Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26 TÍÐINDI Marknaður skal tryggja samfelagnum orkuna Løgtingið skal taka støðu til eitt uppskot frá Magna Laksáfoss um at skilja netpartin frá SEV Árni Gregersen Elnetið skal skiljast frá SEV og tað skal gerast lættari at selja orku inn á almenna netið hjá smærri framleiðarum. Endamálið er at eggja til vøkst­ur í grønu ravmagns­ fram­leiðsluni. Tað er uttanflokkating­mað­ ur­in, Magni Laksáfoss, sum hev­ur lagt uppskotið fram. Sam­bært uppskotinum, so skal eitt sjálvstøðugt netfelag stovn­ast 1. januar komandi. Vanligt er, at uppskot frá einstøkum tingfólkum ikki fáa undirtøku í tinginum, so eftir øllum vanligum metingum, so hevur uppskotið ikki nakran møguleika fyri at verða sam­ tykt. Men í hesum førum er støð­ an eitt sindur øðrvísi. Sam­ bands­flokkurin hevur eisini lagt eitt líknandi uppskot fram, sum vinnunevndin í stór­an mun tekur undir við. Ein samd vinnunevnd hev­ ur eisini sagt við lands­stýrið, at skal hugsingur verða um, at øll orka á landi í 2030 verður grøn, so er neyðugt at seta ferð á umleggingina. Snikkast til Spurningurin er so, hvussu samgongan tekur ímóti hesum uppskotunum. Samgonan hev­ur bundið seg til at orkan skal vera grøn á landi í 2030, men hon hevur ikki enn sett ferð á umleggingina. Tí snýr tað seg um at fáa uppskotini bæði arbeidd væl ígjøgnum og fáa eina semju um hvussu hetta skal gerast. Orkuspurningurin er aktuellur í løtuni, men har eru knútar, sum mugu loysast – millum annað um hvør skal eiga net­ part­in í framtíðini. At gera broytingarnar kann vera torført, tí kommunurnar eiga SEV í dag. Í uppskotinum verður sagt, at eitt óheft felag – tað vil siga eitt felag, sum ikki framleiðir ravmagn – skal eiga netfelagið, Tí kann tað gott henda, at netfelagið framvegis verður eitt felag, sum kommunurnar eiga, men sum verður heilt leyst frá SEV. Fyri at stimbra framleiðslu­ partin verður latið upp fyri, at fleiri framleiðarar, størri sum smærri, kunnu bjóða seg fram við framleiðslu úr varandi orku­keldum, vindi, vatni, sól, aldu og sjóvarfalli. Í verandi skipan eru fram­ leiðarar í ov stóran mun av­ mark­aðir til at kunna bjóða seg fram, tá lýst verður við al­ menn­um útboði. Tað verður eisini lagt upp til, at brúkarin skal vera eggj­ aður til at tillaga sína nýtslu eftir framleiðsluni úr grønu orku­keldunum. Til tíðir kann ravmagns­ framleiðsla úr varandi orku­ keld­um vera rættiliga skift­ andi, og tí er neyðugt, at brúk­ararnir eisini tillaga nýtsl­ una, soleiðis at nýtslan gerst størri, tá framleiðslan er stór, og minni tá framleiðslan er lítil. Hetta verður gjørt við at skapa eina skipan, sum ger, at brúkarin upplivir ein lægri prís tá nógv orka er tøk, og hægri prís tá lítið av orku er tøk. Ein partur av uppskotinum hjá Magna Laksáfoss er, at ein ravmagnsmarknaður verður settur á stovn. Tað vil siga, at øll sum framleiða orku, skulu bjóða hana fram á rav­magns­ marknaðinum. Netfelagið fær ábyrgdina og tryggjar, at brúkarin fær eina trygga veiting av orku. Tað vil siga, at tað hevur veitingar­ skyldu og ábyrgd av at skip­an­ in virkar. Uppskotið frá Magna Laksáfoss er júst lagt fram og tað verður beint í vinnu­nevnd­ ina eftir 1.viðgerð í tinginum. Tá ið ein samd vinnunevnd hevur heitt á landsstýrið um at seta ferð á umleggingina, so ber til við samráðingum mill­ um alla politiska partar at gera broytingar, sum allir partar taka undir við – og møguliga samansjóða bæði uppskotini hjá Sambandsflokkinum og Magna Laksá og broytingum frá landsstýrinum. SEV skal ikki longur bæði framleiða streym og eiga elnetið. Magni Laksáfoss hevur lagt eitt uppskot fram um grøna orku. Sam,bandsflokkurin hevur eitt uppskot í vinnunevndini, sum ber á sama borð, sum uppskotið hjá Magna Laksáfoss.