mánadagur 4. mars 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FLOGBÓLTUR
Mjølnir er steypavinnari hjá monnum, eftir at hava vunnið 3-0 á Fleyr. Tað
bleiv ongantíð spennandi, tí favorittarnar úr Klaksvík greiddu sína skyldu
Steypaflogbóltur menn:
Aftast frá vinstru: Thorvald Danielsen, Eyðstein Elttør, Trygvi Hoydal Poulsen, venjari, Bjarki Bertholdssen, Páll Heðin í Grund, liðleiðari,
Steffan Rosenlund Olsen. Í miðjuni frá vinstru: Jóhan Dávur Højgaard, Olaf Karstensson Hansen, Trygvi Hansen, Símun Hoydal Poulsen,
Jóhan Petur Samson Jónsson. Hansen. Fremst frá vinstru: Arthur Højgaard, Phil Freere, Dávið Hentze, Hanus Hansen, Jón Syderbø
Aftast frá vinstru: Jens Heri Bolstad Mortensen, Tórur Paulason, Uni Jacobsen, Hørður Joensen, Suni Juul Pedersen, Rói Hentze,
Klæmint Isaksen, Hjalmar Joensen. Miðjan frá vinstru: Jógvan Gøthe Magnuson, Hans Fróði Jensen, Hans Sejer Tummasarson.
Fremst frá vinstru: Rasmus Potts, Slavisa Tomic, Niels Niclassen, Sjúrður Jensen, Mattias Nolsøe Iskansen
Tróndur Arge
Mjølnir var stórfavorittur at
vinna mansfinaluna í flogbólti
í steypakappingini leygardagin.
Klaksvíkingar vísti eisini hví
teir vóru favorittar. Tað var
spennandi eina løtu í fyrsta
setti, men tá Mjølnir smekkaði
bóltin í gólvið til 25-22, so var
fyrsta settið heima
Í øðrum setti setti Mjølnir
seg av álvara á dystin. Spælarar
hjá Fleyr tóktust hava mist
mótið, meðan Mjølnir helt fram
við at spæla sítt spæl og vinnur
25-20.
Í triðja setti helt gongdin
fram og Mjølnir vinnur settið
25-19 uttan stórvegis trupul
leikar.
Eitt
sindur
sigandi
fyri enda á dystnum er, at
ein spælari hjá Fleyr sendi
bóltin útav vøllinum í sein
asta bóltinum. Mjølnir hevur
eisini verið nógv tað besta liðið
í landskappingini, so tað kem
ur ikki óvart á, at klaksvíking
arnar fara heim við steypa
gullinum.
-Tað er langtsíðani, at vit
hava havt eitt so sterkt lið í før
oysku kappingini. Eg havi gott
nokk verið burtur í nøkur á,
men eg haldi at vit skulu aftur
til ár 2000, fyri at finna eitt líka
sterkt lið, sigur John Syderbø,
sum var viðmekrjari á FM1.
Dagsins spælari hjá vin
nandi liðnum var Thorvard
Danielsen,
meðan
Slavica
Tomic bleiv kosin til dagsins
spælara hjá Fleyr.
trondur@sosialurin.fo
STEYPIÐ TIL
KLAKSVÍKAR
Úrslit:
Mjølnir – Fleyr 3-0:
25-22, 25-20 og 25-19.
Bestu spælarar:
Mjølnir:
Thorvard Danielsen
Fleyr:
Slavica Tomic