Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Eitt spenn­andi kapp­ing­ arár fyri framm­an Í gjár var startskotið til eitt spennandi kappingarár í fótbóltinum. Tað verður eitt tað drúgvasta í nakrantíð, tá hugsað verður um allar dystirnar, ið føroyskur fótbóltur er ein partur av. Landskapping, steypakapping, Evropa og ikki færri enn tíggju EM- landsdystir. Stórsteypadysturin er eitt fráíkt tiltak, har meistararnir og steypavinnararnir møtast í einum dysti, sum er startskotið er eitt kappingarár. Hetta er ein dystur, sum er skipaður í samstarvi millum Fótbóltssambandið og Lions Club. Pengarnir fara til vælgerandi endamál. Sjálvur dysturin var eisini á eini leið. HB og B36 spæla sjáldan, uttan at tað er eitt sindur av “power” í. Soleiðis var eisini í gjár, har HB vísti stryki, eftir at teir komu á odda. Eg giti at HB verður óalmindiliga torført at vinna á, men tað er ikki vist at teir fara at hava somu eydnu at vinna eins nógvir dystir og í fjør. Tað er eisini gleðiligt, at tað nú er ein stórsteypadystur hjá kvinnum. Her var HB greitt omaná og vann 7-1 á EB/Streymi/Skála, sum annars hevur vunnið FM seinastu tvey árini. Tað er hinvegin harmligt, at kvinnudeildin nú er minkað niður í fimm lið. Tær hava ongantíð havt fleiri avbjóðingar og betri umstøður, so tað er eitt sindur ilt at skilja, at besta deildin skal minkað úr seks liðnum niður í fimm í ár. Vit á ÍtróttarSosialinum fara sjálvandi at gera nógv burturúr komandi kappingarári. Okkurt verður eins og fyrr, men helst verður okkurt eisini eitt sindur øðrvísi. Ert tú ein av teimum, sum blívur spentur longu undan vikuskiftinum, so verður drúgvar upptaktir við liðtíðindum í Vikuskiftis-Sosialinum. Á FM1 verður eisini gjørt nógv burturúr, har upptakt er í Sportboxini hvønn fríggjadag – umframt beinleiðis frásøgn frá dystum. trondur@sosialurin.fo HB vann stórsigur Kvinnurnar hjá HB vunnu í gjár stórsteypadystin hjá kvinnum heili 7-1 á EB/Streymi/Skála. Hetta er fyrstu, at kvinnurnar hava spælt stórsteypadyst Tróndur Arge Í góðveðrinum í gjár var fyrsti stór­steypadysturin í kvinnu­fót­ bólti nakrantíð í Føroyum. Greipu­ vinn­arin í fjør, EB/Streymur/ Skála, spældi ímóti HB, sum í fjør tapti steypafinaluna, og sum í lands­kappingini endaði á øðrum plássi. Tað bleiv ongantíð nakar spenn­ ingur um útfallið av dystinum, tí HB var odda heili 3-0 aftaná eitt korter. Elin Maria Isaksen skoraði tvær ferðir, meðan Heidi Sevdal skoraði eitt. Í seinna hálvleiki økti Rebekka Benbakoura, áðrenn Birna T. Mikkelsen minkaði um mun­in fyri EB/Streym/Skála. Løtu seinni fekk innskifta Lena Olsen sítt seinna gula kort, og EB/ Streym­ur/Skála mátti spæla rest­ ina av dystinum í undirtali. Heidi Sevdal skoraði tvær ferðir afturat, meðan Rebekka Benbakoura eisini skoraði eitt afturat. Úrslitið er staðfesting av, at EB/ Streymur/Skála ikki hevur ta styrk­ina, sum tvey tey undanfarnu árini bar sigur í landskappingini og steypakappingini við sær. HB hevði umleið somu mann­ ingarligu útgávu sum í fjør, meðan EB/Streymue/Skála-liðið er viknað, tí onkrir av lykla­spæl­ar­ un­um undanfarnu árini ikki eru við longur. Millum annað er ársins spæl­ari frá í fjør, Margunn Lind­ holm, flutt av landinum, meðan Ansy Jacobsen ikki verðu tøk aftur fyrr enn í seinnu hálvu. trondur@sosialurin.fo Stórsteypadystur: