mánadagur 4. mars 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26
KJAK
Havnardalur eitt
enn størri fríøki
Marin Katrina Frýdal,
býráðslimur fyri Tjóðveldi og
forkvinna fyri byggi- og
býarskipanarnevndina.
Størri frílendisætlan er nú
gjørd fyri Havnardal, har tað
verður latið upp fyri enn størri
møguleikum hjá fólki at njóta
náttúruna og friðin.
Økið, talan er um, er ovari
partur av Havnardali, frá vatn
byrgingini inni í Havnardals
botni og oman til brúnna um
Sandá við landsvegin. Tórs
havnar kommuna og Skógfrið
ingarnevndin samstarvaðu í
sjeytiárinum um at fáa til vega
eitt størri samanhangandi øki
til gróðurroyndir. Kommunan
játtaði at lata skógfriða eitt
øki burturav Álakershaganum,
matr. nr. 1160a. Í 1974 varð lisið
skógfriðingarbræv uppá ein
part av Álakershaganum, uml.
283.000 fermetrar ella uml. 28
ha. Økið liggur millum Sand
vegin , Sandá, vatnbrunnin í
Havnardali, og vegin frá vatn
brunninum um gomlu rusk
støðina aftur til Sandvegin.
Stikað og byrjað at gróð
urseta varð í 1975. Seinni er
velt, drenað og plantað meiri.
Seinastu 5 árini eru 1,3 km av
góðum lendisgøtum skipaðar.
Skógrøktin
og
Tórshavnar
kommuna hava staðið fyri ar
beiðinum.
Økið verður nógv vitjað all
ar tíðir av árinum, og góðveð
ursdagar er heilt fitt av fólki á
staðnum, og er tað eitt yndað
summarútferðarstað hjá borg
arum at hugna sær niðri við
ánna.
Góðar
lendisgøtur
eru
gjørdar fram við Sandá og
gjøgnum Flatnahaga. Byggi-
og býarskipanarnevndin sam
tykti fyri góðum ári síðani at
gera eina skipanarætlan fyri
Havnardal, við atliti til skóg
friðing, gróðurseting, atkomu
viðurskiftum og frítíðarupp
livingum.
Skipanaruppskotið er nú gjørt
og byggir á:
1.
Lýsing
av
økinum;
ið
inniber
verandi
skipan,
dygdir, ábøtur og tørv í
dag.
2.
Framtíðar
menning;
at
styrkja um verandi dygdir,
økja um náttúru marg
feldið og nýggjar náttúru
upplivingar.
3.
Heildar lýsing av økinum;
sambond og víðkan av
gøtukervinum, øki til uppi
hald og ressingar, fram
tíðar
gróðurseting
og
menning av viðarlund og
eina yvirskipaða ætlan í
stigum.
Økið í Havnardali er sera fjøl
broytt, tað er samansett av
ymiskum blandaðum virksemi
og harvið ymiskum brúkarum.
Alt frá rossa-, síla-, traðar
fólkum, skótum, barnagørðum
og øðrum vitjandi.
Sjálvt lendið er serstakt við
morenu heyggjum, vátlendis
fløtum,
mýrulendi,
traðum,
eini skógfriðaðari viðarlund
við nálatøum og runnum, smá
um gøtum og ánni Sandá, ið
greinar seg gjøgnum lendið.
Hesin fjølbroytti lendisskarin
ger, at økið hevur nógvar góð
ar dygdir og menningarmøgu
leikar, ið eru týðandi fyri skip
anina
av
økinum.
Og
hinumegin Sandá er stórt
landbúnaðarvirksemi.
Á íløgukarminum fyri 2019
varð játtan sett av til hetta
arbeiðið, og hevur byggi- og
býarskipanarnevndin samtykt
at fara undir fyrstu stigini, ið
nú verða gjørd. Farið verður
undir
nýggja
gróðurseting,
sum styðjar uppundir verandi
viðarlund, og sum samstundis
virðir serstaka landslagið í dal
inum. Hetta verður gjørt við at
stika, veita, velta og síðani
verður byrjað uppá nýggju
gróðursetingina. Víðkað verð
ur um gøtukervið og atgongd
skapt til størri part av økinum.
Portur og fleiri beinkir verða
fram við gøtunum.
Havnardalur er eitt av fleiri
størri fríøkjum í Tórshavnar
kommunu, sum verður sera
nógv vitjað og brúkt allar
ársins tíðir. Málið kemur fyri í
býráðnum hóskvøldið.