Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nevnd í Um­boðs­ manna­tinginum fer at krevja skjøl út­flýggj­ að frá fólk­um í høg­um størvum í um­sit­ing­ini hjá Trump Ritzau tíðíndastovan Rættarnevndin í Umboðs­ mann­a­tinginum fer at krevja at fáa skjøl frá fleiri enn 60 fólkum við tilknýti til am­ eri­kanska forsetan, Donald Trump. Tað skrivar tíðindastovan AP. Talan er um fólk úr um­ s­it­ingini hjá Trump eins og familju og hand­ils­sam­bond­ um hjá honum. Rættarnevndin í Um­boðs­ manna­ting­i­num – annað kama­rið í Kongressini – hev­ ur í umbúnað at reisa rík­is­ sak ímóti Trump. Jerold Nadler, sum stend­ ur á odda fyri nevndini, sig­ ur, at hann vil hava eina breiða kanning av Trump. Hann leggur dent á, at tað í løt­uni ikki er talan um nakra ríkis­rætt­arsak. – Vit fara at seta kann­ ingar í verk um valds­mis­ nýtslu, um mutur og um at forða rættinum at arbeiða, sig­ur Nadler í samrøðu við sjón­varps­støðina ABC. – Vit vilja gera alt tað, vit kunnu, fyri at fáa fatur á prógv­um, verður sagt. Rætta­rnevndin skuldi í dag al­ment krevja at fáa skjøl­ini útflýggjað frá yms­ um per­sónum. Teirramillum frá soni forsetans, Donald Trump Jr. fíggjarstjóranum í Trump-samtakinum, All­en Weisselberg, og frá fyrr­ver­ andi stabstjóranum, John Kelly. Millum dømini um at forða rættinum at arbeiða vísir Jerrold Nadler á nakrar út­søgni frá Trump á Twitter. Har verður eitt nú nenvd­ ar viðmerkingarnar kann­ ingina hjá serliga á­kær­a­num, Robert Mueller, av møg­u­ ligari russiskari uppíblandan í for­set­a­val­ið í 2016. Trump hevur ferð eftir ferð um­røtt kanningina sum »eina heksajagstran«. Fyrrverandi ráðgevin hjá Don­ald Trump, Michael Co­ hen, luttók 27. februar í eini opnari hoyring í Um­boðs­ mann­a­tin­g­inum. Her avdúkaði hann fleiri yms­ar smálturi um tíð sína hjá Trump. Hann kallaði sam­stund­is forsetan fyri »ras­ist, lygnara og svíkjara«. – Vit skiltu út frá tí sum Cohen segði undir av­hoyr­ ing­ini, at hann beinlieðís hev­ur fingið forsetan at gera ymisk lógarbrot. Bæði með­an hann royndi at gerast for­seti, og meðan hann sat í Hvítu Húsunum, sigur Jerold Nadl­er við ABc sambært tíð­ indastovuni AFP. /ritzau/ VILJA KANNA TRUMP FYRI VALDS­MIS­ NÝTSLU­ OG MUTUR Jerrod Nadler er formaður í rættarnevndini, sum ætlar at gjøera eina djúptøkna kanning av forsetanum Donald Trump Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix