Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. mars 2019 · Nr. 27 Viðv. punkti 8 Uppskot nevndarinnar um nevndarsamsýningar fyri 2019 Nevndin mælir til, at samsýningin til nevnd bankans verður óbroytt galdandi fyri 2019. Nevndin mælir sostatt til, at aðalfundurin viðtekur, at samsýningin til nevndarlimir bankans verður latin samsvarandi samsýningarpolitikki bankans frá mars 2018 við støði í hesum satsum: Grundsamsýning: 200.000 kr. Nevndarformaður: 3 x grundsamsýning Næstformaður: 2 x grundsamsýning Aðrir nevndarlimir 1 x grundsamsýning Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni verður settur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er hósdagin hin 14. mars 2019. Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, og sum ynskir at luttaka, skal biðja um atgongumerki. Atgongumerki kunnu bíleggjast á heimasíðu bankans www.banknordik.fo, umvegis partaeigaraportalin á www.banknordik.com, ella á høvuðs- skrivstovu bankans á telefon 330 330. Í sambandi við tilmelding umvegis partaeigaraportalin, verður elek- troniskt atgongumerki sent til ta teldupostadressu, ið partaeigarin hevur skrásett í partaeigaraportalinum. Partaeigarar skulu hava atgongumerki (elektroniskt ella útprent) við sær á aðalfundin. Eisini ber til at heinta bíløgd atgongumerki við inngongdina til aðalfundin, um samleikaprógv samstundis verður víst. Seinasta freist at bíleggja atgongumerki er mánadagin hin 18. mars 2019 kl. 16.00. Tá atgongumerki verða bíløgd, skal prógv førast fyri, at viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar, hvørs partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða atgongumerki útgivin, um ein í mesta lagi 5 daga gomul útskrift frá VP Security A/S ella kontuførandi peningastovninum (depotstaðið), verður víst sum skjalprógv fyri partabrævaognina. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan um, at partabrøvini ikki eru ella verða avhendað øðrum áðrenn skrásetingardagin. Atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir á aðalfundinum. Bílegging av atgongumerkjum Fulltrú Partaeigarar, ið ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, kunnu geva fulltrú. Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo, umframt á høvuðsskrivstovu bankans, er atgongd til eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum ynskja hetta, ber til at geva nevnd bankans fulltrú til at møta og atkvøða tygara vegna. Fulltrúin skal vera skrivlig, dagfest og móttikin á høvuðsskrivstovu bankans á Oknarvegi 5, Postboks 3048, FO-110 Tórshavn í seinasta lagi mánadagin hin 18. mars 2019, kl. 16.00. Brævatkvøður Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi við brævatkvøðu. Um so er, at tygum ynskja at greiða bræv- atkvøðu, skal oyðublaðið vera høvuðsskrivstovu bankans á Oknarvegi 5, Postboks 3048, FO-110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mikudagin hin 20. mars 2019 kl. 16.00. Eisini ber til at greiða brævatkvøðu umvegis partaeigaraportalin á www.banknordik.com í seinasta lagi mikudagin hin 20. mars 2019 kl. 16.00. Ársroknskapurin 2018 og fundarskrá við fullfíggjaðum uppskotum Ársroknskapurin 2018 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing um- framt fundarskrá við fullfíggjaðum uppskotum fara at liggja frammi á høvuðsskrivstovu bankans og heimasíðu bankans www.banknordik.fo í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn aðalfundin. Avgerðir, partapeningur, atkvøðurættur og kontuførandi peningastovnur Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, sambært § 9, stk. 2 í viðtøkum bankans. Partapeningur bankans er kr. 200.000.000, býttur sundur í partabrøv upp á kr. 20. Hvørt partabræv á kr. 20 gevur eina atkvøðu á aðalfundinum. Tó eru ávísar atkvøðuavmarkingar galdandi sambært § 8, stk. 3 í viðtøkum bankans. Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt: 8.1. Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur skrásetingardagsetingina. Skrásetingardagsetingin er ein vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin. 8.2. Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, jvb. § 8. 1, og sum ynskir at luttaka, skal seinast 3 dagar undan aðalfundinum biðja um atgongumerki og atkvøðuseðil til aðalfundin. 8.3. Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part ein partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv ella sum fulltrúi fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til hvussu stóran part teir eiga tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan fyri somu konsern, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. 8.4. Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við einum ráðgeva ella við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna, móti at løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt tíðarskeið, sum ikki er longri enn eitt ár. 9.2. Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta. Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna avtøku og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum. 9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av quorum-kravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða parta- peningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi. P/F BankNordik hevur gjørt samskipanaravtalu við VP Security A/S. Parta- eigarar bankans kunnu velja P/F BankNordik sum kontuførandi stovn til at útinna teirra fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F BankNordik. P/F BankNordik Nevndin