Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 1. desember 2004 17 skuldi fast um. Eitt slíkt varð gjørt um Føroya Fiskavirking. Har kom einaferð eitt boð, hoyrdist at tað skuldi liggja um einar140 milliónir krónur, men teir hugaðu keyp- ararnir fingu ikki so frætt sum eitt svar. Hvussu ber tað til, at Fiskasølan nú skal seljast við ongum pro- spekti, og at teir sum leiða fyritøkuna halda seg kunna fáa fatur í henni fyri undir- kurs á partabrøvunum? Til alla lukku sær tað út til, at løgmaður hevur tikið um politisku kvørkrarnar á landsstýrismanninum í vinnumálum. Dragsaði hann mánadagin oman til Framtaksgrunnin fyri at fáa tamarhald á støðuni aftur. Hetta, tí tað er av avgerandi týdningi, at privatiserings- ætlaninar ikki steðga av hesum vitleysa vambakast- inum. Og er gjaldið, sum grunnurin skal lata land- inum aftur í hesum árinum ein forðing fyri einum skilagóðum politikki á hesum økinum, so má tað væl saktans kunna finnast útav tí málinum isolerað, uttan at alt annað fer úr spónalagnum. Yvirskipaði politikkurin má vera, at hitt almenna verjir trygdarnetið undir samfelagnum. Trygdina hjá hvørjum einasta individi. Í heilsumálum, almannamál- um, undirvísingarmálum, mentanarmálum, ítróttar- málum, trúðarmálum o.s.fr. Fæið til eina sterka sam- felagsskipan kann bara koma úr einum dynamisk- um og frælsum vinnulívi, og tað fæst bara, um vinnulívið verður loyst frá almennum eigaraskapi. Hetta vísa royndirnar aðra- staðir, og merkiligt skuldi tað verið, um Føroyar vóru nakað undantak í so máta. Tað frægasta, ið løgmaður nú kann gera, er at snikka til eina skipaða ætlan fyri, hvussu donsku kreppu- loysnirnar vera avriggaðar, og at hann eisini kemur við einum reellum boði uppá hvussu avleidda fæið skal umsitast. Annaðhvørt tað verður brúkt til at gjalda almenna skuld við, tað eru jú hesar somu ognir sum hava álagt skattaborgar- unum hesa skuldina, ella peningurin fer í ein bú- skapargrunn, sum kann vera ein áhaldandi back-up goymsla hjá komandi ættarliðum. Verður hetta ikki gjørt kemur samfelagið ikki úr status-quo støðuni aftur. Føroyar verða pr. automa- tik afturvendandi á kolli- sónskós við seg sjálvar. Ótálmaður og uppskrúv- aður lønarvøkstur, ið ikki stendur mát við nakra virðisøking, tá ið sveiggini eru við og líka so stórur niðurtúrur tá ið sveiggini ganga hinvegin. Og grafur- in yvir tær búskaparligu Føroyar fara í allar ævir at líkjast eini sinuskurvu. Hjálparleys offur á slátur- bonkunum hjá diversum fiskakeyparum úti í heimi. Hetta er tað sum íslend- ingar í áravís hava roynt at byrgt uppfyri, og tað hevur eydnast teimum at bera so í bandi, at kurvarnar eru flataðar út. Og onkunstaðni afturi í høvdinum liggur ein afturvendandi spurn- ingur og spøkir, man tað eisini hava nakað við teirra stjórnarskipanarligu støðu og tjóðarstoltleika at gera? Donsku júgurini kunna vera góð at súgva, men fremja tey tann neyðuga mergin, sum skal halda einum heilum fólki uppi - í øllum lívsins viðurskift- um? PS Greinin varð skrivað mánadagin. Og týsmorgun frættist í útvarpinum, at nevnd og stjórn í Føroya Fiskasølu vóru upsøgd og ætlaninar um at leggja tey bæði partafeløgini hjá Framtaksgrunninum saman var gjøgnumførd og harvið yvirhálaði útviklingurin fyri ein ávísan mun høv- undan av hesi grein. Trolvirkið Vónin ynskir at vera so nær kundanum sum gjør- ligt. Tí hevur virkið tvær framleiðsluhallir í Føroyum, umframt eina í Grønlandi og eina í Canada VINNUVIRKI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Eitt av virkjunum, ein ikki hoyrir so nógv um í tí dagliga er virkið "Vónin", sum hevur framleiðslu- hallir bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta virkið framleiðir fyri tað mest