hósdagur 7. mars 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
6
FØROYSKA MÁLIÐ
Keypmannahavn er í løtuni
einasta danska kommunan
har føroysk børn fáa
móðurmálsundirvísing. Í
Aarhus er tað fyrstu ferð í meiri
enn 30 ár at ongin føroyskur
skúli er. Vantandi kunning frá
kommununum og lítil undirtøka
millum foreldur ger tað trupult
at skipa fyri undirvísing í
føroyskum siga føroyingafeløgini.
ÓLUVA NATTESTAD
OLUVA@SOSIALURIN.FO
T
að ber illa til hjá føroysk
um børnum búsitandi
uttanfyri høvuðsstaðar
kommununa í Danmark
at fáa móðurmálsundirvísing í
føroyskum. Sosialurin hevur vent
sær til føroyingafeløgini í fimm
teimum størstu kommununum
niðri, sum eru Keypmannahavn,
Aarhus, Aalborg, Odense og Es
bjerg. Tað eru hesi feløgini, sum í
samstarv við donskum kommun
um vanliga hava skipað fyri móð
urmálsundirvísing í føroyskum og
veitt kunning um hetta til føroysk
foreldur.
Sambært feløgunum er tað bara
í Keypmannahavn at skipað verð
ur fyri móðurmálsundirvísing í
føroyskum fyri skúlaárið 2018/19.
Tóra Haraldsen Dahl er for
kvinna í føroyingafelagnum í
Aarhus og hevur verið virkin har
síðan fyrst í 80’unum. So leingi
hon kann minnast hevur føroysk
ur skúli verið á hvørjum árið. Í ár
er so fyrstu ferð í meiri enn 30 ár,
at ongin føroyskur skúli er. Áhug
in er somikið lítil, at felagið slepti
ætlanunum um at skipa fyri und
irvísing.
Seinast vóru millum átta og
tíggju børn tekna, men undir
helvtin møtti upp til undirvísing
hvørja ferð. Vit hava roynt at fáa
samband við foreldur at børnum,
men í ár hava bert trý hava víst
áhuga, og vit hava tí gjørt av at
leggja skúlin niður.
Hon veit ikki hví áhugin fyri
undirvísing í føroyskum er so lítil,
men tað er ikki orsaka av at ov fáir
føroyingar búgva í kommununi.
Ein kanning sum føroyingafelagið
í Aarhus hevur gjørt vísir, at um
600 føroyingar, sum eru fluttir úr
Føroyum, búgva í Aarhus komm
unu, og av teimum eru eini 30-35
børn um skúlaaldur. Harumframt
er eitt ókent tal, sum eru flutt til
úr øðrum kommunum, umframt
tey børn, sum eru fødd í Danmark.
Kommunur hava
skyldu at bjóða
móðurmálsundirvísing
Í Aarhus hevur tað hevur bara
borið til at bjóða undirvísing av tí
at tey hava fingið játta stuðul til
læraraløn frá Mentamálaráðnum
í Føroyum, men í Føroyum hevur
man ikki skyldu til at bjóða før
oyskum útisetabørnum móður
málsundirvísing.
Danska lógin viðvíkjandi móð
urmálsundirvísing ásetur komm
unum at bjóða undirvísing til
børn har tosað verður annað mál
í heiminum enn danskt. Enda
málið við undirvísingini er m.a.
at geva næmingunum betri før
leikar at samskifta á skrift og
talu, umframt at geva teimum
innlit í mentanar- og samfelags
viðurskifti fyri at gera tey meira
tilbúgvin um tey flyta heim aftur
til upprunalandið.
Tó hevur kommunan bert
skyldu at bjóða móðurmálsundir
vísing, um í minsta lagi 12 børn
búsitandi í kommununi verða
teknað til undirvísing. Tí er tað
ein fortreyt, at foreldur taka av til
boðnum, men tað gongur striltið
uttan fyri danska høvuðsstaðin.
Lítil undirtøka
millum føroyingar
Í føroyingafelagið á Fyn (FáF) hava
tey leingi roynt at stuðla uppundir
móðurmálsundirvísinga.
FáF hevur øll árini eggjað for
eldrum til at tekna børn teirra til
móðurmálsundirvísning. Í nógv
ár vóru ikki nokk teknað, hóast
ein eftirspurningur var har. Fyri
tveimum árum síðan eydnaðist
tað fyri fyrstu ferð í nógv ár, men
síðan datt tað niðurfyri aftur, sig
ur Sára Tummasardóttir, nevnd
arlimur í FáF.
Í Føroyingafelagnum í Esbjerg
virka tey ikki longur fyri at skipa
fyri móðurmálsundirvísing. Sam
bært felagum hevur ongin undir
vísing verið síðan eina ferð fyrst
í 90’unum og tey uppliva heldur
ikki nakran áhuga fyri hesum.
Fyrr í tíðini høvdu tey und
irvísing, men tað datt niðurfyri
aftur, tí nógv stríð var av at fáa
tað upp at koyra. Í hesum døgum
vil eg siga, at áhugin fyri at børnini
skulu læra føroyskt næstan ikki
er til staðar. Tað er undir øllum
umstøðum ikki nakað vit í Før
oyingafelagnum hoyra nakað til,
sigur Árni Skorastein, skrivari í
felagnum.
Vantandi kunning
Sambært føroyingafelagnum í
Aalborg, Álaborg, hevur verið
skipað fyri móðurmálsundirvísing
seinastu árini, men í fjør máttu
tey biða um undantaksloyvi frá
kommununi tí færri enn 12 næm
ingar vóru teknaðir. Í ár varð av
lýst tí undirtøkan var uppaftur
minni. Orsøkin til at áhugin er so
lítil kann standast av, at komm
unan ikki røkir sína kunningar
skyldu.
Tilboðið um móðurmálsundir
vísing varð ikki lýst í miðlunum
fyri skúlaárið 2018/19, men um
tað er orsøkin til vantandi und
irtøkuna, kunnu vit ikki siga við
vissu, tí kunningin er hóast alt
tøk á heimasíðuni hjá komm
ununi. Tó skal sigast, at sitandi
nevnd er áhuga í, at føroysk
móðurmálsundirvísing í fram
tíðini skal skipast undir føroy
ingafelagnum. Hetta krevur tó
fyrst samskifti millum komm
ununa og felagið, størri fígging
og nøktandi umstøður og tilfar.
Vit eru nú í ferð við at kanna, um
undirvísing verður bjóðað aftur
næsta ár, sigur Brynhild Dam,
nevndarlimur í Álaborg.
Tóra Haraldsen Dahl heldur
eisini, at kommunur og skúlar
eiga at gera meira burturúr at
kunna foreldur at skúlabørnum
um tilboðið:
Eg havi spurt foreldur, sum eg
kenni, um danski skúlin hevur
kunnað tey um møguleikan. Ongin
Eg havi spurt foreldur, sum eg kenni,
um danski skúlin hevur kunnað tey
um møguleikan. Ongin sum eg havi
tosað við hevur fingið slíka kunning.
Føroyingafelagið hevur gjørt sítt til
at kunna um móðurmálsundirvísing, og skúlarnir
og kommunan mugu eisini gera sítt, men tað eru
fyrst og fremst foreldrini, sum mugu vilja stuðla
børnunum í at læra føroyskt,
STRILTI AT FÁA
UNDIRVÍSING Í F