Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mars 2019 · Nr. 27 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Í áttiárunum varð landsstýrið speir­ ik­ið fyri Kalsoynna, ið var nevnd »blokk­floytan« við øllum tunlunum, sum har vóru gjørdir. Endamálið var uttan iva gott, at binda saman tær fýra bygdirnar í Kals­oynni, so siglast kundi til eina bygd heldur enn tríggjar. Tosað verður eisini um tunn­ils­ øði, nú øll skulu hava tunnil. Áðrenn Henrik Old kom í Tinga­ nes var tað valla nakar, sum trúði upp­á, at bygdir sum Dalur, Fámjin, Tjørn­u­vík, Gjógv ella aðrar bygdir í somu støðu nakrantíð fóru at fáa tunn­il, tí tað er so dýrt at gera tunl­ ar, tá teir verða bodnir út, at ráð snøgt sagt ikki vera til at gera tunl­ ar til smáplássini. Men her er vend komin í. Og tað er ikki við mýkindum. Nú, ið valið nærkast, kappast ting­fólk um at leggja uppskot fyri ting­ið um kre­ a­tiv­ar loysnir, so allir tunl­ar kunnu ger­ast í senn. Hvalbiartunlin er í gongd. Norð­ oy­a­tingfólk vilja hava tunlarnar norð­ur um Fjall gjørdar áðrenn, men sam­stund­is skal tunnil bæði ger­ast til Fám­jins og til Dals alt í ein­um. Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til. Tað ber eftir øllum at døma held­ur ikki til at gera ein ætlan og at halda hana. Raðfygljan í Norðuroyggjum varð broytt. Heldur enn at gera tunl­arnar norður um Fjall fyrst, so sum Lands­verk mælti til, so var Við­ar­eiðistunnlin gjørdur, tí sterk­ ar pol­it­isk­ar kreftir, við ávirkan, vóru í Norðuroyggjum sum á henda hátt hildu seg leggja trýst á pol­it­isku skipanina um at raðfesta all­ar tunlarnar í Norðuroyggjum fram um aðrar tunlar, sum til dømis Hval­bi­ar­tunnilin. Tí kom sperðil í har. Øll sum hava verið gjøgnum tunl­arnar á Borðoynni vita, at her má ein loysn finnast sum skjótast. Slík­ar tunlar kunnu vit ikki bjóða fólki. Orsøkin kann so bara beinast aft­ur í Løgtingið, sum ikki hevur hild­ið sína skyldur við at dagføra tunl­ar og vegir seinastu hálvu øld­ ina. Avbjóðingar í sam­ferðslu­kerv­i­ num hava verið nógvar ferðir størri enn játtaninar á fíggjarlógum. Og har er heldur eingin bati at hóma. Heldur enn at játta meira til við­ líka­hald, so verða enn fleiri vegir og enn fleiri tunlar gjørdir, sum ráði­ni heldur ikki verða til at halda í framtíðini vegna tvørrandi vilja at játta pengar. Tá kann tað bara enda galið. Men tað mátti borið til at gjørt eina pol­itiska semju um eina rað­ fylgju, hvussu og nær hvørjir tunlar verða gjørd­ir í Føroyum. – Droppið alt tos um Suð­ur­oy­ ar­tunn­il og aðrar enn óveruligar ætl­an­ir, og finnið eina felags semju um, hvussu vit útbyggja og halda við­líka samferðslunetið í øllum Før­oy­um. Gerið eina felags semju um allar tunlar í Føroyum TUNNILSFEPUR Í 12. TÍMA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin ÍTRÓTTUR SÍÐA 22-23 SÍ vann felstu steypini Hesin hevur bíðað eftir løgregluni í 80 dagar Beint fyri klokkan 22 mána­kvøldið fekk MRCC boð frá trol­a­ra­ num, Smar­agd um, at hann var far­in at leka Teir vóru stadd­ir Eystan fyri, í flógv­a­num ímillum Borð­oy­a­nes og Mjóvanes, tá ið teir varn­aðust lekan og at sjógvur kom í maskinrúmið. Teir høvru longu boð­ að Brimli frá, men har­ umframt fór tyrlan og bjarg­ing­ar­báturin,Ziska, eis­ini til hjálpar. Tað var rættiligt sjask­ veð­ur, og tað tarnaði bjarg­ ing­ar­beiðnum eitt sindur. Á MRCC siga tey, at teir fingu eina pumpu umborð á Sma­ ragd, men hon fekst ikki at rigga. Síðani varð roynt at fáa eina pumpu av tyrl­uni umborð, men tað var so ringt veður, at tað eydn­ aðist ikki. Tað var eisini skjótt, at Sma­ragd misti bæði mask­ in­orkuna og ljós, men Brim­ il setti á hann at sleipa og eft­ir midnátt komu teir inn um Borðoyanes og á slætt og tá gekk frægari, og klokkan 03.20 lá hann við bryggju í Klaksvík, har teir fingu pumpur umborð, so nú er eingin vandi á ferð long­ur. Seks mans vóru við Sma­ ragd, men eingin fekk mein av hendingini, og skiparin metti ongantíð, at talan var sum rættiliga neyðstøðu – og teir fóru heldur ikki av skip­inum, sigur MRCC. Komu í neyð eystan fyri Borðoyavík »Verður akfarið ikki flutt innan 48 tímar, flytur pol­iti­ið akfarið fyri eig­ar­ans rokn­ing« Soleiðis skrivaði løgreglan á ein reyðan lepa, sum varð klistr­aður á ein bil á al­menna park­ings­plássinum á Skála­ trøð hin 13. desember í fjør. Um løgreglan hevði hild­ið orð, so varð bilurin flutt­ur av almenna park­erings­pláss­i­ num 15. desember í 2018 Men tað var bilurin ikki. Og hann stendur har enn. Tað vil siga, at hesin bil­ ur­in hevur staðið ólógliga park­er­að­ur í 82 dagar, eftir at løg­regl­an klistraði hóttanina á bil­in. Nú er blekkið regnað av hótt­an­ar­lepanum, so eig­ar­in veit kanska ikki, nær løg­regl­ an kemur eftir bilinum. Spurningurin er so, um løgreglan hevur slept mál­i­ num, um talan bara var um eina leysa hóttan, ella um bíð­itíðin hjá løgregluni eftir flutn­ings­hjálp ikki hevur fremstu raðfesting hjá onkr­ um veitara. Í øllum førum hevur hesin bil­urin, sum ikki eigur at standa á Skálatrøð, órógvað onrk­an annan, sum kundi stað­ið har, í í minsta lagi í 82 dagar. Hóast politiið hevur hótt við at flyta bilin 15. desember í fjør, so stendur hesin bilurin enn ólógliga parkeraður á Skálatrøð í Havn Minnu á Hædd til minnis NØVN SÍÐA 12 savnsmynd