trol av ym- iskum støddum og ymisk- um sniðum, men dentur verður lagdur á ein sámi- ligan prís við eini høgari dygd. Ein fyrimunur við Vónini er, at tætt er millum fram- leiðslu og brúkaran. Tað hendir seg javnan at teir fáa viðmerkingar og eisini atfinningar at trolunum, og út frá hesum hava teir so møguleika at framleiða júst tað trolið, sum tann einstaki trolarin hevur tørv á. Virkið byrjaði í 1971, og hevur tí mong ár á baki. Ein styrki er somuleiðis, at menn støðast væl í fyritøk- uni. Fleiri hava arbeitt har í 20 ár, og onkur enntá frá fyrsta degi av og er har enn! Høvuðssæti í Fuglafirði Eitt ynski hjá leiðsluni í Vónini er at vera so nær kundunum sum gjørligt. Tí hevur fyritøkan í dag tveir virkisbygningar í Føroyum: Ein í Fuglafirði og hin í Tórshavn. Báðir virkisbygningarnir eru skipaðir soleiðis, at tann í Fuglafirði tekur sær av útgerðini til tey skipini, ið royna eftir uppisjóvar- fiski og aling, meðan tað í Havnini verður framleitt til teirra, sum royna eftir botnfiski. Í Fuglafirði, har eisini høvuðssætið hjá Vónini er, verður serliga arbeitt við trolum til fiskasløg, so sum svartkjaft, makrel, sild og lodnu. Fyrr var eisini eitt stór virksemi við at gera nýggjar nótir til alingini. Men soleiðis sum viður- skiftini eru í alivinnuni nú á døgum, er lítið virksemi á hesum øki. Í dag verður mest arbeitt við at bøta nót- irnar, vaska og sóttreinsa. Har finst eisini eitt vaski- anlegg, sum verður nýtt í sambandi við sóttreinsan av aliringum. Í Fuglafirði finst somuleiðis ein royndar- brunnur. Her hevur ein møguleika at gera modellir av trolunum, og síðani royna tey í hesum royndar- brunninum. Her ber so til at rætta uppá møguligar skeivleikar, soleiðis at trolið svarar til tey ynskini, sum kundin hevur sett fram. Annars verður eisini nógv nýtt at gera hesar royndir á teldu. Tað er tó kortini ikki alt sum hevur við uppisjóvar- fiskin at gera. Tí, sum ein part av framleiðsluni í Fuglafirði, verða eisini grunnar framleiddir á staðnum. Íalt arbeiða beint oman fyri 40 fólk á virkin- um í Fuglafirði. Eitt annað áhugavert í hesum sambandi er, at tað fyri ein stóran part nettupp er uppisjóvarfiskur, ið verður landaður í Fugla- firði. Tí er jú rættiliga praktiskt hjá teimum at hava eitt trolvirkið í býnum, um so er at brúk er fyri serkønari hjálp til eitt- hvørt, ið hevur við trolini at gera. Í Havn og útlondum Á virkinum í Havn er talið á arbeiðsfólkið minkað nakað í ár. Í løtuni liggur talið omanfyri 15 fólk. Her verður, sum longu nevnt, einamest arbeitt við at framleiða trol til botn- fiskaveiðu - t.d. eftir toski í føroyskum sjógvi, eins væl og í Barentshavinum. Somuleiðis verða fram- leidd trol til fiskiskap eftir so ymiskum fiskasløgum sum rækjur, upsa, hýsa og kalva. Í sambandi við virksemið í Havnini kann haraftrat verða nevnt at Vónin eigur Skipshandilin, har alskyns útgerð til fiskimenn er at fáa. Umframt hesi bæði virk- ini í Havn og Fuglafirði, eigur Vónin eisini tvey virkir uttanlands - eitt í Grønlandi og hitt í New Foundlandi. Við hesum verður roynt at koma enn nærri teim útlendsku kund- unum. Í dag kann Vónin tí staðfesta, at omanfyri ein triðingur av søluni er uttan- lands. Virkið í Havn er sera væl egnað til framleiðslu av rækjutrolum, og tað kemur tí ofta fyri, at tey verða seld til Grønlands. Beint nú eru teir í Havn í ferð við at gera tveir posar til ein grøn- lendskan trolara. Hetta ar- beiðið verður liðugt í hesi vikuni. Ein annar fyrimunur við at hava virkir á øðrum støð- um er møguleikin hjá kundunum at fáa gjørdar størri og smærri umvæl- ingar við útgerðini á stað- num. Lesið meira á næstu síðunum Vónin – eitt virki har fólk støðast Trolvirkið Vónin Mynd: Jens Kristian Vang