mikudagur 1. desember 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 1. desember 2004
21
fegin um, at vit hava verið
við til at stuðla samstarvið
millum
føroyskan
og
skotskan útbúgvingarstovn,
og vil eg eisini nýta høvið
til at takka Graeme Slaven
frá Robert Gordon Uni-
versiteti og Elsu Mariu
Holm Olsen og fyrrverandi
stjóranum Ragnari Magn-
ussen frá Føroya Handils-
skúla fyri eitt sera gott
samstarv.
Vit, ið hava verið við til
at leggja próvhandanina til
rættis, takka Føroya Tele
fyri, at vit fingu loyvi til at
nýta tykkara stásiliga bygn-
ing til hesa hátíðarløtu. Jú,
her er høgt til loft, og her er
vítt til veggja, sum skaldið
Hans Andrias Djurhuus
málbar seg í síni yrking, tá
Sjónleikarhúsið í 1926 varð
vígt og sum eisini bleiv
tikið til, tá hesin bygningur
varð tikin í nýtslu.
Ynski fegin øllum tykk-
um, ið fingu prógv handað
í dag til lukku við hesum
stóra degi tykkara, og vón-
andi verður tann kunn-
leikin, ið tit hava nomið
hesi lestrarárini til gleði og
gagn bæði fyri tykkum og
tað samfelag, tit liva og
virka í.
Fari at enda við hesum
orðum: "Ynski um menn-
ing og framburð býr í okk-
um menniskjum. Fram-
burður er eitt mál, ið vit
vanliga seta í samband við
okkara dagliga yrki. Út-
búgving
gevur
okkum
dugnaskap, førleika og
vitan, og styrkir og mennir
okkara støði til framburð
og til at náa høgum mál-
um."
Mynd Jan Müller
Indiska familjan úr Tamil
Nadu, sum gjørdust
føroyingar. Maður og sonur
errin av, at kona og móður
fekk prógv
Mynd Jan Müller
Stjórin á Føroya Handilsskúla, BP-stórin og vararektarin á
Robert Gordon University, sum hava verið undangongufólk
fyri at fáa nýggja tiltakið at eydnast. Her gleðast tey saman
við næmingum og familjum teirra til hátíðarhaldið í Føroya
Telebygninginum
Mynd Jan Müller
Mong fegin andlit í tí vakra og sigandi umhvørvinum í
glasbygninginum hjá Føroya Telé leygardagin
Mynd Jan Müller