hósdagur 7. mars 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
13
ofta komin rennandi í hølunum
á teirri praktisku nýtsluni. Tá
ið eg var barn, var tað t.d. heilt
vanligt at hava ur og klokkur
við tølum og pinnum, sum vóru
sjálvlýsandi av geisling frá tí
geislavirkna evninum radium
- inntil granskarar funnu út av,
at tað var skaðiligt, vísir hon á.
Ávirkan á djóralív
Tað er ikki ókent, at menniskjur
hava eygleitt atburðin hjá
djórum, tá staðfestast skal,
um nakar vandi er á ferð. Har
eru fuglarnir hjá kolanámsar
beiðsmonnum, ið ávaraðu um
nær ov lítið av ilt var í nám
unum, eitt tað kendasta dømi.
Og eins og tá kann atburðurin
hjá fuglum í dag siga okkum
nakað um vandarnar við strál
ing frá fartelefonum, metir Elin
Henriksen.
- Tá tað snýr seg um ávirkan
av sendimastrum í fartelefon
netinum eru fuglarnir teir, sum
ávara okkum. Nógvar eygleið
ingar eru av, at fuglar doyggja
ella flýggja undan hesum mastr
um. Eygleiðingar eru eisini av,
at skordýr doyggja ella rýma,
og tað áhugaverda har er,
at skordýrini verða verandi
beint undir mastrunum, tí har
røkka strálurnar ikki, vísir Elin
Henriksen á.
Granskað hevur eisini verið í,
hvørji árin nýggja tøknin hevur
á menniskju, men vísir hon á, at
tey úrslitini eru torfør at greina,
tí tíðarskeiðið, ið menniskju
hava brúkt fartelefon, er so stutt
og svarar einans til triðingin av
einum vanligum mannalívi.
- Hinvegin eru granskarar so
smátt farnir undir at granska
árinini, serliga á skordýr, plant
ur og smáfuglar, sum hava eina
nógv styttri lívssyklus. Her vísa
skaðiligu árinini av elektromag
netiskari stráling av ymsum slag
seg nógv týðiligari, sigur Elin
Henriksen.
5G er øðrvísi
Meðan tað altíð hava verið
summi, ið hava ávarað um
skaðiligu árinini av frekvensum
og aldulongdum frá fartelefon
um, so tykist, at hesin bólkur er
vaksin munandi í vavi, nú sam
feløg kring heimin standa á
gáttini til at taka 5G í brúk. Tað
hevur sínar orsøkir, metir Elin
Henriksen.
- Tað, sum skilir 5G frá undan
farnum ættarliðum av far
telefoni, er frekvensur og aldu
longd. Higartil hevur talan verið
um so mikið lágan frekvens og
langa aldulongd, at aldurnar
verða bólkaðar sum radioaldur.
Teimum hava vit livað við í eini
hundrað ár, greiðir hon frá og
leggur síðan aftrat.
- 5G hinvegin hevur so mikið
hægri frekvens og styttri aldu
longd, at tær verða bólkaðar
sum mikroaldur. Tess hægri
frekvensurin og styttri aldu
longdin er, tess meiri orku inni
halda aldurnar - og tess styttri
røkka tær. Tað er júst poengið
við 5G: at tað fer at bera til at
flyta størri nøgd av informatión
við størri ferð, men tað krevur
eisini nógv tættari sendimastrar.
Samstundis er ein ekstremt
lágfrekventur pulsur fjaldur í
5G-aldunum, og árinini av hon
um eru lítið kannað.
Hon vísir á, at mótstøðan
móti 5G byrjaði av álvara, tá
granskarar kring heimin ávar
aðu móti nýggju 5G tøknini, tí
árini vóru ikki nóg væl kannað.
- Hesir granskarar, sum mæla
til at bíða við at seta 5G í verk,
byrjaðu eina undirskriftsinn
savning, og í kjalarvørrinum á
henni eru fólk vorðin alsamt
meiri medvitandi um teir vand
ar, ið kunnu standast av 5G.
Ikki tað, at undanfarnu ættarlið
av tráðleysum sambandi eru
heilt vandaleys, men at tað er
sannlíkt, at vandarnir í sam
bandi við 5G kunnu vaksa heilt
munandi, sigur hon.
Eingin sleppur undan
Eitt sum skilur 5G frá undanfar
num ættarliðum av tráðleysum
sambandi er sjálvt vavið av
tí. Meðan tað higartil hevur
verið møguligt hjá persónum
at vart seg í ein ávísan mun
móti óynsktari stráling, verður
tað ikki gjørligt í sama mun í
framtíðini, sambært teimum, ið
finnast at hesum.
