Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019 SOSIALURIN 28 7 sum eg havi tosað við hevur fingið slíka kunning. Føroyingafelagið hevur gjørt sítt til at kunna um móðurmálsundirvísing, og skúl­ ar­nir og kommunan mugu eisini gera sítt, men tað eru fyrst og fremst foreldrini, sum mugu vilja stuðla børnunum í at læra før­ oyskt, sigur hon og leggur afturat. Eg vil mæla øllum føroyskum for­eldrum í Aarhus at venda sær til okkara, so vit kunnu práta um hvussu undirtøkan kann gerast størri. Kann hava avleiðingar Tað kann hava avleiðingar fyri tær familjur, sum ætla sær at flyta heimaftur, at børn av føroyskum foreldrum ikki hava møguleika at læra seg betur føroyskt, heldur Tóra Haraldsen Dahl. Eg veit um nakrar familjur, hvørs børn hava haft stórar máls­ ligar avbjóðingar tá tey eru flutt heim til Føroyar aftur og eru byrja í skúla har. Tað kann ger­ast meira trupult at støðast, ser­liga hjá børn­unum. Eg havi enn­tá tosað við nøkur, sum eru flutt niður aft­ur orsaka av hesum trupul­ leik­unum. Í Keypmannahavn er und­ir­vís­ ing í føroyskum á heili tveimum skúlum við 32 næmingum. Skúlin er skipaður øðrvísi enn hann plag­ar, tí bara eini flokkurin er skip­aður undir Føroyahúsinum. For­maðurin í Føroyahúsinum í Keyp­mannahavn, Martin Karbech Mourit­sen, sigur, at undirtøkan hevur verið góð øll árini. Martin Karbech Mouritsen er samdur í at tað kann gerast trupl­ ari hjá útisetabørnum at støðast í Føroyum, um tey ikki hava fáa móð­urmálsundirvísing. Hann held­ur, at hetta kann ávirka hvørt úti­setar við børnum velja at flyta heim aftur til Føroyar. Vit vita um foreldur, sum aftra seg við at flyta heim, tí at børnini ikki er so málsliga væl verið í før­ oyskum. Tey stúra fyri at tað kann ávirka skúlagongdina hjá teim­ um í Føroyum. Men tað er onki at ivast í, at jú betri málsliga fyri­ reikað børnini eru, lættari gerst tað at flyta heim og byrja í einum før­oyskum skúla. Harafturat heldur Martin Kar­ bech Mouritsen, at sjálvt um tað eru danskar kommunur, sum hava skyldu at standa fyri móð­ur­ máls­undirvísing, so eiga før­oyskir myndugleikar ikki at lata standa til tá hjá føroyskum úti­set­um. Um man vil hava fleiri før­oy­ ingar at flyta heim, átti man frá politiskari síðu gjørt meiri ítøkiligt fyri at stimbra hugin hjá útisetum at flyta heim. Tað kundi til dømis verið at man veitti fíggjarligan stuð­ul til móðurmálsundirvísing hjá úti­setabørnum. MÓÐURMÁLS­ FØROYSKUM Í Keypmannahavn er und­ir­vís­ing í føroyskum á heili tveimum skúlum við 32 næmingum