týsdagur 5. mars 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. mars 2019 · Nr. 27
TÍÐINDI
- Eg eri ikki
ovfarin av
roktúri
Línuskipið Sandshavið hevur gjørt roktúr
á Føroyabanka, men stjórin á Havstovuni
er ikki ovfarin. – Hetta er akkurát tað, vit
høvdu roknað við, sigur Eilif Gaard, sum
staðfestir, at Føroyabanki er ein avbjóðing
Vilmund Jacobsen
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuri,
er slett ikki ovfarin av, at línu
skipið Sandshavið hevur gjørt
ein roktúr á Føroyabanka, har
teir fingu sløk 134.000 pund á
4-5 setum.
Meginparturin av veiðini –
ella eini 80.000 pund tilsamans
– var hýsa, og síðan vóru
24.000 pund av longu, sløk
20.000 pund av skøtu og 6.600
pund av brosmu.
Merkisvert fyri nógvar fiski
menn er, at Sandshavið fekk
lítið og einki av toski, bert 400
pund av toski 1, 400 pund av
toski 2, og síðan heilt smáar
nøgdir av toski 3 og 4.
- Eg veit ikki, um fiskimenn
eru ovfarin av, at so lítil toskur
er uppi í veiðini hjá Sandshav
inum henda túrin, men tað eri
eg slett ikki, sigur Eilif Gaard.
Hann vísir á, at allar royndir,
sum Havstovan hevur gjørt á
Føroyabanka, vísa, at toskurin
er ikki komin fyri seg aftur,
hóast hesin parturin av Bank
anum hevur verið friðaður
fyri allari veiði í meira enn
tíggju ár.
- Vit vita, at tað er meira av
hýsu á Føroyabanka, enn tað
nakrantíð hevur verið áður, og
tað hevur eisini víst seg, at her
er meira enn tann eini árgang
urin, sigur stjórin á Havstov
uni.
Ein avbjóðing
Eilif Gaard sigur, at royndar
loyvið, sum Sandshavið hevur
fingið á Føroyabanka, í fyrsta
lagi hevur til endamáls at
finna út av, um tað ber til at
fiska eitt nú hýsu uttan ov
stóra hjáveiði av toski.
- Loyvi er givið í útsynnings
partinum av Føroyabanka, og
her skal Sandshavið fiska bæði
við vanligari línu og línu, sum
við flotum er lyft nakað upp
frá botni.
Stjórin á Havstovuni sigur,
at royndirnar í aðar mátar ikki
eru stýrdar framvið toskinum,
soleiðis at toskur ikki eisini
kundi komið á línuna.
- Vit mugu bara enn einaferð
staðfesta tað, sum vit framm
anundan vita, at toskurin á
Føroyabanka er ikki komin
fyri seg enn – ja, vit kunnu
siga, at toskurin framvegis let
ur bíða eftir sær, sum hann
tekur til.
Eililf Gaard sigur, at nú so
nógv hýsa er á Føroyabanka,
er avbjóðingin sjálvsagt, hvussu
hon kann fiskast uttan ov
nógva hjáveiði av toski.
- Tá royndirnar hjá Sands
havinum eru lidnar, verður
tikið saman um, og frágreiðing
verður skrivað. Tá fáa vit eisini
eina mynd av, hvussu roynd
irnar við botnlínu eydnast í
mun til royndirnar við flotlínu.
Hann sigur, at umborð á
Sandshavinum verður fiskur
veiddur við botnin og fiskur,
veiddur á flotlínu, hildin hvør
sær, soleiðis at neyvt ber til at
staðfesta, um onnur línan fisk
ar reinari hýsu og minni av
toski.
- Føroyar liva av at fiska, og
tað er ikki til stuttleikar, at
Føroyabanki
hevur
verið
stongdur fyri at verja toskin,
sum enn ikki er komin fyri seg.
Nógvar ”bilettir”
Eilif Gaard ásannar, at Hav
stovan fær nógvar fyrispurn
ingar frá vinnuni um at sleppa
at gera royndir á Føroyabanka.
