hósdagur 7. mars 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
8
Kvinnufylkingin, sum var serliga virkin síðst í
70’unum, var ein av teimum meira framfúsni
bólkunum innan føroysku kvinnurørsluna.
Bergtóra Hanusardóttir var millum kvinnurnar
sum stovnaðu bólkin, ið millum annað arbeiddu
fyri betri føðiumstøðum, tryggari ferðslu og til
dømis at fáa hítir til keyps í vanligum handlum.
ÓLUVA NATTESTAD
OLUVA@SOSIALURIN.FO
K
vinnufylkingin var ein
bólkur sum helst við
íblástri úr reyðsokk
arørsluni í Keypmanna
havn gjørdi vart við seg í bløð
unum og á gøtunum í Havn frá
1976 til tíðliga í 80’unum. Eini 30-50
kvinnur við beinleiðis tilknýti til
Kvinnufylkingina vóru virknar í
felagsskapinum og stríddust fyri
minni og størri broytingum í sam
felagnum. Uppaftur fleiri tóku lut
í átøkunum hjá felagsskapinum.
Ein av stigtakarunum til
Kvinnufylkingina var Bergtóra
Hanusardóttir, sum fyrst í 70’un
um búði niðri í Keypmannahavn,
har hon var í lestrarørindum.
Saman við Elin Rasmussen og
øðrum føroyskum kvinnum var
Bergtóra við í Kvinnubólkinum,
sum tá helt til í Føroyahúsinum
í Store Kongensgade.
Hetta tíðarskeiðið gjørdi kvinnu
rørslan av álvara um seg. Serliga
reyðsokkarnir, sum í stóran mun
vóru vælútbúnar kvinnur, gingu
á gøtunum og bardust fyri fríari
fosturtøku og líkaløn. Tað var um
hetta sama mundi, at lunnar vóru
lagdir undir Kvinnufylkingina her,
greiðir Bergtóra frá.
Afturvið einum drekkamunni
sótu vit ofta og tosaðu um bøkur
vit høvdu lisið, um samfelagslig
og privat viðurskifti, um politikk,
forðingar og sálarlig viðurskifti
hjá okkum sum kvinnur. Vit lósu
alt møguligt, tóku lut í og støðu
til tað, ið kvinnur tá kjakaðust og
skrivaðu um – og heimkomnar
høvdu bæði Elin og eg hug at
halda fram við hesum arbeiði.
Kvinnufylkingin
verður stovnað
Eftir loknan lesnað fluttu tær
í 1975 heim aftur til Føroyar, og
her funnu tær skjótt saman við
øðrum líkasinnaðum kvinnum,
sum hugsaðu um at gera eina
kvinnufylking. Saman við Turið
Dahl, sálu, Elin Henriksen og
Mariu Jacobsen sótu tær veturin
1975 og løgdu ætlanir um, hvussu
skipast kundi fyri eini arbeiðsfør
ari fylking.
Nakað seini varð lýst í bløð
unum eftir kvinnum sum vóru
áhugaðar í at vera við, og 8. mars
1976 helt Kvinnufylkingina í Havn
stovnandi fund í bíðirúminum á
Tannklinikkini hjá mammu Berg
tóru, Miu Trónd. Her møttu einar
20 kvinnur upp. Felagsskapurin
var skipaður á ein hátt sum var
eyðkendur fyri bólkar innan
reyðsokkarørsluna tá.
Vit løgdu dent á at skipanin
skuldi vera antiautoritær, við
fløtum strukturi og felags leiðslu.
Hvør bólkur hevði ábyrgd av tí tær
søgdu og gjørdu, meðan felags
fundirnir vóru hægsti myndug
leiki í teimum avgerðum sum
viðkomu øllum, og hvørs avgerð
ir sostatt eisini myndaðu Kvinnu
fylkingina úteftir sum tann
felagsskapur, hon var. Tað var
týdningarmikið, at hvør kundu
arbeiða við sínum hjartamálum,
men altíð undir egnari ábyrgd, og
harvið eisini uttan neyðturviliga
samtykt frá felagsfundinum.
