mánadagur 4. mars 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Tað tykist sum fleiri føroyskir
hondbóltsleikarar enn nakran
tíð royna eydnuna uttanlands.
Gaman í hava føroyingar fyrr
roynt seg uttanlands, serliga í
Danmark, men hetta ættarliðið
av útisetum er sermerkt við
at fleiri fara út at royna seg
av hondbóltsávum burturav,
heldur enn orsakað av lesnaði
ella starvi. Hetta ger seg í eitt
sindur størri mun galdandi
hjá mansleikarunum, men har
eru eisini nógvar kvinnur, ið
royna seg í hægru deildunum í
grannalondum okkara. Millum
annað hava bæði Kristianna
Henneberg Joensen og blað
unga
Lív
Sveinbjørnsdóttir
Poulsen verið at sæð í fremstu
donsku deildini hetta kapp
ingarárið.
Hesaferð
fer
Ítrottar
sosialurin tó bert at lýsa
gongdina hjá teimum mans
leikarunum, ið royna seg uttan
lands hetta kappingarárið.
Niklas í tøttum oddastríði
Niklas Simonsen stóð fast í
triðfremstu donsku deildini
eina tíð, áðrenn hann valdi at
taka lopið upp í ta næstremstu.
Og tað var ikki hvat sum helst
felag, hann valdi sær. TM
Tønder flutti úr fremstu deild
ini árið frammanundan, og
felagið var undan kappingar
árinum millum favorittarnar
at flyta upp aftur.
Ætlanin
um
uppflyting
hevur eisini tókst at gingið
sera væl, tí Tønder hevur ligið
á fyrsta plássi meginpartin av
árinum. Men februar mánaði
eydnaðist ikki so væl, og nú
liggja Niklas Simonsen og lið
felagarnir á øðrum plássi, eitt
stig aftanfyri Fredericia.
Fimm dystir eru eftir at
leika, og eingin ivi er um, at
Tønder ætlar sær at vinna
allar fimm í eini roynd eftir
fremsta plássinum, ið gevur
beinleiðis uppflyting. Eydnast
hetta ikki, er framvegis ein
møguleiki
fyri
at
síggja
kvívíkingin í fremstu deildini,
tí at næst- og triðfremsta liðið
í deildini spæla dystir um hitt
uppflytingarplássið.
Rókur og Eirikur í
niðurflytingarstríði
Í lægra endanum av næst
fremstu donsku deildini finna
vit tvey føroyingafeløg á 17
stigum eftir 21 dystir.
HEI
Skæring
við
Róki
Akralíð á liðnum liggur á
níggjunda
plássi,
meðan
Frederikshavn FI hjá Eiriki J.
Simonsen, liggur á tíggjunda
plássi.
Hetta er støðan eftir at
Rókur Akralíð vann dystin á
fyrrverandi liðfelaganum um
vikuskiftið.
Hetta kom sera væl við hjá
HEI, tí at liðini, sum enda á
tíggjunda og 11. plássi skulu
spæla um niðurflyting eftir at
kappingin er lokin. Nummar
12, 13 og 14 flyta beinleiðis
niður, men har eru fimm stig
frá hesum feløgum upp til før
oyingafeløgini, ið hóra undan í
løtuni.
Føroyingarnir í Stavanger
halda fast í oddinum
Í næstfremstu norsku deildini,
halda Kjartan Johansen, Helgi
H. Hoydal og Jónas G. Djurhuus
lív í eini vón um uppflyting.
Felag teirra, Viking Stavanger,
liggur á sjeynda plássi, men í
sera tøttu deildini eru bert tvey
stig upp til triðja plássið, ið
gevur uppflytingardystir móti
nummar tíggju frá fremstu
deildini
Seinasta
vikuskiftið
var
sjón fyri søgn at tað liggur
væl fyri hjá teimum trimum
føroyingunum, tí tá gjørdist
Kjartan Johansen toppskjútti
við seks málum, meðan Jónas
G. Djurhuus og Helgi H. Hoydal
fingu ávikavist fimm og fýra
mál. Føroyingarnir vóru á veg
móti einum tapi, men Jónas G.
Djurhuus setti bóltin í málið í
evstu løtu og tryggjaði Viking
eina stigið.