- Eitt, sum tendrar ávaringar
lampurnar, er, at 5G-netið
krevur nógv tættari net av
sendimastrum, og tað eru enntá
uppskot frammi um at senda frá
fylgisveinum úti í rúmdini. Við
verandi neti ber til í ein vissan
mun at velja tráðleyst samband
frá, t.d. við at nýta fastnettelefon
og beinara við leidningi í staðin
fyri WiFi. Men við 5G-netinum
er ongastaðni at fara fyri at
sleppa undan geislingini, sigur
Elin Henriksen og leggur afturat:
- Og tað er júst hetta, sum
hevur sett ferð á mótmælini:
At alt lív á jørðini verður fevnt
av geisling frá 5G-netinum. Ikki
bara menniskju, men plantur,
skordýr, fuglar og djór verða
ávirkað av nøkrum, sum fyri tað
fyrsta er alt ov lítið kannað, og
fyri tað annað vísir seg at hava
skaðilig árin, har tað er kannað.
Og fyri tað triðja, at tað ber ikki
til at verja seg ella sleppa undan.
Er tørvur á tí?
5G tøknin er ein liður í tí, ið inn
an tøknivinnuna verður kallað
menningin av IoT, ið er ein
stytting av Internet of Things.
Ein støða, har alsamt meira av
tí, ið vit brúka til dagligt, verður
knýtt at internetinum. Eitt slíkt
trýst frá fleiri tólum krevur
betri og sterkari net og er tað, ið
5G skal veita.
Tí kann tað tykjast sum ein
vónleysur kampur at stríðast
móti 5G, tí á nógvan hátt er tað
ein fortreyt fyri víðari menn
ingini av okkara samfelag, men
Elin Henriksen setur tó spurning
við, um vit veruliga hava tørv á
hesum.
- Vit mugu spyrja, hvør hevur
brúk fyri hesari menning av
framtíðar tøkni. Eru tað vit sum
brúkarar, ið eftirlýsa hana, ella
eru tað risafyritøkurnar í tele
ídnaðinum, sum síggja møgu
leikar fyri enn størri vinningi,
spyr hon.
Sum nú er, vísir hon á, megnar
verandi internet at nøkta tann
tørv, ið vit hava sum samfelag.
Heldur er trupulleikin tann,
at tað nøktar ikki tann tørv, ið
ídnaðurin ynskir, at vit skulu
hava í framtíðini
Læra av søguni
Og hóast stríðið móti 5G kann
tykjast vónleyst, og trupult er
at fáa fólk at lurta, so vísir Elin
Henriksen á, at soleiðis er tað
mangan, tá man byrjar at tosa
móti stórídnaðinum og tí, ið
verður mett at vera partur av
framkomna samfelagnum.
- Fyri bara 50 árum síðani
var tað bara okkurt hissini
undirgrundstiltak at ávara um
vandarnar av dálking. Ráðandi
hugburðurin var, at náttúr
an nokk skal syrgja fyri at
niðurbróta alt tað, sum verður
grýtt í hana. Havið er endaleyst,
og alt burturkast kundi koyrast í
tað. Í dag kenna vit avleiðingar
nar, og kring allan heim verða
tiltøk sett í verk fyri at basa av
leiðingunum av dálking, vísir
hon á, áðrenn hon nevnir eitt
annað líknandi dømi.
- Fyri bara 30 árum síðani var
global upphiting ikki partur
av almenna kjakinum, hóast
fyrstu ávaringarnar eru nógv
eldri enn so. Í dag er eitt tað
størsta álvarsmálið, hvussu tann
globala upphitingin kann verða
tálmað.
Við hesum í huga er hon sann
førd um, at tað er neyðugt at
læra av søguni og tala at tí, sum
í løtuni kann tykjast at vera eitt
neyðugt framstig.
- Í dag vita vit, at nógv av tí,
sum verður sett í verk sum fram
stig, eisini hevur ein kostnað, og
vit vita, at taka vit við hesum
slagnum av “framstigum”, so fáa
okkara eftirkomarar eisini eina
rokning at gjalda, sigur hon.
At vit eisini fara klára okkum,
um vit sum samfelag steðga á og
siga nei takk til 5G, er hon heldur
ikki í iva um.
- Alternativið til 5G er, at vit
klára okkum fínt uttan. Eisini
uttan sjálvkoyrandi bilar, sigur
Elin Henriksen.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Og tað er júst hetta,
sum hevur sett ferð á
mótmælini: At alt lív á
jørðini verður fevnt av
geisling frá 5G-netinum.
Ikki bara menniskju, men plantur,
skordýr, fuglar og djór verða ávirkað
av nøkrum, sum fyri tað fyrsta er alt ov
lítið kannað, og fyri tað annað vísir seg
at hava skaðilig árin, har tað er kannað.
Og fyri tað triðja, at tað ber ikki til at
verja seg ella sleppa undan
Elin Henriksen