Eftir hetta var nógv virksemi
í nýstovnaða felagsskapinum, og
fleiri ymsir bólkar arbeiddu dúg
liga við ymsum evnum. Kvinnu
fylkingin helt felagsfundir sínar
á Háskúlanum og seinni á Býar
bókasavninum. Annað virksemi
fór fram heima hjá teimum
sjálvum.
Her var millum annað arbeitt
við málum so sum barnaansing,
barnsburðarloyvi og líkaløn. Ein
bólkur fekst við fyribyrging og
fría fosturtøku. Tá í tíðini fingist
hítir bert til keyps á apotekinum,
og arbeitt var fyri at fáa hítir til
keyps í ávísum handlum. Kjakið
um hítir og serliga fosturtøku
kundi loypa øði í fólk, men tað
fekk ikki tær kvinnurnar at halda
seg aftur, fortelur Bergtóra.
Vit fingu toyggið frá summum
viðvíkjandi kjakinum um hítirnar,
men tá vit vágaðu okkum at tosa
um fosturtøku, tá var ikki at
vera fyri. Tíbetur høvdu vit bæði
óræddar, gløggar og djarvar kvinn
ur, sum ikki lótu sær siga, tá ið tær
høvdu eina uppgávu at loysa.
Bergtóra var sjálv í einum bólki,
sum virkaði fyri at bøta um føði
umstøðunum hjá kvinnum í Før
oyum. Hóast tær møttu mótstøðu,
kom glið á og okkurt ítøkiligt
burturúr arbeiðinum.
Eitt nú fingu vit saman við
raskari jarðarmóðir og fysiotera
peuti skipað fyri skeiðum í føði
fyrireiking saman við Kvøldskúl
anum í Havn. Hesi vóru fyrstu
skeið av sínum slag í Føroyum.
Eisini stríddust vit í áravís fyri at
fáa pápar við inn á føðistovurnar.
Tað uppskotið møtti harðari mót
støðu, ikki minst frá læknum, men
eisini frá onkrari jarðarmóður.
Steðgaðu ferðsluni
við barnavognum
Kvinnufylkingin dugdi sum heild
væl at gera vart við seg. Hetta
var áðrenn Sjónvarp Føroya var
sett á stovn, og tí var tað í prent
miðlunum at kjakast bleiv um
eitthvørt kvinnupolitiskt mál, og
felagsskapurin skrivaði hópin av
lesarabrøvum til bløðini.
Eisini kravgongurnar fekk
felagsskapurin nógva umrøðu
fyri. Á altjóða kvinnudegnum í
1977 skipaði Kvinnufylkingin
fyri stórari kravgongu frá Sjón
leikarhúsinum oman á Vaglið við
røðum, sangi og plakatum. Nøkur
hundrað fólk møtti upp, flest
kvinnur, men eisini nakrir menn.
1978 vakti Kvinnufylkingin ans,
tá mótmælt var móti ferðsluvið
urskiftunum í Havn. Bilferðslan í
miðbýnum varð steðgað av gongu
fólki, barnavognum og súkklum
júst meðan ferðslan var hin mesta,
og politiið mátti eina løtu leggja
uppí. Endamálið var at verja tey
veiku í ferðsluni, sum ofta vóru
kvinnur og børn.
Vit vildu vísa á hvussu trupult
tað var at ferðast í ferðsluni við
børnum og eldri illa gongdum
fólki. Har var als ikki gangandi
niðri í miðbýnum, so vit valdu at
steðga allari ferðsluni í ein hálvan
tíma. Tað hoyri eg fyri enn tann
dag í dag.
Av øðrum átøkum hjá Kvinnu
fylkingini kann nevnast skráset
ingin av tí stóra talinum av havn
arbørnum, sum høvdu tørv á
almennum ansingarplássi. 8. mars
Kvinnufylkingin