Áki og Allan hóra undan
Í Íslandi er eisini eitt føroy
ingafelag at finna. Tað er KA
úr Akureyri, ið spælir í fremstu
deildini. Áki Egilsnes var við
til at flyta liðið upp í bestu
deildina í fjør, og fekk í ár
Allan Norðberg afturat sær í
felagnum. Nú tá ið fimm dystir
resta í av kappingarárinum,
liggja teir báðir lámu føroying
arnir nakað omanfyri niður
flytingarstrikuna, har grannar
nir úr Akureyri liggja við fimm
stigum færri enn føroyingarnir.
Yvirhøvur
hava
føroy
ingarnir
báðir
fingið
góð
skoðsmál fyri síni avrik í
fremstu íslendsku deildini. Eitt
nú hevur Áki Egilsnes skotið
fjórðflest mál í deildini, við
97 málum í teimum fyrstu 17
dystunum.
Rói, Tóraldur og Fríði
í uppflytingarstríði
Rói Berg Hansen spældi í
næstfremstu donsku deildini
í fjør, men felag hansara, FIF,
flutti niður. Vongurin valdi
at fylgja við felagnum niður í
triðfremstu deildini, við vón
ini um at steðgurin fór at
gerast stuttur. At hjálpa sær
við hesum fekk hann føroy
ingin, Tórald Kollsker. Mál
verjin hevur stríðst nakað við
skaðar seinnu árini, men úr
FIF frættist at hann er komin
fyri seg. Nógv bendir eisini á,
at Rói Berg Hansen og Tóraldur
Kollsker verða at síggja í næst
fremstu donsku deildini, tí
eftir 18 dystir hevur FIF fingið
18 sigrar, og liggur sera væl fyri
á fremsta plássinum í sínum
bólki. Varðveitir FIF plássið,
flytur felagið beinleiðis upp í
næstfremstu deildina.
Í hesari deildini eru tríggir
bólkar, og í einum øðrum bólki
finna vit Fríða Hammer Weyhe,
ið spælir í Aars.
Aars
liggur
á
triðja
plássinum í sínum bólki, trý
stig aftanfyri oddaliðið HC
Midtjylland. Hesi bæði liðini
spældu eisini javnleik seinasta
vikuskifti, og Fríði Hammer
Weyhe og Aars skulu helst
gera sær størstu vónirnar um
næstfremsta plássið, ið gevur
atgongd til uppflytingardystir.
Aars er í løtuni eitt stig frá hes
um plássi
sjurdur@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
Hondbóltsútisetarnir hjá monnum fara nú inn í seinastu umførini í Danmark, Noregi og Íslandi. Tað hevur
gingið væl hjá fleiri teirra, og nógvir eru í týðandi stríðum – bæði ovarliga og niðarlaga á stigatalvunum
Støðan í donsku 1. Deild
1. Fredericia
36
2. TM Tønder
35
3. Skive
29
4. Team Sydhavsøerne
28
5. Ajax København
25
6. Odder
25
7. HØJ
22
8. Otterup
19
9. HEI Skæring
17
10. Frederikshavn FI
11. Stoholm
12. HC Odense
13. Randers
14. Køge
Støðan í norsku 1. Deild
Felag
Dystir
Stig
1.
St. Hallvard
19
33
2.
Nøtteroy
20
27
3.
Follo HK
19
24
4.
Charlottenlund
20
24
5.
Sandnes
19
24
6.
Sandefjord
19
23
7.
VIking Stavanger
19
22
8.
Viking TIF
20
22
9.
Lillestrøm
19
16
10.
Herulf Moss
19
9
11.
Oslo-Studentenes IK
20
8
12.
Vålarenga
19
0
Støðan í Ólisdeildini
í Íslandi
1. Haukar
27
2. Selfoss
26
3. Valur
25
4. FH
24
5. Afturelding
18
6. ÍBV
15
7. ÍR
14
8. Stjarnan
13
9. KA
13
10. Fram
11
11. Akureyri
8
12. Grótta
8
AVGERANDI VIKUR
HJÁ ÚTISETUNUM
Jónas G. Djurhuus og føroyingarnir
í Viking Stavanger hava framvegis
møguleika fyri uppflyting
Allan Norðberg hevur styrkt
liðið hjá Àka Egilsnes
Eirikur J. Simonsen kappast við
Rók Akralíð í botnstríðnum