg­tings­ for­manni, um at broyta lønir og eft­i­rlønir hjá ting­fólki Eirikur Lindenskov Uppskotið hjá løg­tings­for­ manninum byggir á til­mæli, sum nevnd hevur gjørt eftir umbøn frá løg­tings­for­mann­ i­num. Løgtingsformaðurin setti arbeiðsbólk við Jógvan Am­ on­s­son, statsaut. revisor, Gunn Ellefsen, advokat og Mar­iu á Dul, HR-leiðara at gera álitið. Hin 8. juni 2018 hand­aði a­r­beiðsbólkurin løg­tings­for­ mann­i­num álit um, hvussu tey meta, at ein skip­an um sam­sýni­ngar og eft­ir­løn løg­ tings­manna eig­ur at síggja út. Hetta lóg­ar­upp­skot­ið bygg­ir á tey tilmæli, sum ar­ beiðs­bólk­ur­in er komin við. Endamálið við ar­beið­i­ num hjá arbeiðs­bólk­i­num var at tryggja for­mans­skap­i­ num í Løgtinginum eitt dygt og væl grundað tilmæli um sam­sýningar og eftirløn løg­ tings­manna, har atlit verða tikin til: • lønarlagið í landinum yv­ir­høvur • ta tign og ábyrgd, sum ligg­ur í tingsessinum • hvussu tingmenn í granna­londunum verða lønt­ ir og • onnur viðkomandi við­ ur­skifti. Tað er ein avbjóðing í ver­andi skipan, at munandi broyt­ingar eru gjørdar í lands­stýris­mannalønum ­og -eft­ir­løn­um, uttan at nak­að er gjørt við løg­tings­mann­a­ løn­irnar. ­Í løtuni er talan um tvær sera ymiskar skipanir, ser­liga tá um eftirløn ræður. Tað er ein sannroynd, at fólk javnan flyta seg úr Løg­ ting­i­num í landsstýrið og øvugt. Hetta uppskotið tekur støð­ið í øll­um tilmælunum frá ar­beiðsbólkinum, sum eis­ini mælir til, at allar broyt­ ing­ar­nar verða settar í verk í ein­um sum ein samlað loysn aft­an á næsta val, og sam­ stund­is mælir frá, at á­vís til­mæli verða fylgd og onn­ ur ikki, tí tá er vandi fyri, at ó­til­ætl­aðir skeivleikar koma í. Við­víkjandi nærri frá­greið­ ing um hetta, verð­ur víst til álitið frá ar­beiðs­bólk­inum. Talan er annars um somu lóg­arásetingar, sum í gald­ andi lóg, men tillagaðar sam­ svar­andi tilmælinum frá ar­ beiðsbólkinum. Hetta lógaruppskotið hev­ur ikki verið sent til um­ mæl­is, men er umrøtt við flokk­ar­nar á tingi. Kostar landinum meira í politikaralønum Uppskotið kemur at hava fíggj­arligar avleiðingar fyri landið á tann hátt, at løn­ ar- og eft­ir­løn­ar­skip­an­in hjá ting­m­onn­um verð­ur broytt soleiðis, at løn­in hækkar úr 34. løn­ar­flokk­i til 36. løn­ arflokk hjá tæn­ast­u­monn­u­ num, sam­stund­is sum skatt­a­ fría kostn­aðarískoyti á 2.000 kr. mán­að­arliga verður strik­ að, mót­rokning verður fram­ eftir gjørd í bíðilønini (frá­far­ ing­arlønini), sum tingmenn fáa, um teir ikki verða aft­ ur­valdir á ting, umframt at far­ið verð­ur frá verandi skip­an við tæn­ast­u­mann­a­ pen­sjón til eina skipan, har land­ið rindar upp til 15% av løn­ar­sam­sýningini í eina góð­kenda eftirlønarskipan, eins og gald­andi er fyri flestu starvs­fólk hjá landinum. Ilt er at siga neyvt, hvørjar fíggj­a­rligu avleiðingarnar av upp­skot­i­num koma at vera saml­að fyri landið. Løn­ar­ út­reiðsl­ur­nar til tingmenn koma at hækka úr 18,3 mió kr. Afturat hesum kemur land­ið at rinda mill­um 0 og 15% oman á løn­ina í eft­ir­øn­ ar­gjaldi til hvønn tingmann. Saml­aði kostnaðurin av hes­ um veldst um, hvørjir ting­ menn koma at sita á tingi eft­ir eitt komandi val, tí eft­ir­lønargjald á 15% verð­ ur bert goldið til teirra, sum ikki hava vunnið sær eft­irløn eftir verandi skip­an ella eftir gomlu lands­stýr­is­mann­a­ skipanini, sum fór úr gildi í sep­tem­ber 2015. 