mánadagur 4. mars 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
HB er til reiðar til kappingarárið
2019. Eftir at hava vunnið 23.
FM-heitið, 23. september í 23.
umfari, hevur HB sett met
í stigum í landskappingini,
vunnið nýggju VFF-Kup hjá
Venjarafelagnum og nú eisini
vunnið stórsteypadystin.
33 ára gamli Símun Samuel
sen skoraði einasta málið í
dystinum, tá seinni hálvleikur
var fýra minuttir gamal. Bjarni
Petersen fer skeivur av eini
langari sending, sum endar við
at hann má tveita seg niður í
eina glíðandi takling. Bólturin
trillar upp á tvørs av málinum,
har høgri bakkurin hjá B36,
Jónas Tór Næs, skal sparka
vekk. Hann glíður í avgerandi
løtuni, og Símun Samuelsen
kann lættliga trilla bóltin í
málið til 1-0.
-Eg veit ikki heilt hvat
hendir har, men onkuntíð
blíva verjuspælarar spentir tá
teir skulu sparka bóltin vekk.
Tá hann glíður, so skal eg bara
skjóta bóltin í málið, sigur
Símun Samuelsen og leggur
afturat:
-Mær dámar væl hesar dyst
irnar, tí tað er byrjanin til eitt
nýtt kappingarár. Eg haldi eg
havi tapt teir flestu av teimum,
so tað er gott at vinna, sigur
vágbingurin í HB.
HB við fáum broytingum
Meistaraliðið er at kenna aftur.
Teitur M. Gestsson sendur í
mál, meðan verjan er tann sama
sum í fjør. Her tóktist Lasse
T. Andersen tó hava ávísar
trupulleikar í verjuspælinum
og lá eisini eftirá nakrar ferðir.
Á miðjuni er nýggj saman
seting, tí Tróndur Jensen er
langtíðarskaddur.
Her
kom
Høður Askham inn á hansara
pláss. Hann er ein meiri verju
kendur miðvallari eins og
Brynjar Hlöðversson. Til tíðir
sást, at hetta kann blíva ein
avbjóðing og venjarin hjá HB,
Heimir
Guðjónsson
váttar
eisini, at felagið leitar eftir
einum bóltsterkum miðvallara.
-Eg kann siga so mikið sum,
at vit leita eftir einum mið
vallara. Vit hava nøkur nøvn,
men í fótbóltsheiminum kanst
tú aldrin siga nakað fyri vist,
fyrrenn undirskriftin er komin
á, sigur Heimir Guðjónsson.
Longur frammi á vøllinum
var
Símun
Samuelsen
í
vinstru og Pætur Petersen í
høgru, meðan Dan í Soylu og
Ari M. Olsen vóru á fremstu
plássunum. Hetta verður helst
samansetingin í eina tíð.
-Vit leita ikki longur eftir
einum
áleypara.
Sebastian
Pingel verður klárur skjótt og
eg vænti, at hann kemur at
geva okkum tað breiddina, sum
vit hava brúk fyri, sigur Heimir
Guðjónsson.
Venjarin hjá HB er eisini
nøgdur við avrikini
hjá
nýggju
monnunum, Hørði
Askham og Pæturi
Petersen.
-Hørður
hevur
longu
spælt
á
trimum
ymsikum
plássum, men ynski
er
at
hann
spælir
einum tí plássinum, har
hann er sterkastur. Eg eri
eisini nøgdur við avrikið
hjá
Pæturi,
sigur
Heimir
Guðjónsson.
Ársins spælari frá í fjør,
Adrian
Justinussen,
sat
á
bonkinum, men verður við í
1. umfari í landskappingini,
har HB skal spæla móti KÍ í
Klaksvík.
-Um hetta var ein alt-
avgerandi finala, so hevði
Adrian spælt í dag, men tað er
ein vandi fyri at hann so hevði
skula sitið uttanfyri í nakrar
vikur. Tí valdu vit at spara
hann í dag, men Adrian verður
við í Klaksvík, sigur venjarin
hjá HB.
Jákup ilskast um leikbann
Ein
avgerandi
løta
í
dystinum var í yvirtíðini, tá B36
fær óbeinleiðis fríspark, eftir at
málverjin hjá HB hevur tikið
bóltin upp eftir afturlegging.
Hetta er ein gyltur møguleiki
hjá B36 at javna. HB stillar
manngarðin, men Dan í Soylu
hevur stilla seg ájavnt við
b ó l t i n ,
men
er
í
besta føri fimm til
seks metrar frá bóltinum.
Fleiri
spælarar
hjá
B36
gera vart við støðuna, men
dómarin letur ikki við seg
koma. Tað endar við, at Dan í
Soylu megnar at órógva skotið
hjá Lukasz Cieslewicz og Alex
Mellemgaard blívur í øðini.
Hann fær sítt annað gula kort
og skal nú sita yvir í 1. umfari.
-Fyrst og fremst eri eg argur
inn á Alex. Hann skal verða
størri enn so, men tað er eisini
býtt av dómarinum ikki at
verða størri enn so. Vit vísa á,
at ein maður setur tríggjar til
fimm metrar frá, tá frísparkið
verður tikið. Hatta er ein
ekstremt góð støða hjá okkum.
Hatta er býtt og vánaligt av
Alex, men dómarin skal eisini
verða størri enn so. Nú hevur
A l e x
leikbann
til
fyrsta
umfar, sigur Jákup
á Borg venjari hjá B36.
B36 hevði tríggjar nýggjar
spælarar á liðnum. Erling
Jacobsen, Árni Frederiksberg
og Brian Jakobsen byrjaðu
allir inni. Fyrst nevndi spældi
bara fyrra hálvleik, meðan
Brian Jakobsen fór út aftaná
ein tíma.
-Teir føldu til okkurt og tí
skiftu vit teir út. Eg haldi, at
bæði Gilli Samuelsen og Bjarni
Petersen koma inn og gera
tað gott. Vit halda HB frá tí
mesta í dag, men tíverri rakk
tað akkurát longri hjá teimum,
sigur Jákup á Borg.
B36 mundi verða betri í
fyrra hálvleiki, men tá HB
fyrst kom á odda, so hevði
árstalsfelagið trupult við at
skapa málmøguleikar móti
einum sterkum HB-liði.
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Stórsteypadysturin:
MAGNUS TIL B36
B36 kunngjørdi í gjár, at Magnus Holm Jacobsen er
aftur í felagnum, eftir eitt hálvt ár í Portugal, har hann
hevur spælt við Pacos De Ferreira. - Vit hava brúk fyri
honum. Tað vóru onkrar broytingar í felagnum, sum
gera at hetta er ein møguleiki. Eg vóni at hava hann
kláran til dysytin móti Skála, sigur Jákup á Borg.
HB hevur nú vunnið trý steyp upp í slag. FM, VFF-Kup og
nú stórsteypadystin. Símun Samuelsen bleiv avgerandi,
HB leitar ikki longur eftir áleypara og Jákup á Borg er
ikki nøgdur við at hava fingið eitt leikbann í hópin
HB HELDUR
FRAM AT VINNA