Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mars 2019 · Nr. 27 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Bunyan Midjord farin í annað ljós Bunyan hjá Akrapeturi vann ikki upp land í nátt, og varð verandi har úti í kosmos. Túrarnir út um Navarstein, Stanganestanga, Ergibyrgi, Garð­in á Bergi og Grønurnar vóru nógvir, og altíð bar hann boð í bý. Hesuferð varð alt øðrvísi. Bunyan var troyttur av døg­um; hann hevði kastað og heintað fyri seinastu ferð, gjørt snørið upp og sigldi nú út í ta myrku nátt at søkja annað ljós. Hann varð føddur vesturi í Smillum í Vági, har hann vaks upp. Hann var sonur Jakobinu og Niels Petur Midj­ord, vanliga nevndur Akra­petur. Akrapetur var triði ”Niels Petur” eftir Pól á Miðgerði á Økrum. Hann koyrdi lastbil í Vági í fimtiárunum, og skilti seg soleiðis frá øðrum monn­ um, ið vóru í fiskiskapi og van­ligum arbeiði annars. Akrapetur giftist dóttir Óla og Lenu á Smillheygi. Hesi bæði fluttu til Dan­ mark­ar aftan á fleiri av børn­unum, men Óla longdist illa heimaftur. Danjal hjá Johan Nolsøe á Marknoyri yrkti tá ein av okkara yndisligastu songum, sum javnan var uppi millum føroyingar í Keypmannahavn tá í tíðini. Sangurin ”Við Oyrasund” lýsir so meistarliga væl, hvussu longsulin hjá einum útiseta eftir heimligum við­ ur­skiftum setti síni spor. Vit hoyra um Jaspur í Jenis­ar­ trøð og hin fúnaða bátin á Oyra­sundsmøl við eyð­kend­ um sniði frá stavni í kjøl. Lýsingin av merkismann­ in­um Óla í Smillum, ið sat í Keypmannahavn og droymdi um útróðrar- og bakkadagar heima á landi, men endaði sínar dagar á einum ellis­ heimi í Charlottenlund, er ein perla í føroyskum skaldskapi. Bunyan, abbasonur hans­ ara, var einnevndur maður, ikki bert her í bygdini, men í landinum øllum. Í Onglandi virkaði ein prædiku­maður og skald í 16. árhundraðinum, sum kallað­ ist John Bunyan. Hesin Buny­ an skrivaði lestrarbókina “The Pilgrims Progress” (Píla­ gríms­ferðin), og er tað helst hann, ið hevur givið for­eldr­ un­um íblástur at geva unga alvanum hetta navnið. Bunyan var hegnismaður í øllum sínum virki og álitis­ maður í øllum teim viður­ skift­um, ið hann tókst við. Í Grøn­landi eins og í Vági var hann fyristøðumaður har hann arbeiddi, og var brand­ meist­ari og hegnismaður til alt spreingi- og grótarbeiði. Harafturat var hann roynd­ur miðamaður og ofta á floti, tá høvið beyðst. Mein­ kunn­ugur var hann á leið­un­ um út av Mýrafirði, úti á Heygn­um fyri eystan, sunn­ an og vestan. Tá íð skipað varð fyri ein­ ari fiskikappping í 1985, var tað eisini Bunyan, ið kundi lyfta steypið. Ikki var hann mað­ur, ið erpaði sær av nøkr­ um og soleiðis heldur ikki av hesi viðurkenning, sum var honum so væl unt. Tað rann saman millum Buny­on og Marlenu hjá Hannu og Bethæusi. Hanna var dóttir Ellu og Símun á Tjørn. Tey giftust í 1956 og fingu fýra børn; tvey teirra í Grøn­landi, har tey búðu eitt skifti. Verfaðirin Bethæus var eis­ini einnevndur maður. Pápi hansara, Andreas Jen­ sen, ”Viðingurin,” kallaður, kom av Viðareiði suður til Sumbi­ar at smíða eina nýggja kirkju – einki minni. Kirkjan stend­ur enn, og við sínum av­ bera vakra handverki, ið við­ ing­urin tá legði úr hondum, er tað ein frægd at sita og skoða henda væl úr hondum greidda og snøgga bygning. Viðingurin varð verandi fyri sunnan, har hann giftist Marin Malenu, elstu dóttir Laðangarðsbóndan. Soleiðis kom Bethæus at liva mitt í verð­ini, har hann ma. var til bakka við Hargabrøðrunum og øðrum góðum monnum. Hanna og Bethæus settu so búgv í Vági, hóast hann stóð til at festa ein garðin á Við­areiði, annan í Svínoy og hon ein triðja í Sumba. Men - frælsa lívið í Sumbi­ arbjørgunum og handverkið í Vági taldi munandi meira enn at ”semjast væl við fold­ ina, hvørt við sínar náðir, sumt við maðkar, illdýr og slógv, og sumt við korn og sáð­ir,” so sum Nólsoyar Páll segði tað í Fuglakvæðinum. Hesi ættarlið eru nú farin og farandi, og er tað við størstu samkenslu við Mar­ lenu, ið eftiri situr, børn og ommu­børnum hennara, at vit syrgja deyða Bunyans. Ein hin skjótasti og trygg­ asti miðvallarin í síni tíð er nú farin av vølli fyri