Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mars 2019 · Nr. 27 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA “Mamma, far­tele­ fonin er títt lív…” - Eg haldi, at allir fólkaskúlar skuldu havt ein ”mobil-politikk”, og eg kundi hugsað mær, at vit fingu samgilta mentan – ella ”digitalt dannelse” á tímatalvuna í skúlanum, soleiðis at børnini kunnu læra, hvat tað í veruleikanum er, tey standa yvirfyri, sigur danskur fólkatingslimur Vilmund Jacobsen ”Um mamma sjálv sat við av­ gerðini, hevði hon livað í verð­ ini hjá fartelefonini…” - Soleiðis segði sonur mín við meg nøkur ár herfyri, og hetta var eitt ”wake-up-call” fyri meg. Skjótt legði eg inn á mína fartelefon appina, Mo­ ment, sum mátar, hvussu leingi eg brúk telefonina. Tað skrivar Ida Auken, sum er danskur fólkatingslimur, á net­síðuni – www.helse.dk Í greinini vísir hon á, at sum dagarnir gingu, vísti tað seg, at hon brúkti sína fartelefon eitt heilt samdøgur um vikuna. Hon var á Facebook, LinkedIn, Messenger, og hon var á tíð­ inda­síðum, sms og á arbeiðs­ app­ini, Podio. - Tá sonur mín segði, sum hann gjørdi, hugsaði eg: Nei, ein slíkur persónur vil eg ikki vera. Nú hevur familjan skíggja­ reglur heima við hús. Ongar fartelefonir eru við borðið und­ir máltíðunum, og millum klokk­an 18 og 20 liggja tele­fon­ irnar á hillini. - Men, tað er trupult, við­ gong­ur Ida Auken. Manipulatión Tíbetur er maður hennara rask­ari at biðja um, at telefon­ irn­ar verða lagdar til viks. Hann hevur eisini skrivað bók­ ina ”Skærmens magi”, og Ida Auken ásannar, at maðurin hevur gjørt húsfólkið klókari. - Vit eru blivin manipulerað. Eg trúgvi, at vit hava verið ov naiv yvirfyri sterku kreft­un­ um. Tað sita ”behavioral ex­ perts” í stóru fyritøkunum við milj­ardum av krónum, ið skapa appirnar, sum skulu ”løna” okkara heilum. Netflix, Mess­enger og Candy Crush kapp­ast um pengarnar og okk­ ara tíð, sigur hon. Ida Auken vísir á, at sam­ bært Netflix er størsti kapp­ ing­arneytin náttarsvøvnurin. Tað er tí, at telefonin vísir ”10 sek­und til næsta brot”, tá tú annars ert við at leggja tele­ fonina frá tær um kvøldið. - Tað gagnar okkum at ger­ ast klókari um, hvussu skíggj­ ar­nir seta í gongd okkara heil­ ar. Við smáum reyðum litum, glamr­andi ljóðum og virðis­løn­ um, sum minna um sukur­mol­ ar, stjelur skíggin okkara upp­ merk­semi. Ida Auken ásannar, at manna­ heilin frá náttúrunar hond er betri gearaður til savn­ing­ arsamfelagið enn til eitt sonevnt smartphone-soci­ety, sum hon rópar tað. - Tí er tað sera umráðandi, at vit vita, hvussu vit skulu standa ímóti hesum, leggur hon aftrat. Mobilpolitikkur Ida Auken hevur nú tikið stig til tað, hon rópar Center for Digital Sundhed, sum skjótt verður veruleiki. - Eg haldi, at allir fólkaskúlar skuldu havt ein ”mobil-polit­ ikk, og eg kundi hugsað mær, at vit fingu samgilta mentan – ella ”digitalt dannelse” á tíma­ talv­una í skúlanum, soleiðis at børnini kunnu læra, hvat tað í veruleikanum er, tey standa yvirfyri. Ida Auken heldur, at vit í størri mun eiga at hugsa um sam­gilta heilsu. - Tíbetur hava vit fokus á kost, royking, alkohol og rørslu, og tað er nógv fokus á okk­ara ytra likam. Men, í ein­ ari tíð, har familjur føla, at teim­um vantar tíð og frið – og har strongd, angist og svøvn­ trupul­leikar plága okkum – áttu vit at verið meira vakin um, hvussu KT-risar bumba okk­ara sinni, sigur hon. Avmarkað eftiransni Fólkatingslimurin leggur dent á, at eitt menniskja hevur bert eitt sinni og hevur avmarkað eftiransni. - Í okkara familju hyggja vit minni í skíggjar nú, og vit síggja meira hvønn annan. Eg leggi telefonina á hillina og taki eina bók við í sofuna. Børn­ini hava lært at keða seg, og eg livi nú 100 prosent í verð­ ini hjá børnunum – heldur enn í verðini hjá fartelefonini. Ida Auken sigur, at tað vóru børnini, sum lærdu hana nakað týdningarmikið í lív­in­ um: Tey lærdu hana at taka lívið í hendurnar - heldur enn at taka hondina í fartelefonina! vilmund@sosialurin.fo Ida Auken (1978) er útbúgvin cand.theol. Hon er limur í danska fólkatinginum og hevur eisini verið umhvørvisráðharri. Hjúnarfelagi er Bent Meier Sørensen, og Ida Auken hevur skrivað bókina: ”Livet efter døden i de store verdensreligioner”. - Børnini lærdu meg at taka lívið í hendurnar - heldur enn at taka hondina í fartelefonina, sigur Ida Auken, fólkatingslimur BØRN OG “SKERMTÍД Gigni, sum veitir heilsu­ tænastur til børn og ung, sigur soleiðis um ”skerm­ tíð”: Heilsugóður familju­lívs­ stílur inniber mørk fyri dag­ligari “skermtíð”. Hetta er tann tíðin, sum tú: • brúkar til at hyggja eftir filmi • brúkar við telduna ella teldilin  • brúkar til fartelefonina • brúkar til at spæla telduspøl Men, hvussu nógv ”skerm­ tíð” metir Gigni so er í lagi fyri barnið? Ikki nógv, er einkla svarið.  - Børn undir 2-ára aldur skulu helst ikki hava nakra skermtíð yvirhøvur.  Børn millum 2 og 5 ár eiga helst ikki at hava meira enn ein tíma, og børn millum 5 og 18 ár eiga helst ikki at hava meira enn tveir tímar av skermtíð dagliga. Gigni vísir á, at tað er nógv ymiskt virksemi, sum er sera týdningarmikið fyri menningina hjá ein­staka barninum. - Hetta fevnir eitt nú um likamligt spæl ella rørslur, skapandi og ímyndað spæl, stuttligar og verk­lig­ ar venjingar og alt tað, sum inniber samband og sam­veru við onnur menn­ iskju. vilmund@sosialurin.fo - Børn undir 2 ár skulu helst ikki hava nakra skermtíð yvirhøvur, heldur Gigni