Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 1. desember 2004 19 virkseminum hjá Vónini. "Tá fiskivinnan hevur tað gott, so hava vit tað eisini gott!" Virkið hevur øll árini havt ein trúgvan skara av kundum. Uttan hesar hevði virkið ikki havt nakrar møguleikar at yvirliva, tí - fyri at venda orðunum hjá stjóranum við - tá kundin hevur havt tað gott, so hava teir eisini havt pening at keypa trol frá Vónini. Hinvegin, so má ein siga, at tá føroyskir kundar hava keypt trol síni frá Vónini, so er tað ikki uttan orsøk: Virkið er og hevur verið ført fyri at bjóða teimum hesi trolini fyri ein kapp- ingarføran prís og ikki minst til eina kappingarføra dygd í mun til tey út- lendsku. Út um landoddarnar Í løtuni ber tó til at fáa eyga á eina ávísa minking innan mangar vinnugreinir í fiskivinnuni. Hetta sæst serliga innan alivinnuna, sum nú er farin niður í næstan einki, og er kanska bert 1/20 part av tí, hon var áður. Meðan teir fyrr fram- leiddu nógv til alivinnuna, kemur hetta mestsum ikki fyri í dag. Ístaðin arbeiða teir fyri tað mesta við at reinsa alinótir og at umvæla tær. Rækjuflotin hevur heldur ikki havt tað so gott tey seinnu árini. Har er skip longu farin á húsagang, meðan onnur stríðast við at fáa endarnar at røkka sam- an. Fyri hesi seinnu er galdandi at tey mugu spara uppá útreiðslurnar, og tað merkist so eisini aftur í arbeiðinum á Vónini. Eisini hevur tann lági prísurin á upsa gjørt sítt til at mong reiðarí hjá trolar- um hava minni pening um hendi. - Men tá alt hetta er sagt, so mugu vit eisini hyggja eftir okkara styrki. Hon er nevniliga tann, at vit hava onnur bein at standa á uttan fyri landoddarnar. Og tað er nettupp ein av orsøkunum til at vit hava sett á stovn virkir í Grønlandi og Cana- da. - Vit vita tað, at tað eru svingningar í fiskivinnuni í øllum londum. Tí síggja vit eisini, at tað gongur sjáldan illa hjá øllum vinnum í senn, og tí hava vit møgu- leika at klára okkum, hóast tað ikki gongur so væl á einum staði. Meðan rækju- vinnan og alivinnan ikki hava tað so gott í løtuni, so sær út til at fiskiskapurin í Barentshavinum hevur ver- ið góður, eins og veiðan eftir uppisjóvarfiski somu- leiðis hevur gingið væl. Virksemið á Vónini er tó minkað í ár, soleiðis at teir nú er íalt 15 fólk færri enn fyri einum ári síðani. Tætt samband við brúkaran Hóast Vónin fyi mong kanska verður roknað sum eitt av smærru virkjunum í Føroyum, so telist tað kort- ini millum tey miðalstóru av sínum slag í Norður- londum í dag. Eitt er so støddin á virk- inum. Men tað áhugaverda her er, at Vónini so sanni- liga eisini klárar væl at kappast við hini virkini um kundarnar. Men hvussu kann eitt virkið sum Vónin standa seg í hesi kappingini við út- lendingar? - Ein av stóru fyrimunum fyri hetta virkið hevur verið - og er - tað tætta sam- bandið millum mennirnar umborð á skipunum og okkum á virkinum. - Í summum førum ar- beiða teir her, tá teir eru heima. Og tá teir koma eisini inn á gólvið fyri at práta, og fyri at koma við góðum hugskotum og for- betringum til trolini. Bæði teir og vit ynskja eina fyrsta floks framleiðslu, og tí smæðast teir heldur ikki burtur við at koma við at- finningum, um tey tingini, sum vit ikki gera gott nokk. - Her fáa vit eina sera góðan dialog við teir, so- leiðis at teir kunnu hava tann besta reiðskapin um- borð á skipinum. Á henda hátt eru vit sera hepnir við at vera so nær við sjómenn- inar. Hetta samstarvið og hesin dialogurin við fiski- menninar er Vónini til fyrimuns, tá talan er um kappingarneytar teirra í øðrum londum. Teir á virkinum merkja hvønn dag til ta hørðu kappingina við aðrar fram- leiðarar - ikki bert, tá talan er um prís, men so sanni- liga eisini tá talan er um dygd. - Vit hava framleitt nógv trol til tey skipini, sum eru á langfaratúrum. Fyri teir og okkum er tað tí av størsta týdningi, at trolini eru í lagi, soleiðis at teir sleppa undan at bróta túrar av, tí trolið ikki riggaði sum tað skuldi, sigur stjórin. Síggja ljóst uppá framtíðina Tá ein skal tosa um styrk- ina hjá virkinum, sum sá dagsins ljós í 1971, so kemst ikki uttan um tær drúgvu royndirnar sum arbeiðsfólkið hevur. Tí kann sigast, at arbeiðsfólk- ið støðist væl á virkinum, sum tí má metast sum eitt gott stað at arbeiða í, bæði nú og í framtíðini. - Vit síggja ikki svart uppá framtíðin. Tað fer altíð at vera brúk fyri ein- um slíkum virki sum Vón- ini, tí hvat so enn broytist, so kemur fiskivinnan at vera ein stórur partur av grundarlagnum fyri inn- tøkum í Føroyum í nógv ár framyvir. - Hetta sama ger seg eis- ini galdandi í teimum lond- unum, har vit hava okkara kundar - t.d. í Grønlandi, Íslandi og Canada. Hóast føroyska fiskivinnan livir undir skiftandi korum, so detta hesir útlendsku kund- arnir kortini ikki burtur fyri tað, sigur Hjalmar Petersen at enda. stórari styrki Tað er stórur mun- ur at bøta eitt trol umborð á einum skipi, og so at gera eitt botntrol heilt frá botni av. Er nakað galið, má alt gerast umaftur NETAMAÐUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Eina aðrastaðni í stóru og rúmligu framleiðslu- høllini stendur ein annar maður og arbeiðir: Odd- ur Hentze. Oddur er upprunliga ættaður úr Skopun, men hevur búð í Havn í mong ár. Hann hevur arbeitt her á Vónini í samanlagt 1 1/2 ár tey seinastu árini. Nú hevur hann verið her í eitt hálvt ár út í eitt. Fríggjadagin vóru hann og nakrir av hinum netamonnunum í ferð við at gera tað, teir kalla fyri eina "rist-sektión", ið skal umborð á "Enni- berg". Ein rist-sektión er ein partur av trolinum, og hevur til endamáls at síla tann smáa toskin frá, meðann tann stóri tosk- urin fer altso undir rist- ina og aftur í posan. Alt eftir bókini Áðrenn Oddur byrjaði á Vónini var hann fyrst tvey ár við einum línu- báti úr Skopun, ið kallaðist "Ingibjørg". - Hann bleiv seldur, og so eri eg her, sigur Odd- ur. Hann hevur eisini siglt eini seks ár við trolara, og hagani kennir hann, eins og hin netamaðurin, Kristian, eisini nógv til at bøta trol umborð á skipi. Men tað at bøta eitt trol umborð og so at arbeiða á Vónini, tað er púra hvør sítt, og kann tí illa samanberast. - Her á virkinum er tað meiri eftir bókini, har alt skal gerast sera nøjaktiga. Tað er ikki heilt tað sama umborð. - Skalt tú umborð á skipi seta t.d. tvey stykk- ir saman, so er ikki so farligt, um tú rakar tveir meskar við síðuna av. Her skalt tú raka uppá millimeturin, ella verður alt koyrt uppaftur, sigur Oddur. Eitt gott arbeiðspláss Í løtuni arbeiða einir 18 mans í øllum aldrum á virkinum. Og líkt er til, at arbeiðshuginum bilar einki. Tað skilst tó á Odduri, at hugurin til sjógvin er stórur, og tí er ikki óhugsandi at hann fer avstað aftur. - Men, so vil eg leggja aftrat, at her er øgiliga gott at vera. Var tað ikki tað, so var eg langt síð- ani farin avstað aftur, tí mær dámar sera væl at sigla. Hann hevur arbeitt allatíðina, meðan vit hava prátað saman. Her er eingin tíð at spilla. Teir á Ennibergi bíða eftir rist-sektiónini. – Her skal alt gerast uppá millimeturin din um trolini? vaks tá fiskiskapurin úr 5 uppí 25 tons um samdøgrið. Onnur skip í sama øki fingu bert 5 tons um dagin í sama tíðarskeiði. Vit kunnu siga, at Super Height bjargaði okkum túrin". Frá skipum í Canada: "Við at brúka Turbot-trolið fingu vit nógvan fisk uttan at trolið skrædn- aði. Hetta gjørdi fiskiskap okkara sera effektivan". Av trolaranum "Atlantic Sea Venture": "Við nýggja trolinum (av slagnum Newfoundland) fingu vit upp til 50 % fleiri rækjur enn onnur skip á somu leið. Stødd-in á røkjunum var eisini størri enn tann, sum hinir bátarnir fingu". - Her á virkinum verður alt gjørt bókini, har alt skal gerast sera nøjaktiga, sigur netamaðurin, Oddur Hentze Mynd: Jens Kristian Vang