týsdagur 5. mars 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mars 2019 · Nr. 27
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Ferð verður
nú sett á
løgtingsarbeiðið
Seinasta freistin at leggja uppskot fram er
farin – nú skulu uppskotini viðgerast
Árni Gregersen
Løgtingsskrivstovan
hevur
fingið øll uppskot, sum skulu
viðgerast í tinginum áðrenn
tingsetan endar og tingið feer í
summarfrí.
Sum vanligt, tá ið eitt evsta-
mark er, kemur ein hópur av
uppskotunum í seinastu løtu.
Soleiðis eisini í ár.
Tingskipanin
sigur
nær
evsta mark er, men undantøk
kunnu tó gerast. Vilja 17 ting
fólk at uppskot skulu leggjast
fram eftir at freistin er farin,
so kunnu tey gera tað við at
skriva undir og vátta og á tann
hátt víkja frá tingskipanini.
At uppskotini loksins eru
komin í tingið ger, at formans
skapurin og fyrisitingin í ting
inum kunnu tilrættaleggja lóg
ararbeiðið, tað sum eftir er av
hesi tingsetuni.
Tað sæst eisini longu á
skránni. Tingfundirnir byrja í
dag og skráin er lyst bæði fyri í
dag, hósddagin og fríggjadagin.
Skráin vísir, at tað bert í
hesi vikuni eru 14 1.viðgerðir.
Ast tingmál fáa fyrstu viðgerð
vil siga, at orðaskifti er um tey
og so verða tey beind til nevnd
arviðgerð aftaná.
Páll á Reynatúgvu, løgtings
formaður, hevur ætlanir um,
at tingið skal fara heim fyrst í
mai.
Nýggj tingseta byrjar á
ólavsøku og hendir onki óvan
ligt, so fáa vit væl í august.
Bústaðarpakkin
nú viðgjørdur á
tingi
Fráboðaða ætlanin um at gera
ein bústaðarpakka og bøta um
íbúðarneyðina skal nú viðgerast
Árni Gregersen
Landsstýrið hevur boðað
frá, at tað tekur íbúðar
neyðina í Føroyum í størsta
álvara.
Fyri eini tíð síðani boðaði
landsins stýrið frá, at nú
skal
stóra
íbúðarneyðin
basast.
Á einari framløgu var
sagt, at almennu Føroyar
átaka sær ein part av tí
sum skal gerast, men sagt
var eisini, at í íbúðarpakk
anum vóru eisini broyting
ar, sum skulu eggja teimum
privatu til byggja íbúðir og
kanska serliiga eisin til
leigumarknaðin.
Í morgin fer tingið so
undir at hava 1. viðgerð av
trimum av lógunum, sum
eru partar av bústaðar
pakkanum. Tað snýr seg
um at geva kommununum
heimild at byggja íbúðir til
fólk úr 64 ára aldri og víðari
upp í pensjónsaldurin.
Eitt annað lógarmál er
um at geva Húsalánsgrunn
inum – tað sum nú kallast
Bústaðir – heimild at skriva
út lánsbrøv til at byggja
leiguíbúðir og so eisini geva
Bústøðum møguleikan at
byggja lutaíbúðir.
Triða
uppskotið,
sum
verður viðgjørt í morgin er
um broytingar í leigulógini.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna situr
við einum parti av bústaðarmálum
Løgmaður gekk á odda, tá ið boðað var frá bústaðarpakkanum