Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019 SOSIALURIN 28 10 TEMA: 5G í Føroyum HALLUR AV RANA Í skrivandi løtu eru 1.133 fólk, ið hava skrivað undir undir­skriftsinnsavnanina Vit ynskja IKKI 5G NET í Før­oy­um, har kravt verður, at land­ið steðgar allari menning av 5G í Føroyum. Tað er Torgunn á Løgmans­bø, ið er stigtakari til undir­skrifts­ inn­savnanina og byrjaði tað ein dagin á Facebook, har fólk kjak­ aðust um ætlanina hjá Føroya Tele at menna 5G í Føroyum. Í kjakinum vóru tað fleiri, ið ikki tóku undir við hesum, men kort­ ini vóru tey fá, ið høvdu tíð, orku ella vilja at gera nakað meira við tað. - Eg hugsaði, at um eingin annar vildi gera nakað við tað, so mátti eg. Tí sum mamma eri eg stúrin fyri at míni børn skulu vaksa upp í einum samfelag, har tey alt døgnið er umringa av strálum, ið tey ikki kunnu flýggja undan. Tað haldi eg ikki er rætt, sigur Torgunn á Løg­ mans­bø. Umboð Torgunn avgjørdi tí at taka stig til undirskriftsinnsavnanina og gjørdist harvið eitt alment um­ boð fyri tey fólk, ið ikki ynskja 5G í Føroyum. Og við yvir 1.100 undir­skriftum tykist, at tey eru ikki heilt fá. Men hóast hesa mót­støðu fylti kjakið um 5G lítið í føroyska samfelagnum, vísir hon á. - Tað ber ikki til, at tey seta nakað í verk, ið ávirkar alt samfelagið, uttan nakað al­ ment kjak. Einki var at síggja í miðlunum ella á politiska palli­ num um hetta, men var bara kjak­ast á Facebook. Tí føldi eg tað sum eina plikt, at vera eitt um­boð fyri meg sjálva og øll tey, ið høvdu somu áskoðan sum eg, greið­ir hon frá. Tað at hon nýliga er vorðin mamma at sínum triðja barni spældi eisini inn í avgerðina at standa upp og tala móti nýggju tøkn­ini. - Eg veit ikki, um man hugsar øðrvísi, tá man er mamma, men eg føldi eg mátti gera nakað við hetta fyri at verja míni børn. Tey hava jú onga rødd í hesum, men mugu liva í tí samfelagnum, ið vit skapa fyri tey, sigur hon. Kom við prógvunum Tað er ikki hissini krav, ið Tor­ gunn á Løgmansbø og tey, ið hava skrivað undir undir­skrifts­ inn­savnanina, seta myndug­leik­ unum. - Vit krevja at myndugleikarnir steðga menningina av 5G neti­ num inntil tey í øllum førum kunnu veita haldgóð prógv, ið eru óheft av vinnuni, at 5G tøknin ikki er vandamikil. Tað hava vit ikki fingið. Hetta er at eksperimentera við einum heil­um samfelag, tí tøknin er so nýggj, at vit enn ikki kenna av­ leið­ingarnar av henni, sigur hon. Og hóast tey enn ikki hava fingið nakað svar frá myndug­ leik­unum, vónar stigtakarin, at politiski myndugleikin lurtar eftir einum mótmæli, ið hevur fingið so dygga undirtøku. - Vit búgva í einum fólkaræði og opnum samfelag, har fólk hava frælsi at gera sína hugsan til kennar. Tá vil eg gjarna trúgva, at tað hevur eina ávirk­ an, tá so nógv fólk standa sam­ an. Tað eru heldur ikki bara van­liga fólk, ið eru ótrygg við gongdina, men er nógv gransk­ ing, ið stuðlar okkum. Mótmælt verður eisini móti 5G kring allan heimin og er ein altjóða undir­ skriftsinnsavnan