10 prosent hægri lønarútreiðslur Um ein tingmaður hevur vunn­ið fullan eftirlønarrætt eft­ir teimum skipanunum, fær hann 0% í eftirløn eftir hes­ari skipanini, og annars lut­fals­liga lækkandi eftirløn í mun til starvsaldur og eftir­ løn­ar­rættindi eftir gomlu skip­anini. Ein leyslig met­ing av hesum kann vera, at løn­ arútreiðslurnar til eft­ir­lønir koma av hækka uml. 10% at byrja við, tvs. uml. 2,1 mió. kr. um árið. Pensjónin verður nú goldin beinanvegin Fyrimunurin fyri landið við at fara yvir til eina nýggja eft­ir­lønarskipan er, at upp­ hædd­irnar til eftirløn verða goldn­ar beinanveg á ver­ andi fíggjarlóg fyri ein­staka árið, og ikki sum nú, at einki verður goldið bein­an­veg, men at ein alsamt vaks­andi eftirlønarskylda ligg­ur og bíðar, sum kemur til út­gjald­ ingar einaferð í fram­tíðini. Ilt er at siga, hvussu nógv land­ið sparir við at leggja um til nýggju eft­ir­løn­ar­skipan­ ina fyri ting­menn. Hetta veldst m.a. eisini um, hvussu skjótt hetta verð­ur gjørt, men sam­bært lands­rokn­ skap­i­num fyri 2017, bls. 240 er skyld­an hjá landinum av ver­andi eftirlønarskipan fyri ting­menn tilsamans 276 mió. kr. í 2017, meðan hon var mett til 188 mió. kr. við árslok 2012. Hetta talið veksur støðugt í mong ár frameftir. Í hesum tali­num liggur, hvussu nógv tað vildi kostað landinum at keypt seg leyst frá teimum eftir­løn­ar­skyld­u­num, sum landið hevur mót­vegis ting­ monn­um í dag. Hav­ast skal í huga, at eft­ ir­løn yv­i­r­høvur til tingmenn ikki kom í gildi fyrr enn í 1993, at ver­andi skip­an er frá 1998, og tí er kostn­að­urin fram­vegis vaks­andi. Kostnaðarískoytið á 2.000 kr. um mánaðin verður av­tikið, og førir hetta eina spar­ing við sær áljóðandi slak­ar 800tkr. árliga. Í stað­in 6.000 KR UPP Í LØ TÚSUND KRÓNUR N 46.292 kr um mánaðin Tingfólk fáa í dag eina sam­sýning, sum er 40.459,50 kr. mán­að­ ar­liga. Við tilmæltu broyt­ingini verður hend­an samsýningin í stað­in 46.291,68 kr. um mán­aðin svarandi til 36. lønarflokk hjá tæn­ astu­monnum landsins. Ongar broytingar verða gjørdar í kos­t­n­ að­ar­end­ur­gjald­i­num sam­svarandi til­mæli­ num frá ar­beiðs­bólk­i­ num. Stk. 3 er tó broytt máls­liga samsvarandi til­mæl­i­num, tí gamla á­setingin tók hædd fyri, at tingmenn vóru valdir í ymsum val­ døm­um. Eingin inn­ i­halds­lig broyting er ann­ars í hesum, held­ur ikki í skipanini við frá­ drátti fyri teir dagar, sum tingmaður ikki møt­ir á fundi. Kostnaðarískoyti á 2.000 kr. um mánaðin er strikað í mun til gald­andi lóg. Ongin broyt­ing er gjørd í sam­sýni­n­g­u­ num til næst­for­menn og nevnd­ar­for­menn. Álitið frá ar­beiðs­bólk­ i­num sig­ur einki um hes­ar sam­sýningar. Ongin broyting er gjørd í sambandi við ferð­i­ng uttanlands. Hild­ið verður fast í ver­andi skipan, eins og arbeiðsbólkurin mælir til. 276 mió kr. So stór er rokn­ing­ in fyri pen­ sjónir hjá ting­fólki, sum liggur og bíðar. Hon veksur einar 20 mió kr um árið Tingformaður javn­ setast við løgmann Uppskotið um nýggja lønarskipanin hjá Løgtinginum, sum løgtingsformaðurin hevur lagt fyri tingið, javn­ set­ir løg­tings­formannin við løgmann, tá tað ræður um løn, eftirløn ferðing, útbúnað og bústaðarviðurskifti og fráfaringarsamsýning. Orðingin er løgd neyvt uppat orðingini, sum er galdandi fyri løgmann í lógini um samsýning og eftirløn til landsstýrismenn. Í verandi skipan varðveitir løg­tings­for­maðurin samsýning sína í 6 mánaðir aftaná, at hann er far­in frá. Við nýggju skipanini fær hann samsýning sína í 3 ella 6 mánaðir, alt eftir um hann hevur sitið í em­bæt­i­ num upp til eitt ár ella longri enn eitt ár.