- Tað vildi verið løgið, um so
ikki var. Jú, tað verða nógvar
”bilettir” lagdar inn um roynd
arloyvi. Sjálvsagt vilja menn
sleppa eftir tí, sum nógv er til
av á Bankanum. Spurningurin
er bara, hvussu hetta verður
gjørt best, so leingi, sum tosk
urin ikki er komin fyri seg aft
ur.
Stjórin á Havstovuni sigur,
at tey góðu árini til fisk, plaga
toskur og hýsa at fylgjast
nøkulunda, soleiðis at skip og
bátar fáa av báðum sløgum.
- Hetta síggja vit eisini á
landgrunninum í dag, men enn
hevur tað so ikki víst seg, at
toskurin er komin fyri seg á
Føroyabanka.
Spurdur, hvussu tað man
bera til, at toskurin á Bankan
um framvegis er so illa fyri
eftir so mong ár við totalari
friðing, sigur Eilif Gaard, at tað
hevur hann onga einfalda frá
greiðing uppá.
Fyri mangar fiskimenn tyk
ist tað løgið, at Føroyabanki
eitt nú stendur smekkfullur av
hýsu – eisini fyri at brúka orð
ini hjá stjóranum á Havstovuni
– samstundis sum toskurin
hevur ilt við at koma fyri seg
aftur.
- Nei, eg havi í løtuni einki
endaligt svar upp á hetta,
ásannar stjórin.
Væl hugsandi
Eilif Gaard sigur tað vera væl
hugsandi, at fleiri royndir í
komandi tíðum fara at verða
gjørdar á Føroyabanka.
- Sum eg nevndi, eru tað
nógvir, sum vilja sleppa á
Bankan at gera royndir, men
sum rannsóknarstovnur noyð
ast vit sjálvsagt at hava fokus
á sjálvt arbeiði, sum er at fáa
toskastovnin á Føroyabanka
at koma fyri seg aftur, sigur
stjórin á Havstovuni.
Eingin vinnuligur fiskiskap
ur hevur verið á Føroyabanka
síðan 2008.
Sandshavið aftur á Føroyabanka
Reiðarin á Sandshavinum, Kristian Martin Petersen, ásannar, at henda fyrsta seinasta línuroyndin
vísti, at lítil toskur er á Føroyabanka
Vilmund Jacobsen
Í gjár, tá Sosialurin fekk orð á
skiparan
á
Sandshavinum,
vóru teir júst í ferð við at taka
kassar umborð til nýggjan túr
eftir roktúrin á Føroyabanka.
- Vit ætla at fara avstað aft
ur í dag, og ætlanin er at fara
út aftur á Føroyabanka at
royna. Sjálvsagt eru vit spent
ir eftir at gera henda túrin, nú
túrurin seinast eydnaðist so
væl, segði Eyðvarður Peter
sen.
Royndarloyvið, sum Sands
havið hevur fingið á Føroya
banka, er galdandi í einar
tvær vikur aftrat.
Við Dag & Viku mána
kvøldið
segði
reiðarin
á
Sandshavinum,
Kristian
Martin Petersen, at tað er
hýsuni, teir liggja eftir á
Bankanum.
- Hetta er ein roynd at vita,
um tað ber til at fiska hýsu og
onnur fiskasløg, sum eru í
vøkstri, við lítlari hjáveiði av
toski.
Reiðarin segði, at Sands
havið á seinasta túri beinan
vegin fekk nógva hýsu, og
túrurin gekk væl.
- Teir fingu bert eini 800
pund av toski tilsamans, og
tað er ikki nógv á einum slík
um túri.
Kristian Martin Petersen
segði, at henda fyrsta royndin
hjá Sandshavinum á Føroya
banka vísti, at her er ikki
nógvur toskur.
vilmund@sosialurin.fo
Sandshavið hevur gjørt roktúr á Føroyabanka,
meginparturin av veiðini var hýsa
- Tað er ikki óhugsandi, at
fleiri royndir verða gjørdar
á Føroyabanka, sigur stjórin
á Havstovuni, Eilif Gaard
Skipari á Sandshavinum er Eyðvarður Petersen (mynd), og
stýrimaður og avloysari sum skipari er Virgar Hentze