eisini í gongd. Tá man tekur hædd fyri øllum hesum, haldi eg, at vit kunnu krevja eitt veruligt svar frá okkara løgtingi og fólkavaldu, sigur stigtakarin. Sterkur mótpartur Torgunn billar sær tó ikki inn, at talan vera um eitt lætt stríð, tí hon er væl vitandi um, at mót­ part­urin er sterkur. - Pengar er altíð ein partur av slík­um og er kanska tað, ið er størsta forðanin fyri okkara søk. Føroya Tele er alment, so tá man gongur móti teimum, gong­ur man móti landinum. Tí er tað ikki so lætt at fáa steðga nøkr­um, ið nógv meina er grund­ar­lagið undir framtíðini, ásannar hon. Uppáhaldið um at 5G er fram­ tíðin krevur tó, at man góðtekur for­treytina hjá vinnuni, vísir hon á. - Tá hugsar man frá einum vinnu­ligum perspektivi. Men vit hyggja at hesum frá einum heilt øðrum perspektivi, har vit hugsa um grundleggjandi virðir, rætt­ indi, trygd og heilsu. Tí um vit ikki eru trygg og frísk, so kann tað vera líkamikið við vinnuni, sigur Torgunn á Løgmansbø, ið vón­ar at man við mótmælinum fær fólk at seta spurnartekin við 5G og hvørs tað er rætta leiðin fyri okkara samfelag. - Vónin er at gera fólk meira til­vitað um 5G tøkni og teir heilsu­vandar, ið kunnu standast av tí, og harvið fáa enn fleir fólk at taka støðu til, um vit ynskja hetta í Føroyum, sigur hon. Norðurlendskt samstarv Aftaná at Torgunn tók stig til undirskriftsinnsavnanina hevur hon fingið samband við ymisk samsint fólk í Før­oy­ um og aðrastaðni. Í Føroy­um samstarvar hon við Er­bylgju­ felagið, meðan hon nýliga er kom­in í samband við Pernille Schriver, ið er lívfrøðingur og lim­ur í danska felagnum EHS. - Hon hevur skrivað til okkara, tí hon virkar fyri at fáa eitt norðurlendskt samstarv upp á beinini. Hon hevur longu sam­ band við feløg í Norra, Ís­landi, Grønlandi, Svøríki og Finn­landi og verður nú arbeitt fyri at skipa fyri einari stórari mót­mælis­ gongu móti 5G í Keyp­manna­ havn 8. og 9. apríl, tá Norður­ landa­ráðið hevur fund í býnum. Og hjá Torgunn á Løgmansbø, ið einsamøll tók stig til undir­ skrifts­innsavnanini móti 5G í Før­oyum, er tað stórt, at hon nú stendur saman við samsintum í øllum Norðurlondum. - Tað haldi eg er nokk so stórt, tí mótstøðan móti hesum er stór. Tað hevur eisini stóra týdn­ ing fyri okkara søk, at vit ikki standa einsamøll í hesum, men eru nú partur av einum norður­ lendskum samstarvi, sigur hon. HALLUR@SOSIALURIN.FO EG GERI HETTA FYRI MÍNI BØRN - Eg hugsaði, at um eingin annar vildi gera nakað við tað, so mátti eg. Tí sum mamma eri eg stúrin fyri at míni børn skulu vaksa upp í einum samfelag, har tey alt døgnið eru umringa av strálum, ið tey ikki kunnu flýggja undan. Tað haldi eg ikki er rætt. Tað sigur Torgunn á Løgmansbø, ið er stigtakarin til undirskriftsinnsavnanina Vit ynskja IKKI 5G NET í Føroyum! 5G í Føroyum Vit búgva í einum fólkaræði og opnum samfelag, har fólk hava frælsi at gera sína hugsan til kennar. Tá vil eg gjarna trúgva, at tað hevur eina ávirkan, tá so nógv fólk standa saman