Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 230 - 1. desember 2004 Vit hava sølufólk í grannalondum okk- ara, bæði í Írlandi, Skotlandi, Danmark, Noregi, Hollandi, Íslandi, Grønlandi og New Foundlandi. Hesi gera eitt stórt arbeiði við at leita upp nýggjar kundar, sigur Hjalmar Peter- sen, stjóri á Vónini VINNUVIRKI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vónin telist millum tey miðalstóru virkini í heims- høpi, og klára teir at kapp- ast við teir útlendsku fram- leiðararnar. Ein av stóru styrkjunum hjá Vónini er tað tætta sambandið við fiskimenn- inar. Sjómenn koma ofta inn á gólvið fyri at práta. Tá kunnu teir samstundis koma við góðum hugskot- um og forbetringum til trol- ini. Bæði teir og vit ynskja eina fyrsta floks fram- leiðslu, og tí smæðast teir heldur ikki burtur við at koma við atfinningum, um tey tingini, sum vit ikki gera gott nokk. Spennandi ætlanir Teir á Vónini vita, at teir hava eina góða framleiðslu. Men fyri teir er hetta ikki nóg mikið, og tí sita teir ikki í Føroyum og bíða eftir at kundin skal koma til teirra. Teir hava sjálvir eina sølu- og marknaðardeild, sum er rættiliga virkin í fleiri londum. - Fyri okkum er sera um- ráðandi at leita upp nýggjar marknaðir í øðrum londum. Marknaðurin í Føroyum er avmarkaður, og við einum so stórum virki sum okkara er ikki nóg mikið bara við tí føroyska marknaðinum. - Vit hava eina góða framleiðslu, og tað ynskja vit eisini at útlendsk reiðarí skulu fáa at vita, Hesi sølufólkini gera tí eitt stórt arbeiði í granna- londum okkara, bæði í Ír- landi, Skotlandi, Danmark, Noregi, Hollandi, Íslandi, Grønlandi og New Found- landi - stutt sagt í øllum londunum í Norðuratlants- havinum. Tað er tó ikki altíð, at neyðugt er hjá hesum sølu- fólkum at fara so langt. Tá vit vitjaðu á Vónini fríggja- dagin í farnu viku vóru júst nøkur umboð fyri eitt grøn- lendskt reiðarí á vitjan. Kappingarførir í prísi og dygd Tað er sjálvandi altíð trup- ult at spáa um framtíðina, og tað sama er galdandi fyri eitt føroyskt trolvirki, sum í størstan mun dúvar uppá tann føroyska fiskiflotan. Fiskivinnan er jú ein vinna, har tað viðhvørt gongur væl og til aðrar tíðir minni væl, og henda gongdin sæst eisini aftur í Kristian Hansen og hinir netamenninir hava allir somu bakgrund: Teir eru fiskarar, og hava tí nógv felags áhuga- mál NETAMAÐUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Eitt av starvsfólkunum á Vónini er Kristian Han- sen. Kristian er búsit- andi í Nólsoy, og ferðast tískil til Havnar at ar- beiða hvønn dag. Hann byrjaði á "Vón- ini" 1. apríl í 2002, og er sera fegin um arbeiðið, og ikki minst arbeiðs- plássið sum hann er væl nøgdur við. Áðrenn hann byrjaði her róði hann út í trý ár, og frammanundan tí var hann við trolara. Og hagani hevur hann góð- an kunnleika til, hvussu ein arbeiðir við einum troli, og hvussu ein bøtir umborð og annað í tí sambandinum. At Kristian byrjaði á Vónini fyri hálvum triðja ári síðani kom einamest av hansara áhuga fyri júst trolum. - Skal eg siga sum er, so hava trol altíð havt mín áhuga, sigur Krist- ian. Hann fór til skips í 1969 við einum línubáti, og var seinni m.a. um- borð á teimum sonevndu "Cuba-trolarunum" og við "Beinir". Tá hann so varð spurdur um hann hevði hug at arbeiða á Vónini, tók hann av. Liðugt í hesi vikuni Henda fríggjadagin í farnu viku, tá Sosialurin vitjaði á Vónini var Kristian, saman við nøkrum av starvsfelag- um sínum, í ferð við at gera tveir posar til grøn- lendska trolaran "Sisi- miut". Hetta arbeiðið skuldi verða liðugt í hesi vikuni. - Sum nú er, so mangla vit bara ein dag til arbeiðið er liðugt, sigur hann. Teir sita á gólvinum á serligum stólum við hjólum, so lætt er at flyta seg runt. Og teir geva sær eisini tíð til eitt prát, samstundis sum teir arbeiða. - Hetta eru alt fiskarar, og tí hava vit nógv at práta saman um, meðan vit arbeiða, sigur Krist- ian. – Trol hava altíð havt mín áhuga Miðalstórt virki við s Netamaðurin, Kristian Hansen hevur roynt bæði línu og trol. Nú kemur kunnleiki hansara til trol og trolfiskiskap øðrum fiskimonnum til góðar Mynd: Jens Kristian Vang Hvat sigur kun Hans Joensen, skipari umborð á grønlendska trolaranum "Markus J": "Trolið sum vit brúktu (av slagnum Vónin 100) er so nógv tað besta trol- ið, eg havi brúkt, síðani eg byrjaði at fiska. Tá eg fiskaði á somu leið sum aðrir grønlendskir trolarar, fiskaðu vit 40 % meiri enn teir við hesum trolinum". Høgni Hansen, skipari á russiska trolaranum "Captain Navmov": "Uppá eitt ár fiskaðu vit omanfyri 9.000 tons av toski við trolinum av slagnum Bacalao. Á fleiri túrum fiskaðu við meiri enn allir teir 30 trolararnir hjá sama russiska reiðaríð'inum". Sonni Johannesen, skipari á Ennibergi: "Trolið vit brúktu (av slagnum Super Height) var ein sera góð íløga hjá okkum. Tá vit fiskaðu tosk í Barents- havinum fór fiskurin upp frá botninum, sum teir gera ávísar tíðir av árinum. Tá kundu vit ikki fanga teir við okkara vanligu trolum. Vit kastaðu síðani við Super Height og Teir kappast við útlendskar framleiðarar. Men við teim royndunum teir hava, klárar Vónin at kappast við hesar, bæði í prísi og ikki minst í dygd Mynd: Jens Kristian Vang