Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 230 - 1. desember 2004 TÍÐINDASKRIV Faroe Petroleum luttekur í næsta útbjóðingarumfarin- um á føroyskum øki, bæði saman við nøkrum risastór- um oljufeløgum - og púr- asta einsamalt! Felagið hevur frammanundan seks sokallaði "Atlantic Margin" leitiloyvi frá 22. útbjóð- ingarumfari í Bretlandi, harav sum fyristøðufelag (operatørur) á tveimum loyvum. Hesi seinast nevndu loyvini liggja á báðum endunum á Clair feltinum, haðan oljan rennur fyrsta dagin. Norðasta loyvið eitur Freya. Har verður borurin væntandi settur í longu næsta ár! Søgan um Føroya Kol- vetni og Faroe Petroleum byrjar spakuliga at ljóða sum eitt ævintýr. Dóttur- felag Faroe Petroleum, Før- oya Kolvetni, varð stovnað í 1997 og skrásett í Føroy- um í január 1998. Í mai mánað í 2000, undan fyrsta útbjóðingarumfarinum, savnaði felagið umleið 2,2 miljónir pund í privatum partapeningi, sum gav Føroya Kolvetni møguleika at svara sínum parti av um- fatandi kostnaðinum av at útvega neyðug seismisk data, til tess at luttaka í fyrsta føroyska útbjóðing- arumfarinum. Í hesum fyrsta útbjóð- ingarumfarinum gekk Før- oya Kolvetni saman við ENI í loyvisumsóknini, og í august 2000 fingu ENI og Føroya Kolvetni saman til- lutað loyvini 002 og 005 í kapping við fleiri av stóru oljufeløgunum. Ætlanin var altíð at skráseta Føroya Kolvetni á partabræva- marknaðinum í London, har stórur kunnleiki er til íløguvirksemi innan olju- vinnuna; men av tí at so stórur munur er á føroysk- um og enskum lógum, varð avgjørt at skráseta eitt nýtt enskt móðurfelag, Faroe Petroleum, sum varð so stovnað í desember 2002. Faroe Petroleum á partabræva- marknaðin 19. desember 2002 hevði Faroe Petroleum yvirtikið so gott sum allan partapen- ingin í Føroya Kolvetni í býti við partabrøvini í Faroe Petroleum. Hetta førdi so til, at Føroya Kol- vetni gjørdist dótturfelag hjá Faroe Petroleum; men helt fram eins og áður at røkja øll áhugamál felag- sins í føroyskum øki. Undan jólum í 2002 varð partapeningurin í Faroe Petroleum hækkaður við 7 miljónum pundum. Pen- ingurin varð reistur til tess at fíggja leitingararbeiðið og aðrar arbeiðsútreiðslur í tí sambandi. Og í juni 2003 fekk Faroe Petroleum loyvi at skráseta seg á parta- brævamarknaðinum í London, á tí sokallaða Alternative Investment Market (AIM) á London Stock Exchange. Sam- stundis seldi felagið fyri 15 miljónir bretsk pund í nýggjum partabrøvum. Felagið gjørdist sostatt sum fyrsta føroyska felag nakrantíð alment tøkt fyri útlendskar og føroyskar íleggjarar á einum altjóða partabrævamarknaði, og fyrsta føroyska felagið, sum á henda hátt kundi útvega fígging til virksemi í frálandavinnuni. Felagið hevur í dag eitt marknaðar- virði uppá umleið kr. 365 mill. Manningin Høvuðsmennirnir í felag- num hava frá byrjan verið Nils Sørensen og Graham Stewart. Nils, sum er stjóri í felagnum, hevur lisið fíggjarfrøði á Copenhagen Business School og hevur eina MBA útbúgving frá Lancaster University. Hann hevur verið stjóri í Føroya Kolvetni síðan 1998, men vit kendu hann væl framm- anundan frá øðrum størv- um, eitt nú bæði sum stjóra og varastjóra á Fiskasøluni, hann situr í Kappingar- ráðnum og í Fíggingar- grunnin. Graham Stewart er hálvur skoti og hálvur før- oyingur og flestum kunnugt tosar hann eisini ræðið føroyskt. Hann hevur longu um 20 ára royndir innan oljuvinnuna, er upprunaliga útbúgvin innan frálanda- verkfrøði á Heriot Watt University og hevur MBA frá Edinburgh University. Hann var áður fíggjarstjóri hjá Dana Petroleum plc., har hann