mikudagur 1. desember 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 230 - 1. desember 2004
-Ynski um menning
og framburð býr í
okkum menniskjum.
Framburður er eitt
mál, ið vit vanliga
seta í samband við
okkara dagliga yrki.
Útbúgving gevur
okkum dugnaskap,
førleika og vitan, og
styrkir og mennir
okkara støði til fram-
burð og til at náa
høgum málum segði
Hjarnar Djurhuus,
stjóri í BP, tá hann
helt røðu í sambandi
við prógvahandanina
leygardagin
PRÓGVAHANDAN/
RØÐA
Hjarnar Djurhuus
Ministers, Mr. Principals,
honor students and guests.
My speech to day is mainly
to the students; therefore I
will address me to the audi-
ence in Faroes.
Í 1992 varð telvingin lok-
in millum Danmark og Før-
oyar um undirgundina.
Í 1999 varð telvingin lok-
in millum Stóra Bretland
og
Føroyar
um
land-
grundsmarkið.
Í februar 2000 varð fyrsta
útbjóðingarumfar lýst. BP
var eitt av oljufeløgunum,
ið søkti og fekk leitiloyvi á
føroyska landgrunninum.
Umframt at binda seg til at
gera
ávísar
seismiskar
kanningar og at gera bor-
ingar, átók felagið sær
eisini at nýta góðar 40 mill.
kr. yvir eitt 6 ára tíðarskeið
til førleikamenning av før-
oyskum virkjum og stovn-
um. Ein av mongu verkætl-
anunum, ið BP hevur stuðl-
að, síðani felagið fekk til-
lutað øki 004, er tann fjar-
lestur, sum Robert Gordon
Universitetið stendur fyri í
samstarvi
við
Føroya
Handilsskúla
Hálvttriðja ár er nú liðið,
síðani umboð fyri Robert
Gordon Universitetið, Før-
oya Handilsskúla og BP
vórðu samd um at fara
undir Master-útbúgving í
leiðslu og fyrisiting, skipað
sum parttíðarundirvísing
og fjarlestur. Ein áhuga-
verdur lestrarháttur, ið ikki
fyrr var royndur her á landi.
Ein lestrarháttur, sum í
stóran mun gav føroyingum
møguleika at luttaka, hvar í
landinum tú enn búði.
Sjálvt um endaligt prógv
kundi fáast bæði eftir fyrsta
og annað lestrarár, so hava
ikki færri enn 17 av teimum
21 næmingunum, ið byrj-
aðu, valt at skriva høvuðs-
ritgerð at taka Master
Degree.
Byrjan er vanliga trupul.
Tað hevur verið trupult hjá
Robert Gordon Universiteti
at halda ávísar tíðarfreistir
og onkrar misskiljingar
hava eisini verið í sambandi
við vegleiðing. Hetta hevur
verið viðvirkandi til, at ikki
allir næmingarnir fingu
Master prógv handað í dag,
men at nakrir mugu bíða í
einar, tríggjar mánaðar.
17 næmingar hava fingið
prógv handað í dag. Hetta
er eitt stórt tal, tá hugsað
verður um, hvussu møtu-
mikið tað mangan má hava
verið eftir stríðnan arbeiðs-
dag at skula seta seg í einar
2-3- tímar við uppgávum,
og hetta á fremmandum
máli.
Vit kunnu spyrja, hvat
hava tit lesandi so fingið
burtur úr lesnaðinum. Jú, tit
hava fingið eina útbúgving,
ið vónandi gevur núverandi
starvi tykkara størri inni-
hald og vónandi eisini gev-
ur tykkum betri møguleikar
at fáa røttu størvini í fram-
tíðini. Tit hava betrað tykk-
ara kunnleika í einum
heimsmáli, enskum, tit
hava betrað og styrkt tykk-
ara førleika at leggja tykk-
ara arbeiðið til rættis og at
arbeiða innan fyri ávísar
tíðarfreistir.
Hjá tilkomnum fólki, ið
hava ognað sær eitt vist
støði í lívinum, verður hetta
standandi so leingi viður-
skiftini standa við. Tá við-
urskiftini broytast, kemur
ein nýggj tíð.
Tit, sum í dag hava fingið
tykkara prógv handað, hava
verið við til at slóða fyri
einum nýggjum lestrarhátti,
og við tykkara úrslitum
hevur væl verið slóðað.
Men ikki bert hava tit
slóðað fyri, tit hava eisini
skrivað søgu, tí ongantí fyrr
hava 10 føroyingar í senn
fingið handað prógv á
Master støði.
Samstarvið við Robert
Gordon Universitetið hevur
eisini verið við til at ment
Føroya Handilsskúla sum
undirvísingar stovn. Tann
13. mars 2003 varð sam-
starvsavtala undirskrivað
millum Robert Gordon
Universitetið og Føroya
Handilsskúla, um økt sam-
starv. Robert Gordon Uni-
versitetið bant seg til at
menna lærarar á Føroya
Handilsskúla, so hesir sum
frá leið kundu yvirtaka
undirvísingina í sambandi
við fjarlestur og soleiðis
verða við til at lyfta hand-
ilsskúlan upp á eitt hægri
støði.
Dagliga leiðslan á Hand-
ilsskúlanum hevði málvísar
og ítøkiligar ætlanir um at
menna Føroya Handils-
skúla soleiðis, at hesin, sum
frá leið, kom uppá hand-
ilsháskúla støði. Tað er
neyðugt hjá einum skúla,
eins og einum virki, at
menna seg, um ein ikki skal
gerast eftirbátur, at flyta seg
og at laga seg eftir broytt-
um
samfelagskrøvum.
Vónandi
verður
kósin
hildin til komið verður á
mál, til gagns fyri Føroya
Handilsskúla, næmingarnar
og ikki minst fyri tað før-
oyska samfelagið.
Robert Gordon Universi-
tetið er kent fyri at hava
nógvar útlendingar sum
lesandi. Í løtuni eru lesandi
frá 146 ymiskum londum.
Talið á føroyingum, ið lesa
við universitetið, er so
stórt, at vit liggja á einum
sjeynda plássi.Verður eitt
triðja hold byrjað, sum
talan hevur verið um, koma
Føroyar uppá eitt fimta
pláss aftaná Bretland, Kina,
India og Malaysia. So
lestrarmynstrið í sambandi
við hægri útbúgvingar tyk-
ist at broytast frá donskum
til bretskar lærustovnar.
Vegna BP og Shell eri eg
Útbúgving skapar framburð
Tey 17, sum fingu prógv handað leygardagin
Hjarnar Djurhuus, stjóri í
BP fegnaðist í røðu síni um,
at útbúgving við hesum
tiltaki hevur fingið størri
raðfesting í samfelagnum
Mynd Jan Müller