Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019 SOSIALURIN 28 9 1979 vórðu 165 smábørn skrá­sett, bara í Havn. Hetta átakið varð brúkt at leggja trýst á komm­un­ una Eisini gav Kvinnufylkingin út blaðið við tí sjálvironiska heit­ inum “Súrsokkur”, sum kom út í tíðarskeiðnum 1979-80. Í blaðnum vóru greinar sum viðgjørdu ymisk kvinnupolitisk evni. Vildu ikki upp í Kvinnufelagið Áðrenn Kvinnufylkingin varð stovna høvdu kvinnurnar aft­an­ fyri tosað um hvørt tað var betri at fara uppí Kvinnufelagið heldur enn at gera sína egna bólk. Men hóast felagsskapirnir høvdu nógv felags áhugamál, so vóru teir kortini heilt ymiskir. Tá í tíðini var nógvur uppreistur mótvegis tí etableraða. Vit komu úr Danmark og kendu okkum sum ein part av tí feministisku rørsluni sum framvegis var sterk um allan heimin. Eingin okkara visti um Kvinnu­felagið meira enn um bingo og basarar. Vit vildu heldur skipa okkum sjálvar og gera okkara egnu átøk. Hetta forðaði tó ikki kvinnu­ feløg­unum í at samstarva um ávis mál. Nevnast kann til dømis und­ir­skrifts­innsavningin fyri at fáa kvinnuligan kommunulækna sett­an í Havn. Í 1978 savnaðu tær sam­an umleið 1.000 undirskriftir, og eftir hetta bleiv Kristianna Nord­endal sett sum tann fyrsti kvinnu­ligi kommunlæknin í høvuðs­staðnum í útvið 20 ár. Tað er eisini vert at nevna, at hetta sama árið vóru fyrstu kvinn­urnar valdar beinleiðis inn í Løgtingið. Meir enn 60 ár eftir at føroyskar kvinnur høvdu fingið valrætt komu Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum komu á ting. Endin á Kvinnufylkingini Eftir áheitan um at samstarva frá Kvinnufelagasamskipan Føroya, sum var stovnað í 1979, byrjaði fólk úr Kvinnufylkingini at koma í Mettustovu og samstarva meira við hini kvinnufeløgini, serliga Kvinnufelagnum sjálvandi. Tær høvdu fyrr, longu í 1950-unum, gjørt kvinnulista til býráðsval í Havn, har Malla Samuelsen var vald sum fyrsta kvinna í bý­ráðn­ um, og nú vóru tær við til at leggja Kvinnu­tingini fyrst í 80-unum til rættis. Í samstarvi við Kvinnur fyri friði í Norðurlondum savnaðu tær upp á seg nógv flestar undir­ skriftir frá kvinnum í úr 14 ár aldri, har rakstrarópið var: Vápnamilliardirnar til Breyð!! Hesar undirskriftir vóru hand­ aðar Kurt Waldheim á Al­tjóða Kvinnuráðstevnu ST´s í Keyp­ mann­ahavn í 1980. Felagsfundirnir hjá Kvinnu­ fylk­ingini steðgaðu av sær sjálv­ um einaferð fyrst í 1980’unum, sam­stundis sum heilt nógvar hað­ani høvdu meldað seg inn í Kvinnufelagið. Í Mettustovu helt kvinnustríðið fram eggjað av ST, sum hevði gjørt árini 1975-1985 til eitt 10-ára skeið til heims­um­fat­ andi arbeiði fyri rættindum hjá kvinn­um. So líðandi vórðu vit slúsað­ar inn í Kvinnufelagið, meðan aðr­ar tóku seg heilt úr kvinnu­pol­it­iska ar­beiðinum aftaná Kvinnu­fylk­ ingina. Hetta var ein náttúrlig gongd. Sjálvt um felagsskapurin ikki var til leingi, so haldi eg, at vit all­ar hava góð minnir frá tí tíðini og eru ernar av, at vit fingu sett nøk­ur umráðandi mál á breddan. Tað er heldur ikki so, at kvinnu­ stríðið ella kvinnurørslan endaði við Kvinnufylkingini. Arbeiðið at geva kvinnum betri kor at liva og virka undir heldur fram enn tann dag í dag. n í Havn