Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. mars 2019 · Nr. 27 TÍÐINDI Búskaparráðið í nýggjan ham Broytingar gerast í samansetingini av manningini í Búskaparráðnum Árni Gregersen Í fjør boðaði formaðurin í Bú­ skaparráðnum seinastu mongu árini, Sverri Hansen, frá, at hann ikki longur ynskti at røkja formansstarvið. Uttan at hann smekkaði við hurðunum boðaði hann frá, at hann ikki var nøgdur við samansetingini av limunum í ráðnum, tí hóast tey vóru bú­ skaparfrøðingar, so høvdu tey alt ov lítið av arbeiðsroyndum. Í lógini um Búskaparráðið frá 2009 stendur, at stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya einsa­ malt tilmælir limirnar til Bú­ skap­arráðið. Eisini er ásett, at limirnir í ráðnum ikki kunnu starvast á Fróðskaparsetri Føroya. Hend­ an avmarkingin í mun til, hvør kann innstillast at verða limur í búskaparráðnum, er mett at veraa óheppin, tá alsamt fleiri búskaparfrøðingar starvast á Fróðskaparsetrinum. Tað er tí hóskandi at gera tað møguligt hjá hesum at sita í Búskaparráðnum. Tað stendur heldur ikki nakað í galdandi lóg um at lim­ ir­nir í ráðnum skulu hava við­ komandi arbeiðsroyndir. Í viðmerkingunum til lógar­ uppskotið stendur; - Endamálið við upp­skot­in­ um er at breiðka tilnevning­ar­ grundarlagið soleiðis, at tað frameftir verða tríggir partar, ið tilnevna hvør sín lim til Bú­ skaparráðið, nevniliga stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og nevnd Lands­bank­ ans. - Eisini verður møguligt at tilevna limir til Búskaparráðið, sum starvast á Fróðskaparsetri Føroya. Hervið verða fleiri bú­ skaparfrøðingar, sum kunnu tilnevnast sum limir, og harvið verður eisini lættari at manna Búskaparráðið. Tað er landsstýriskvinnan við búskaparmálum, Kristina Háfoss, sum hevur lagt upp­ skotið fram, sum altso fær viðgerð seinni í hesi vikuni. Broytingarnar í uppskot­in­ um hava við sær, at tilnevnandi partarnir økjast frá einum upp í tríggjar. Búskaparfrøðingar, sum starvast á Fróðskaparsetri Før­oya, kunnu tilnevnast í Bú­ skap­arráðið, og er hetta ein fyrimunur bæði tí, at so verður tað ein størri skari av búskap­ arfrøðingum, sum kunnu til­ nevnast, og tí, at alsamt fleiri búskaparfrøðingar við góðum fakligum førleikum arbeiða á Fróðskaparsetrinum. Krav verður eisini sett til, at limirnir hava hóskandi ar­ beiðs­royndir. Ein onnur broyting er, at tíð­arskeiðið, sum limirnir sita, verður forskotið, so tað hóskar betur til arbeiðsgongdinar og til tær frágreiðingar, r´ðaðið skal gera. Uppskotið um broytingar eru tí helst ein av leiðing av, at fyrrverandi formaðurin bað um at verða loystur úr starvi. Skal vera lættari at sleppa til skips Sjálvstýri vil gera tað lættari hjá ungum at sleppa til skips Árni Gregersen Kári P.Højgaard og Bárður Kass Nielsen halda, at tað eru ov nógvar forðingar fyri, at ungfólk sleppa at royna seg um borð á skip­ um. Teir hava tí lagt eitt uppskot til samtyktar fram, har teir heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið uppskot um broytingar í løgtingslóg um manning av skipum so­ leiðis, at tað í eini roynd­ar­ tíð ber til at mynstra um­ borð á fiskiskipi uttan at hava tikið trygdarskeið. Haraftrat verður heitt á landsstýrið um at kanna og í hesum sambandi leggja fyri Løgtingið neyðug lóg­ aruppskot um, at trygd á sjónum gerst ein natúrligur partur av undirvísingini í framhaldsdeildini, og at ung kunnu taka trygd­ar­ skeið og fáa Bláu bók ókeyp­is fyrstu ferð. Teir báðir tingmennirnir fyri Sjálvstýri siga, at tað er teirra fatan, at tá ið ein ung­ur persónur mynstrar um­borð á einum fiskiskipi, verða atlit tikin til roynd­ir­ nar hjá persóninum so­leið­ is, at hann ikki verður sett­ ur á vandamiklar og út­sett­ar uppgávur, fyrrenn mann­ingin metir, at per­ són­urin er klárur til hetta. Tað er umráðandi at vit fáa tilgongd av nýggjum sjó­fólki umborð á okkara fiskiskipum soleiðis, at vit framhaldandi kunnu vera ein vælvirkandi fiski­vinnu­ tjóð, sum í størsta mun er mannað við føroyingum. Talan er um eitt uppskot til samtyktar. Tað skal hava tvær við­ gerðir og tann fyrra verður í Løgtinginum fríggjadagin. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við búskaparmálum, vil manna Búskaparráðið á annan hátt Sverri Hansen, búskaparfrøðingur , legði frá sær í úrtíð Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, vil gera tað lættari hja ungum at sleppa til skips Tað sama heldur Bárður Kas Nielsen, Sjálvstýri