hevði ábyrgdina av nógvum av teimum heilt stóru íløgunum og ábyrgd- ina av at útvega fígging til tey stóru leitingartiltøkini hjá felagnum. Graham fór frá sum fíggjarleiðari hjá Dana til frama fyri forstjórastarvinum í Faroe Petroleum. Nevndarformaður í Faroe Petroleum í dag er Joe Darby, fyrrverandi stjóri í oljufelagnum Lasmo. Hin nevndarlimurin, umframt Graham Stewart og Nils Sørensen, er Meinhard Ja- cobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking. Leitistjóri í felagnum Patrick Whitley, jarðfrøðingur við útbúgv- ing frá Glasgow University og fyrrverandi kanningar- leiðari hjá Conoco-Phillips, stendur fyri leitingarvirk- seminum hjá felagnum.. Tilsamans 8 fólk eru nú í starvi í Aberdeen og í Havn. Umframt teir fyrr nevndu eru Bogi Vang og Teitur Poulsen í starvi hjá felagnum. Bogi, sum hevur útbúgving frá University of Aberdeen og er góðkendur grannskoðari (limur í "In- stitute of Chartered Ac- countants of Scotland") er fíggjarleiðari, meðan Teit- ur, sum eisini hevur út- búgving frá University of Aberdeen, er búskapar- frøðingur. Báðir røkja síni størv í Aberdeen megin- partin av tíðini. Bora á Freyu í summar 2005! Faroe Petroleum hevur í dag skrivstovur bæði í Havn og í Aberdeen. Sam- leikin er ógvuliga føroysk- ur, meginparturin av starvs- fólkunum eru føroyingar, Føroyar eru kjarnuøkið hjá felagnum, felagið hevur 25% í tveimum leitiloyvum í føroyskum øki, hevur gjørt íløgur fyri yvir kr. 100 miljónir í føroyskum øki, hevur higartil fingið tilvega meira enn kr. 270 miljónir í kapitali og luttekur nú í øðrum útbjóðingarumfari í Føroyum. Harumframt lut- tók felagið eisini í 22. út- bjóðingarumfari í Bret- landi, hetta var í august mánað í ár, og felagið fekk tillutað 6 loyvi, harav tvey sum fyristøðufelag (opera- tørur), og hini fýra í sam- starvi við ChevronTexaco, Shell, BP og OMV. Tey tvey loyvini, sum Faroe Petroleum er opera- tørur á, liggja í báðum endunum á Clair feltinum, sum fer undir framleiðslu fyrsta dagin. Olja varð funnin á Freyu longu í 1984 av Mobil, men tá høvdu teir ikki tøkni til horisontalar boringar, og tí kundu teir ikki kanna økið til fulnar tá. Loyvini, sum Faroe Petroleum er fyristøðufelag fyri, umfata sera stór felt, ið eru mett til at hava nøgdir av olju og gass onkrastaðni ímillum 200 og 500 mil- jónir føt hvørt - eftir ætlan fara teir longu undir boring á sumri 2005, t.v.s. um fáar mánaðar. Loyvini liggja á grunnum vatni, bara 140 metrar. Tað norðasta loyvið, sum bara er 10 kilometrar frá Clair, eitur Freya. Og tað er har, borurin væntandi fyrst verður settur í. Clair feltið er eitt tað størsta í Evropa, har framleiðslan ikki er farin í gongd enn - mett verður, at har eru um- leið millum eina og fimm miljardir føt!! Orsøkin til, at framleiðslan ikki er farin í gongd enn er, at hori- sontala boritøknin hevur manglað. Men nú er tann tøknin til staðar og byrjað verður at framleiða umleið jólaaftan, tá fyrsta oljan væntandi fer at renna upp á land í Sullom Voe. Partabrøv Í sambandi við 2. útbjóð- ingarumfar á føroyskum øki eru umsóknirnar enn loyniligar, og tí ber ikki til at siga, hvørjum Faroe Petreoleum hevur søkt saman við. Men tað skilst, at Faroe Petroleum hevur onkra umsókn saman við helst fleiri risastórum fe- løgum. Men nakað heilt nýtt er, at felagið eisini hevur eina umsókn púra einsamalt. Hetta fæst so ikki meira at vita um fyrr- enn seinast í hesum ella Faroe Petroleum við á fleiri loyvum: Longu í summar 2005 verður væntandi borað á Freya loyvinum! Manningin hjá Føroya Petroleum á skrivstovuni í Aberdeen