seinastu ferð, og vit sakna hann sáran. Hvíl í friði kæri frændi og besti vinur, og Jesus verið hjá tær. Hergeir Nielsen MINNU Á HÆDD til minnis Í farnu viku andaðist óvæntað so enn ein javn­aldr­ andi, góður vinur mín. Hesa­ ferð Minna á Hædd (Jo­ hanne­sen). Vit bæði byrjaðu í 1948 í sama flokki í gamla Klaks­ víkar skúla, eg yngstur og tá lítið skúlabúgvin, meðan Minna longu tá var væl vaks­in og tað framligari, kát og sjermerandi, tó hon altíð dugdi sær hógv alt eftir um­ støð­unum. Minnist einaferð, at lær­ ar­in hevði varnast meg teska eitthvørt skúlaúrslit til borð­ felaga, og sum straff var eg sett­ur hjá gentu, í tí føri Minnu, sum so ikki bøtti um støðuna, so vinsæl og prát­ ing­arsom, sum Minna allar sínar dagar av lyndi hevur verið. Eftir kravdu skúlagongd­ ina fór Minna fyrst, blaðung, í tá spildurnýggju, stór­ fingnu klædnabúðina (”maga­ sengið”) hjá Kjølbro at selja m.a. meturvørður og stás­ klæðir, og longu tá sýndi Minna frálíkan lívlangan før­leika at møta og fáast við fólk. Seinri friseraði hon konu­ fólkum, eins og hon, tá við egnum húski í Havn, í mong ár røkti álitisstarv í kunda­ tænastuni í Skálabúðini, um­ framt eitt skifti var gekka­ vertur í KVF og virkaði so­statt innan slík lívsyrki, har hon fekk brúkt sítt frá­ gerða góða hegni at møta, sam­skifta og við síni ektaðu/ ósminkaðu sjarmu fara um fólk. Í hvør sínum egnum familju­høpi blivu vit bæði stað­sett í Havn: vit á niðara Ternuryggi og Minna við sín­um húski nærhendis, vest­ar­liga í Hoyvík. Einkarsonur okkara (Rúni) kom tí eisini at ganga í sama skúlaflokki sum Minnusa John, og vóru teir nátúrliga nógv saman í frí­ tíð­ini heima hjá hvørjum øðrum eins og í felags skóta­ lívi. Tessvegna komu vit for­ eld­ur ikki sørt á gátt hjá hvørj­um øðrum, og um ikki annað so bara sum hjá van­ ligum familjum við úti­ar­ beiðandi foreldrum avheinta avkomið hjá hvørjum øðrum aftan á arbeiðstíð og áðrenn náttverða. Bæði vóru vit, Minna eins og eg sjálvur, av lyndi hervi­ liga prátingarsom um lívs­ søg­ur og samfelags­viður­ skifti og ikki minst við støði í felags upplivingum frá upp­ vøkstrinum í Klaksvík. Tó aloftast loyvdu aðrar skyldur og tíðartrot ikki slík­ ari dagdvølju, men eina ferð minnist eg Minnu sum ikki eina­ferð koma drønandi í sín­um gamla bili í túnið her, bara bremsa og uttan at sløkkja motorin, bresta út­ hurð­ina upp og rópa á sonin John um straks at koma heim við sær at eta náttverða og gera skúlating. Tó vit bæði fullu, hóast ætl­aða skundin, sum so mang­an í prát um farnar barna- og ungdómsdagar í Klaks­vík. Men, dekan fari, vit kveiktu og sparraðu so frá­gerða væl hvønn annan, með­an tíðin leið í ólukkumát, og bilurin í túninum ímeðan brendi tóm­ur fyri bensin. Og soleiðis var bara Minna, hóast vanliga kvik og virk­in og tað uttan óneyðugt roks og møsn. Hvørt til sínar náðir, og børn­ini, par í part, vuksu til og búleikaðust uttanlands í framhaldsútbúgving, har­eft­ ir í egnum familjuhøpi, har­ við samskiftið við Minnu og tey nátúrliga gjørdist minni og sjáldnari. Men hittust vit kortini, var alt við sama, góða lag: ópátikið, nærver­ andi, ósminkað, hugfarsligt og ikki minst skemtiligt sína­millum orðaskifti um, hvussu vit øll høvdu tað, og ann­ars um lívsins mongu forløg, og ongantíð minnist eg Minnu baktala nakran, tíans­heldur síni nærmastu. Minna var humoristur av rætta slagnum, sum er at kunna málbera seg um onn­ ur stuttliga, tó við sóma og fløva, uttan at niðra onnur, men við sjálvsspeii í viðbót. Tikið verður til, at av børn­um skal sannleikin sig­ ast, og hóast okkara Rúni nú er farin um tey fjøruti, og Karin í morgun ringdi til hans­ara í fjareystri um Minnu, so gav hann Minnu spon­tant tað eftirmæli, at Minna í lívi sínum var ein sann­ur brandur at klára lívs­ ins avbjóðingar og ikki minst ein góð, vís og treytaleyst flógv mamma fyri síni børn. Sum meðmenniskja og gott vinfólk verður Minna saknað av okkum, Karini, mær og okkara Rúna og El­ ini. Men hvíl nú í friði, góða MINNA, og verður hugnin í Himmiríki enn størri við eis­ ini tær har. Kærar heilsur og við sam­ kenslu við avvarðandi, Eyðun Joensen.