hósdagur 7. mars 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
11
- Viðvíkjandi teimum frekvensum, ið ætlanin er at
brúka til 5G, duga vit ikki at síggja nakran vanda,
tí tað eru frekvensir, ið longu eru í brúk. Tann
víðkanin, ið fer fram, eru innan tær frekvensur,
ið longu verða brúkar í samband við WiFi, sigur
Jógvan Thomsen, stjóri í Fjarskiftiseftirlitinum
HALLUR AV RANA
Í
hesum døgum viðgerð
Fjarskiftiseftirlitið eina
umsókn frá Føroya Tele
um royndarloyvi at brúka
frekvensin 3,5GHz til 5G. Tey
sum virka fyri at steðga 5G í
Føroyum skulu tó neyvan seta
sítt lít á almenna stovnin, tí har
síggja tey ikki stórvegis vanda
við umsóknini.
-
Viðvíkjandi
teimum
frekvensum, ið ætlanin er at
brúka til 5G, duga vit ikki at
síggja nakran vanda, tí tað eru
frekvensir, ið longu eru í brúk.
Tann víðkanin, ið fer fram, eru
innan tær frekvensur, ið longu
verða brúkar í samband við
WiFi, sigur Jógvan Thomsen,
stjóri í Fjarskiftiseftirlitinum.
Stjórin vísir á, at vanligt WiFi,
ið er í flest øllum føroyskum
heimum og almennum bygn
ingum, sendir á frekvensunum
2.4GHz 3.4GHz og 5GHz.
- Teir frekvensir man ynskir
at brúka til 5G er 3,6GHz. Tað
vil siga nøkur fá hundrað MHz
við síðuna av verandi WiFi
frekvensinum, sigur Jógvan
Thomsen.
Stjórin vísir eisini á, at flest
allar kanningar, ið hava verið
gjørdar um heilsuligu árini av
5G og eldri farnetum, veita ikki
haldgóð prógv fyri at nokta 5G.
- Um man skal taka samanum
teimum túsundtals kanningum,
ið verða gjørdar, so kann man
í flestu førum ikki staðfesta
nakað skaðiligt. Í summum
førum ivast man, tí tað kann
ikki avvísast, at tað hevur eitt
negativt árin á heilsuna, men
einki er prógvað, sigur hann og
leggur afturat.
- Tað er ikki nóg sterkt
grundarlag til at steðga tí, ið
Føroya Tele hevur lagt upp til
í fyrsta umfari, ið er at brúka
3,6MHz frekvensin.
HALLUR AV RANA
F
øroysku heilsumyndug
leikarnir fara ikki at
steðga menningini av
nýggja 5G farnetinum,
tí prógvini um at farnet ella
fartelefonir eru heilsuskaðilig
fyri menniskjur eru ikki nóg
góð. Tað sigur yvirlæknin Pál
Weihe, ið starvast á Deildini fyri
Arbeiðs- og Almannaheilsu, ið
tó upplýsir, at læknaheimurin
heldur eitt vakið eyga við 5G, nú
tað verður ment kring heimin.
- Vit hava ein lítlan illgruna
um at elektromagnetisk stráling
kann vera skaðilig, men hann er
ikki so stórur, at grundarlag er
fyri at steðgað 5G. Og um vit
gjørdu tað, hevði eisini verið
neyðugt at steðgað 3G og 4G, tí
har er støðan tann sama. Men
vit fylgja við hvat myndugleikar
aðrastaðni gera og ikki minst
teimum niðurstøðum, ið mælt
verður til, sigur Pál Weihe.
Á Deildini fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu hava tey áður
viðgjørt árini av farnetinum og
fartelefonum og tær kanningar
og tilmælir, ið eru gjørd í hesum
sambandi. Tann viðgerðin gevur
ikki grundarlag fyri at steðga
verandi virksemi.
- Higartil finst eingin greið
ábending um ein virknað á
menniskjur. Hinvegin metti al
tjóða krabbameinsstovnurin,
IARC, í 2011, at tey elektro
magnetisku feltini skuldu bólk
ast í bólkin 2D, ið merkir, at tað er
avmarkað orsøk at halda, at tað
kann vera krabbameinselvandi.
Tað vil siga, at tað er ikki vist,
men man ynskir at halda eyga
við tí, sigur yvirlæknin.
Fyri at vera á tryggu síðuni
mælir Pál Weihe kortini til, at
brúkarin sjálvur tekur nøkur
fyrivarni í brúkinum av fartele
fonum.
- Fyri at vera á tryggu síðuni,
eigur man at minka um ávirkan
ina av elektromagnetisku felt
unum. Tað vil siga, at um man
brúkar fartelefon nógv, so ber
til at brúka oyrasnigil, so feltið
minkar og verður flutt burtur
frá heilanum. Og so er tað heldur
eingin orsøk at lata børn sita og
tosa í fartelefon í longri tíð, sigur
Pál Weihe.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Síggja ongan vanda
Einki grundarlag at steðga 5G
- Higartil finst eingin greið ábending um ein virknað á menniskjur. Hinvegin
metti altjóða krabbameinsstovnurin, IARC, í 2011, at tey elektromagnetisku
feltini skuldu bólkast í bólkin 2D, ið merkir, at tað er avmarkað orsøk at halda,
at tað kann vera krabbameinselvandi. Tað sigur yvirlæknin Pál Weihe
- Tað er ikki nóg sterkt grundarlag til at steðga tí, ið Føroya Tele
hevur lagt upp til í fyrsta umfari, ið er at brúka 3,6MHz frekvensin
- Vit hava ein lítlan illgruna um
at elektromagnetisk stráling
kann vera skaðilig, men hann
er ikki so stórur, at grundarlag
er fyri at steðgað 5G. Og um vit
gjørdu tað, hevði eisini verið
neyðugt at steðgað 3G og 4G,
tí har er støðan tann sama