Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019 SOSIALURIN 28 12 HALLUR AV RANA S íðan Erbylgjufelagið bleiv sett á stovn í 2011, hevur felagið virkað sum eitt slag av vaktarhundi mót­vegis myndugleikunum og tele­fon­feløgunum í sambandi við mikro­bylgju­geisling í al­ menna og privata rúminum. Miðskeiðis í 2016 handaði felag­ið eisini Poul Michelsen, lands­stýrismanni í vinnumálum, yvir 700 undirskriftir sum mót­ mæli ímóti, at Føroyar verða brúktar sum royndarøki hjá kinesiska telerisanum Huawei í menn­ingini av 5G. Erbylgjufelagið er eisini við í nýggju undir­skrifts­inn­savn­ ingini, har mótmælt verður móti 5G-neti í Føroyum, og saman­ líknar formaðurin í felagnum, Janus D. Guttesen, 5G við aðra dálk­ing. - Vit dáma ikki hesa menn­ ing­ina, har lagt verður afturat mongdini av stráling, ið er framman­undan. Tí tað merkir meira dálking av okkara um­ hvørvi. Vit síggja bara ikki hesa dálk­ingina. Hetta er ein skeiv leið at ganga, ger hann greitt. Royndarætlan Ein av atfinningunum hjá hon­ um móti 5G er, at talan er um tøkni, ið ikki er roynd áður. So­ statt eru menniskjur, plantur, djór og smákykt øll partur av einari stórari royndarætlan, har eingin kennir avleiðingarnar. Aðrar kanningar hava sam­ bært Janus D. Guttesen tó víst, at stráling frá fartelefonum kunnu elva til krabbamein. - Í kanningum av rottum, smá­ kyktum og øðrum er ávíst, at ein vandi er við mikrobylgjugeisling. Millum annað hava úrslit víst, at rottur, ið blivu útsettar fyri strál­ing, fingu krabbamein í hjarta- og heilakyknur. Einki mark Serliga álvarsamt er, at meðan man aðrastaðni hevur mørk fyri strál­ing, finnast eingin slík mørk í Før­oyum. Hetta hóast felagið hevur heitt á myndugleikarnar at fáa tað í rættlag. - Tá vit fyri tveimum árum síðan handaðu landsstýrinum mót­mælið móti samstarvinum hjá Føroya Tele við Huawei, bleiv sagt, at man skuldi seta eitt markvirði, men tað er ikki sett enn. Tað vil siga, at vit hava einki slíkt mark í Føroyum, vísir for­maðurin á. Men um so var, at Føroyar settu sama mark sum í Dan­ mark, stúr­ir formaðurin kort­ ini fyri, at tað ikki hevði verið nokk. - Markið man hevur í Dan­ mark tryggjar, at man ikki hitar húðina upp eins og í einum er­bylgju­ovni. Tað vil siga, at strálur­nar eru ikki so sterkar, men tað rakar eitt sindur við síðuna av. Tí tað hendir ein lív­ frøði­lig ávirkan, langt áðrenn nøkur upphitan fer í gongd. Tað er henni, man eigur at hyggja eftir í Føroyum, men tað tykist ikki at vera nakar vilji til tess, sigur Janus D. Guttesen. Nýggj tøkni Erbylgjufelagið er langt frá tey einastu, ið eru varin við gongdini í tøkniligu menn­ing­ini. Á Strondum fylgir fólka­skúla­ lær­ar­in Elin Henriksen eisini við al­tjóða kjakinum um árinini av 5G á menniskju, djóralív og náttúru­na. Hon vísir á, at fartelefon, elektro­magnetisk felt og aldur alt er relativ nýggj tøkni í søguni hjá mannaættini, og tí eru nógvir óvissar tongdir at hesum. Tað hevur tó ikki bremsað tøkniligu menn­ingini, hóast hon til tíðir hevur verið heilsuskaðilig. - Gransking av árinum av elektro­magetiskum feltum og elektro­magnetiskum aldum er farin fram alla tíðina, men hon er 5G í Føroyum TEMA: 5G í Føroyum ALT LÍV Á JØRÐINI VERÐUR FEVNT AV GEISLING - Og tað er júst hetta, sum hevur sett ferð á mótmælini: At alt lív á jørðini verður fevnt av geisling frá 5G-netinum. Ikki bara menniskju, men plantur, skordýr, fuglar og djór verða ávirkað av nøkrum, sum fyri tað fyrsta er alt ov lítið kannað, og fyri tað annað vísir seg at hava skaðilig árin, har tað er kannað. Og fyri tað triðja, at tað ber ikki til at verja seg ella sleppa undan, sigur Elin Henriksen, ið er ein teirra, ið ávarar móti at taka 5G í brúk í Føroyum - Vit dáma ikki hesa menn­ingina, har lagt verður afturat mongd­ ini av stráling, ið er framman­undan. Tí tað merk­ir meira dálking av okkara um­hvørvi. Vit síggja bara ikki hesa dálk­ing­ina Janus D. Guttesen