Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD FÓTBÓLTUR Gilli Rólantsson var aftur á mál­talvuni, tá ið norska lið hansara, SK Brann, leygardagin vann 3-0 í venjingardysti ímóti Haugesund. Gilli Rólantsson skeyt triðja málið í dystinum, tá ið hann, eins og í síðstu viku, rann inn í feltið og var fyrstur á einum fløtum innleggi. - Hetta var besta málið í dystinum, tí hetta hava vit vant síðstu vikuna. Vit ynskja at fáa vengurnar inn við fyrstu stong. Gilli skoraði eisini eitt slíkt mál síðstu vikuskifti, sigur Brann- venjarin, Lars Arne Nilsen, við heima­síðuna hjá felagnum. Brann spælir sín fyrsta dyst í nýggja kappingarárinum tann 30. mars á útivølli ímóti Odd. Jóan Símun Edmundsson og teir úr Arminia Bielefeld vunnu í gjár 1-0-sigur á Darmstadt í 2. Bundesliguni í Týsklandi. Málið skeyt Fabian Klos eftir 40 minuttum. Jóan Símun Ed­ mundsson spældi fyrstu 80 minuttirnar fyri Arminia Biele­ feld, sum í 2019 hevur vunnið fýra av seks dystum og hevur klintrað upp á eitt 10. pláss í 2. Bundesliga, har teir hava 31 stig, ið er 13 stig frá at sleppa at spæla við um uppflyting. Teir eru 11 stig frá at sleppa undan at spæla um niðurflyting. Viljormur Davidsen var aftur ímillum teir fyrstu 11, tá ið hann og liðfelagarnir í gjár taptu 2-0 á truplu vitjanini hjá FCK í Parkini. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Vejle er aftast í Superliguni, tvey stig aftan­fyri Vendsyssel FF og Ho­ bro. Heini Vatnsdal spældi allan dystin, tá ið Fremad Amager sunnudagin spældi fyrsta dystin hesumegin vetrar­steðg­ in. Dysturin, sum var á heima­ vølli ímóti Nykøbing FC, varð taptur 2-0. Fremad Amager er nummar sjey í næstbestu donsku deildini, fýra stig frá at sleppa at spæla um uppflyting. BORÐTENNIS Føroyar Topp 12 varð fyri­ skipað í høllini í Trongisvági leygar­dagin, har 12 teir fremstu leikararnir í føroyskum borð­ tennis hittust. Sveinur Morten­ sen Nolsøe úr borð­tennis­ felagnum Tór í Havn vann kappingina frammanfyri lið­ felag­ar­nar Pætur Albinus og Peter Hentze Niclasen. Fyri tey uttan­fyri Topp 12 varð skipað fyri kapping í kongaborði. Har vann Maria Albinus úr TBF framman­fyri Beintu D. Joensen og Hon­nu Højgaard, ið eisini eru úr TBF av Tvøroyri. E-SPORT Danska liðið Astralis við hálvføroyska Lukas 'Gla1ve' Eg­holm Rossander á liðnum vann í gjár eina sokallaða major-kapping í pólska býnum, Katowice, í telduspælinum Counter-Strike: Global Offens­ ive, eisini kent undir styttingini CS:GO. 12.000 áskoðarar vóru til finaluna. Hetta var onnur major-kappingin á rað, sum Astralis, ið er nummar eitt í heiminum, vinnur. Finaluna í gjár vunnu teir 2-0 (16-11, 16-4) á finska liðnum, ENCE. Hetta var triði major-sigur, sum Astralis vann, og tað hevur einki annað lið megnað. Fyri sigurin í gjár fekk liðið 3,3 millióir krónur í vinningi. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen og teir úr Bjerringbro-Silkeborg eru ikki longur við í Champions League, eftir at teir í gjár taptu greitt á heimavølli fyri pólska Wisla Plock í 1/16-finalunum í Champions League. Bjerring­ bro-Silkeborg vann heldur óvænt­að fyrra dystin á úti­ vølli við fýra málum, og tá ið teir so eisini førdu 15-13 í hálvleikssteðginum í dystinum í Danmark í gjár, altso við til­ samans seks málum, so vóru tey ikki mong, ið væntaðu, at Bjerringbro-Silkeborg fór at tveita sigurin burtur. Men tað gjørdu teir. Eftir ein sera vána­ ligan seinna hálvleik vann Wisla Plock seinna hálvleik heili 14-5, og við 27-20-sigri vun­ nu teir samanlagt við trimum mál­um og hava spælt seg í 1/8-finalurnar, har teir møta ungarska MOL-Pick Szeged. TM Tønder, ið hevur før­ oyska Niklas Simonsen sum annan málverja, vann í gjár 24- 23 á Stoholm og er nú einans eitt stig frá oddasessinum í næst­bestu donsku deildini. Odda­liðið, ið er Fredericia, tapti hetta umfarið heili 35- 25 fyri Team Sydhavsøerne. Hetta umfarið var eisini føroy­ inga­uppgerð í deildini ímillum Frederikshavn við Eiriki J. Simonsen á liðnum og HEI Skær­ing við Róki Akralíð á lið­ num. Rókur Akralíð og lið­felag­ arnir í HEI Skæring vunnu 26- 22. Rókur skeyt trý mál, meðan Eirikur J. Simonsen skeyt eitt. HEI Skæring og Frederikshavn eru fimm stig omanfyri pláss­ ini, ið geva beinleiðis niður­ flyting. TALV Dystirnir í áttanda umfari í landskappingini í talvi broyttu einki í FM-kapprenningini mill­ um Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Bæði liðini tryggjaðu sær meinlíkar stórsigrar í gjár. Støðan er tí óbroytt í oddanum - vágamenn eru framvegis hálvtannað stig undan havnarmonnum. Sanda­vágur fekk frálíkt úrslit móti fyrsta liði hjá Klaks­ víkar Talvfelag. Úrslitið var 3½-½ til vágamenn. Av klaks­vík­ingunum var Ólav­ ur Simonsen á 1. borði hin einasti, sum bjargaði sær undan tapi. Honum eydnaðist í longum talvi at fáa javnt móti Høgna Egilstoft Nielsen. Á hinum borðunum vóru sandavágsmenn eirindarleysir; Rógvi Egilstoft Nielsen vann á Steintóri Rasmussen, Silas Eyðsteinsson koppaði Willa Olsen, og Torkil Nielsen syfti Rana Baldursson. Havnar­ menn høvdu brynjað seg við næstan allari OL-manningini í gjár. Helgi Dam Ziska var við aftur á 1. borði, hinir vóru Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen. Havnar­ menn høvdu útidyst móti Kollafjarðar Talvfelag, og vunnu 3½-½. Helgi, Martin og Olaf vunnu - mót­støðu­ menn­inir vóru Kári Petersen, Bern­hard Thomsen og Hanus Joen­sen, men á fjórða borði eydn­aðist tí unga Rógva Mørk­ øre óvæntað at fáa remis móti Carl Eli Samuelsen. Tvey umfør eru eftir at telva, og støðan er hendan: 1.Sanda­ vágur 25 stig, 2. Havnin 23½, 3. Klaks­vík 15, 4. Havnin (2) 13, 5. Klaksvík (2) 10, 6. Kollafjørður 9½ TENNIS Roger Federer vann fyrra­ dag­in sína kapping nummar 100 á hægsta støði, tá ið hann í finaluni í ATP-kapp­ ing­ini í Dubai vann 6-4, 6-4 á grikska Stefanos Tsitsi­pas. 20 av teimum 100 kapp­ingar­ sigrunum hjá 37 ára gamla sveisaranum hava verið í Grand Slam-kappingum. 100 kapp­ingarsigrar er tað næst­ flesta í søguni. Metið eigur amerikanski Jimmy Connors, sum á sínari leið vann 109 kapp­ingar. albinus@sosialurin.fo Gilli er í málhýri Gilli Rólantsson var aftur á máltalvuni, tá ið norska lið hansara, SK Brann, leygardagin vann 3-0 í venjingardysti ímóti Haugesund